leygardagur 22. juli 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
{|
|
Nr. 54 — 22. juli 1978
sosialurin
Síða 3
Gera býarplan og byggi-
viðtøkur fyri Tvøroyri
Tveir danskir verkfrøding-
ar hava seinastu dagarnar
verið á Tveroyri í sam-
band við gerð av býar-
plani og byggividtøkum
har á staðnum. Hetta ar-
beiðið gera teir fyri komm-
ununa og hava teir arbeitt
við hesum tvey tey sein-
astu árini.
Ætlanin er at gera byggi-
plan fram við báðum síð-
um av fjørdinum har av-
setast skulu øki til ídnað,
bygging, friøki og til ann-
að endamál.
Nógvar umsóknir
Tveroyrar Býráð hevur
nógvar umsóknir um
byggiloyvi liggjandi, sum
teir ikki fáa endaliga av-
greitt, verður sagt. Orsek-
in til at hesar ikki kunnu
vera endaliga avgreiddar
er, at eingin býarplanur
er. Hetta hevur skapt nak-
að av misnegd millum tey,
sum hava sekt um byggi-
loyvi har á staðnum. Sagt
verður, at nú líður væl við
arbeiðinum við býarplan-
leggingini og gerð av
byggividtøkunum, og
roknast kann vid at hetta
verður liðugt í næstum.
Ognarviðurskiftini
gjørt arbeiðið
trupult
Har býarplanurin skal ger-
ast er meginparturin ogn-
arjør, og hevur hetta
gjørt planleggingararbeidi
ógvuliga trupult. Tað eru
nógv fleiri enn 100 ymiskir
eigarar, og skulu samráð-
ingar takast upp við teir
allar.
Ferðamanna-
skipini skulu
yvirum
Ætlanir eru um at gera
nýggja atlegubryggju á
sunnaru síðu av Trongis-
vágsfirði, har saltselan á
Drelnesi nú er. Har eru í
letuni 80 m av bryggju og
skal ekið har bert planer-
ast og ruddast soleiðis at
tað ber til hjá Smyrli og
eðrum ferðamannaskipum
at leggja at har.
Nú verður henda at-
legubryggja mest nýtt í
samband við olju og salt
Orsekin til at ætlanir eru
um at fáa ferða-
mannaskipini yvir um
fjorðin er, at helmingurin
av ferðafólkunum, sum
koma við hesum skipum,
annaðhvert skulu vidari
suðureftir, ella til Hvalbi-
ar og Sandvíkar. Sum nú
er, skal øll henda feråsla
gjøgnum Tvøroyri, og
slepst undan hesum tå.
Gera nýggjan bátahyl og
stórt planeringsarbeiði
Í letuni fer fram arbeiði
við at gera nýggjan báta-
hyl á Tveroyri. Í samband
við skeljavirkið verður
stórt eki uppfylt og plan-
erað frá keiuni og inneftir.
Tað líður væl við planer-
ingini og byrjað verður nú
skjótt uppá sjálvan báta-
hylin. Serkenir halda at
best er at halda fram við
einum vegi inn móti
Hvítanesi. Tað er komm-
unan, sum ger arbeiði og
fáa teir tilfarið frá út-
spreingingunum uppi við
bergholsmunnan. Arbeið-
ið byrjaði í vár og væntast
liðugt seint í ár.
Í verandi bátahyli er
pláss fyri 40 bátum, og
kunnu eftir ætlanini 50
bátar liggja í nýggja hyli-
num.