mikudagur 19. juli 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 53 — 19. juli 1978
Steypakappingin í 2. deild
NSÍ vann fyrru finaluna í steypakappingini 2—1 á Royn. Hval-
bingar fóru á Skålafjørdin fyri at royna at fáa javnleik, tí sum
kunnugt verður seinna finalan í Hvalba komandi vikuskifti, og
øllum er greitt, at ringt er at vinna á Royn á heimavelli
Dysturin inni í Runavíkini
leygardagin í steypakapp-
ingini millum NSÍ og
Royn var ikki sert tarnað-
ur
Tá dysturin skuldi byrj-
að kl. 16,00 var eingin
dómari mettur. Dómarin,
Qle Christensen, hevði
givið avboð, og skuldi so-
statt nýggjur dómari ver-
ið fingin til vega av HB, ið
hevur Ole sum dómara.
Hetta hevdu teir ikki
gjørt, og ti var heldur
eingin til steðar. Hval-
bingar vildu sleppa at leik-
að dystin. Teir vóru jú
komnir heilt úr Suðri, og
at fara aftur til Hvalbiar
uttan dyst av berum
kleyvarskapi, tað vildu
teir ikki. Hvat hevdu t.d.
HB-arar sagt, um teir
vóru mettir í Suðuroy og
eingin dómari var. Roynt
varð at fáa ein dómara
nærhendis, og eydnaðist
teimum at fáa Niclas Da-
vidsen av Toftum, ið var
komin at hyggja at dysti-
num. Nú var dómarin
funnin, men enn væntaðu
linjuverjar. Teir vóru eis-
ini grópaðir fram millum
áskoðararnar.
Nú skuldi verið klárt at
byrjað. Men gakk. Dóm-
araseðilin var sporleyst
horvin. Klokkan var nú
blivin 16,30 og dysturin
skuldi jú byrjað kl. 16.
Ná, tó fimm min. seinni
byrjaði so dysturin, og tað
sum kanska mest av eilum
tarnaði var vindurin.
Fyrstu minuttirnar
av dystinum gekk spælið
so nekulunda javnt. Vind-
urin lá langs eftir vellinum
og hevði NSÍ vindin í
ryggin hendan hálvleikin.
NSÍ fekk eisini meira
spæl, men var tað Royn,
ið fekk tað fyrsta málið.
Tá gott 5 min. vóru leikt-
ir, kemur ein hegur bóltur
inn móti NSI-målinum,
klumpspæl verður og end-
in var so tann at ein NSÍ-
ari slær bóltin upp um
málið við hondini. Dómar-
in ivast ikki, men demir
brotsspark. — Sveinbjørn
tekur brotssparkið og set-
ir bóltin í netið. 1—0 til
Royn.
NSÍ meira spæl
Beint eftir málið pressaðu
hvalbingar nógv, men
sum frá leið fekk NSÍ alt
spælið, og áttu teir eisini
allan fyrra hálvleik, burt-
ursæð frá fyrstu minuttu-
num. Men illa gekk at fáa
mál, sjålvt um fleiri møgu-
leikar vóru. Ikki fyrr enn í
35. min. eydnaðist teim-
um at fáa mál. Sigmund,
staddur í vinstru síðu,
fær eina avlevering úr
høgru, og setir bóltin í
netið við einum góðum
skoti. Hetta var hálvleiks-
stødan sjálvt um fleiri
góðar atsóknir vóru á mál-
ini, tó mest á Royn-málið.
Seinni hálvleikur
Tá seinni hálvleikur byrj-
aði væntaði ein at Royn,
ið nú hevði undanvind, fór
at gera rættuliga um seg,
og fáa fleiri mál. Men so
var ikki. Teir hevdu ein-
stakar vandamiklar at-
sóknir á NSÍ-málið, men
hevði heimaliðið meira
spæl, og vóru teir gjøgn-
um allan dystin vanda-
miklari enn Royn. Roynd-
ir teirra góvu alt ov få mål.
2—1
Í 50. min. sleppur ein
NSÍ-ari leysur og rekur
móti hvalbiarmálinum.
Hann verður feldur av
málmanninum, og dómar-
in demir brotsspark, ið
Pole trygt setir í netið.
Staðan 2—1, og gjørdist
Brotsspark til Royn. 1—0
hetta eisini úrslitið.
Sum heild
kann sigast, at NSÍ leikti
tann betra fótbóltin, og
vunnu teir dystin við ov
fáum málum. Royn leikar
ein heilt annan fótbólt enn
t.d. NSÍ. Teir sparka
langar bóltar frá verju til
álop, og blívur spæl teirra
av hesum alt ov tilvildar-
ligt. Eisini hava teir nógv
av at sparka bóltin út av
itrottur
vøllinum, i stadin fyri at
spæla saman.
Sjålvandi kann ein ikki
døma fótbólt eftir einum
dysti í tilikum veðri, men
við at leika meira eftir
jerð, hevdu teir ivaleyst
fingið meira burturúr.
Annars var dysturin
heilt vánaligur, ja, kanska
ov vánaligur fyri tvey lið í
liggja ovast í 2. deild.
Vónandi verða líkindini til
at leika fótbólt betri í
seinna finaludystinum í
Hvalba.
———Á— — 3
Skiparaskeið
Skeið fyri skiparar byrjar aftur týs-
dagin 8. august 1978.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Telf. 56128