fríggjadagur 28. juli 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
å
B
;
Skift plåtur
Sudurvardi kom fyrst i
vikuni å Havnina. Båt-
urin hevur verið yviri i
Noregi og skift nakrar
plåtur út, sum vórðu
buglaðar í ísinum í vár
undir Grenlandi. Tær
nýggju pláturnar eru
16 mm tjúkkar, meðan
tær gomlu vóru 11
mm. Suðurvarði fer til
Grenlands beint eftir
ólavseku. Í løtuni fær
hann smávegis umvæl-
ingar gjørdar á Havn-
ini.
Skal spælast
á Sandi
Sandingar skulu vera
vertir fyri tí triðja fin-
aludystinum um Ísa-
fjarðarsúluna millum
HB og TB.
Fótbóltsdeildin hjá
ISF hevur enn ikki
avgjørt, nær finalan
skal spælast, men tann
13. august er nevndur
sum ein meguleiki.
Fólkafundur
á Háskúlanum
Í dag kl. 17, ella tá
kappróðurin er liðugur,
verður fólkafundur á
Feroya háskúla. Bogi
Hansen tosar um orku í
Feroyum og norsku
visusangararnir >Plun-
der & A/S Hæft«
syngja og spæla.
Eftir fólkafundin
verður ársaðalfundurin
hjá Feroya fólkahá-
skúlafelag, har formað-
urin greiðir frá arbeið-
inum í farna árinum,
roknskapur verður
framlagdur og nevnd-
arval hildið.
Útaftur
sum vanligt
Hendan seinasta mán-
aðan eru nøkur eintøk
av Sosialinum legd
burtur ímillum vegna
summarfri, men eftir
ólavseku kemur Sosial-
urin sum vanligt miku-
dag og leygardag.
14. September,
Oyggjatidindi og Dag-
blaðið fara harafturi-
móti í summarfri allan
august mánaða.
Seinnapartin mikudagin legði ein íslendingur á ein mann, sum kom gangandi oman
eftir gongubreytini við Áarvegin, uttanfyri Hotel Hafnia. Íslendingurin, sum
hevði smakkað sær á nakað riviliga — metti tó harðari mótsteðu, tí maðurin,
sum hann hevdi hug at berjast vid, var nevniliga ein legreglumaður, sum hevði fri
henda dagin og tí ikki í eyðkennisbúnanum.
Bardagin gjerdist stuttur, íslendingurin stóð seg ikki móti fakkunnleikanum og
varð hildin av hinum, til politibilurin kom eftir honum.
Íslendingurin, sum er 42 ára gamal, hevur verið her í tvær vikur og fer heim nú
um vikuskiftið. Umframt eina bót noyðist hann at gjalda skjúrtuna hjá legreglu-
manninum. Hon skrædnaði í hornatøkunum.
Myndin er tikin, tá tann óhepni íslendingurin verður fluttur í politibilin.
Nr. 55
Olavsvøkuaftan
28. juli 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Hedin Mortensen
setir Olavsøkuna
Olavsøkan 1978 byrjar formliga i dag
kl. 14 vid teirri traditionellu skrúð-
gonguni úr kommunuskúlagarðinum
oman á Tinghúsvellin, har Heðin
Mortensen, formaður í Havnar róðrar-
felag, setir stevnuna.
Noktar seg sekan
Fyrst í vikuni vórðu tveir klaksvíkingar
meldaðir til løgregluna fyri at hava
skotið lomviga ov nær landi. Løgregl-
an hevur tosað við annan mannin,
men hann noktaði seg sekan. Roknað
verður vid, at Føroya rættur kemur at
gera úrskurð í málinum.
Skjótingin fór fram undir Viðoynni,
ein fjórðing úr landi, verður sagt. Tað
er annars ikki loyvt at veiða fugl nærri
enn tríggjar fjórðingar úr fuglabjørg-
unum.