Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 H sm telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Myndin greiðari Í DAG OG í morgin halda vit ólav- søku. Hetta er tjóðarhátíðin mikla við ítróttarkappingum, framsýning- um, fundum, guðstænastum o.s.fr. Eisini verður tingið sett ólavsóku- dag. Í MORGIN verður løgtingid sett fyri seinastu ferð í hesum valskeiði. Tá løgtingið verður sett næstu ferð hevur løgtingsval verið, og vit halda tað tí vera hóskandi at gera nakrar metingar av tí brátt lidna valskeið- num. LINJURNAR í føroyskum politikki hava leingi verið rættuliga ógreiðar. Myndin hevur verið kám og tað hev- ur mangan verið torført hjá veljar- unum at funnið munin ímillum teir ymisku flokkarnar. FLEIRI AV okkara politikkarum hava dugað sera væl at verið alt møguligt líka frá ytsta høgra inn á miðjuna og líka frá loysing til sam- band. Hetta hevur sjálvsagt ør- kymlað veljararnar í ein vissan mun og tað hevur helst eisini verið ætl- anin. MEN Í TÍ brátt lidna valskeiðnum er nakað broytt á hesum øki. Myndin er vorðin nakað klárari. Linjurnar eru vorðnar meira greiðar. Tað er nú ongin ivi um t.d. fólkaflokkin og sambandsflokkin. Teir eru báðir ramir høgraflokkar. UM VIT ONKI annað hava at takka Óla Breckmann, Paula Ellefsen og Dimmalættingarblaðstjóranum fyri, so kunnu vit takka teimum fyri tað, at myndin ikki longur er so kám, at politikkurin hjá báðum flokkunum ikki longur er fjaldur í mjørkatåmi. ALTERNATIVIÐ til høgrapolitikkin er javnaðarflokkurin, sum stendur fyri einum sosialdemokratiskum politikki. Tað er okkara vón, at hesin politikkur fær munandi stórri umboðan, tá løgtingid verður sett næstu ferð, t.v.s. eftir løgtingsvalid í heyst. VIÐ HESUM siga vit góða Olavsøku. sosialurin Grov skuldseting Få »Hygg so einaferð eftir sosialismunar kelibern- um, teimum almennu stjórunum, stovnsleiðaru- num, byrokratsins odda- fiskum. Hver gjaldir teir- ra prinsalønir, teirra stóru bilar, feriur (upp á lands- ins besta) í útlondum, teirra stóru og dýru hús? Eftir hverjum kostnaðar- nyttu målistokki verða teir mettir at vera verdir hendan pening? Skatt- gjaldarin rindar, men hann verður aldri eftir- spurdur. Hygg eftir almennu stovnunum, har smábyro- kratarnir ganga í torvum og útinna eitt út av lagi óproduktivt arbeidi.« Ja, hetta var eitt brot úr grein av Óla Breck- mann í Dagblaðnum 19. juli 1978 í hansara út- hellan av síni metan av javnaðarpolitikkinum við undiryvirskriftini >Hvus- su bleiv við javna, frælsi og breðralag?< Ein kundi havt hug at spurt tey fólk, sum hann í tí her siteraða skuldsetur so groft, um tey ætla at lata hesar sera grovu skuldsetingar sita á sær. Máti skal vera við. Onkur vil siga, jamen hetta var bara Øli Breck- mann, honum kann man ikki rokna við. Og onkur minnist, at tað var sami Ø. B. sum á sinni svaraði løgtingsformanninum, tå hann fyltist å, at hann ikki møtti å tingfundi, at hann sjålvsagt ikki møtti å tingi, ti har fekk hann lenina ålikavæl, meðan hann ikki fekk lenina, um hann ikki metti í skúla- num í Hoydelum. Og hetta er sami maðurin, sum skal leggja eðrum lag á í fatan av almennum sparsemi og verða uppal- arin mikli fyri framtíðar Feroyar. Sjálvsagt er honum loyvt at hava sínar >hugs- anir« um sosialismu, men ein slíkan vavstur av be- grebum og skuldsetan av alment lentum, sum úr hasum heilanum kemur, er sjáldan lisin fyrr. Tað er eingin Óli Breck- mann sum er ferur fyri at lýsa hvenn týdning Javn- aðarflokkurin hevur havt og stødugt hevur í Fer- oyskum politikki og fyri foroyska samfelagið. Við Javnaðarflokkinum er skaptur ein haldgóður politikkur, sum hevur gagnað hverjum einasta heimi í Feroyum meira enn nakar O.B. er førur fyri at meta um. Við ein- um miåvisum sosial- og vinnulivspolitikki, = sum stødugt er grundarlagið undir feroyska samfelag- num. At ein av teimum monnum, sum hevur verið við til at velja føroyska Javnaðarflokkin at stjór- na landinum og hevur verið við til at seta for- mann Javnaðarfloksins sum politiska leiðara — til legmann, soleiðis í blind- ari eði og haldleysari skriving skal formáa sær til at seta slíkt ves á blað, sum hann so íðuliga ger í Dagblaðnum, er tekin um óloyalitet so tað forslær. Ein má spyrja uppaftur um tað veruliga er leiðslan í Fólkaflokkinum sum Nr. 55 — 28. juli 1978 merkingar stendur aftanfyri, sjálvt um Ø.B. stendur sum undirskrivari? Um so er, tá er tað sam- arbeiðið, sum hesi árini hevur verið millum Javn- aðarflokkin og Fólka- flokkin lítið at vænta sær av í framtíðini, tí illa fer at bera til at vera í samvinnu og samstundis ákæra teir sum sita fyri landsins stovnum fyri bæði líkt og ólíkt og misteinkja teir fyri ikki at vera verdar sína len? Slíkt er óverdugt fyri ein fólkavaldan. Máti skal vera við — Dagblaðsins (og Fólka- floksins?) metan av viður- skiftunum í Feroyum er eftir ellum at dema ein einvis fordøming av øllum ti, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Og tá er væl alt sagt um framtíðar samvinnu mill- um flokkarnar? J. Lindenskov Gudstænastur Olavsøkugudstænast- an verdur leygardagin, 29. juli kl. 11, Henning Bøgesvang prædikar. Havnar kirkja: Hans J. Joensen; Vestur- kirkjan: Kjartan Mørk- øre; Argir: Høgni Poul- sen, altargongd; Hval- vik: Peter Petersen; Funningur: Petur M. Rasmussen kl. 11; Gjogv: Petur M. Ras- mussen kl. 12.15; Nes kirkja: Johs. Follend, altargongd. Katólska kirkjan Hámessa leygardagin, Olavsøkudag, kl. 10 v/ Jan van Westerhoven. Sunnudagin kl. 11 verður latinsk há- messa. Missiónshúsið við Landavegin Møti Olavsøkukvøld og sunnukvøldid, bædi kvøldini kl. 19. Filadelfia Møti sunnudagin kl. 10 og 18. Utimøti å Vagl- inum sunnukveldið kl. 22. Almennur fundur á Føroya Fólkaháskúla Olavsøkuaftan 28. juli 1978 klokkan 17.00 (beint eftir kappróðurin) Bogi Hansen flytur rødu um orku í Føroyum. Norski vísusangarabólkurin Plun- der & A/S Hæft luttekur við sangi. Beint eftir fundin verður ársaðal- fundur felagsins. Dagsskrá: 1. Sambært lógini. Føroya Fólkaháskúlafelag t eftir sosialinum Summarfri Vegna summarfrí verður skrivstov- an afturlatin frá 31. juli til 29. au- gust. Havnar Handverksmeistarafelag Føroya Handverksmeistarafelag Studentakabaret å Olavsøku Studentakabarettin verður fram- førd í Sjónleikarhúsinum Olavsøkuaftan Olavsøkudag og sunnudagin allar dagarnar klokkan 17 og 19. Hitt føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn mv