Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 55 — 28. juli 1978 Norskir vísusangarar vilja læra seg føroysk kvæði — vilja eisini spæla á konsertum — uttan samsýning PLUNDER & A/S HÆFT kalla tey seg, norsku vísusangararnir úr Sandefjord, sum komu til Feroya seinasta friggja- dag. Tey eru fýra, ein kvinna og tríggir menn, og erindi teirra higar er bæði at syngja og spæla fyri føroyingum og hoyra føroysk kvæði og læra tey. Umframt nýggjar og gamlar skandinaviskar vísur og kvæði hava tey nøkur føroysk kvæði á skránni. Hesi hava tey funnið í norskum visu- bókum. Tað kann eisini nevnast, at tey hava gjørt lag til yrkingina Vatnid og ljósið eftir Karsten Hoy- dal, sum Knut Ødegaard hevur umsett til norskt. Nú er ætlanin her í Før- oyum at taka kvæði upp á band, so tey kunna venja tey, tá tey koma heim aftur til Sandefjord, ein býur við uml. 30.000 i- búgvum, sunnan fyri Oslo. Tað er ti ikki einans talan um eina konsertferð, men eisini námsferð. 500 ella 50 — tað ger ongan mun Norsku vísusangararnir búgva úti á Háskúlanum Geir, Kjeld og Ole eru giftir og teir hava konu og bern við og har hittu vit tey miku- dagin. — Feroyar vóru einasta landið, sum vit veruliga hevdu hug at ferðast til. Landið er hugtakandi, hó- ast vit ikki enn hava sæð nógv av tí, siga tey og sipa til mjerkan. Tað eru tvey ár síðani, tey byrjaðu at seta pening av til hesa ferðina, men annars eru ikki nógvar fyrireikingar gjerdar. Tá tey komu, var ongin av- gerð tikin um, hvar tey skuldu spæla. — Men vit vilja gjarna halda konsertir her í Fer- oyum — uttan samsýn- ing. Og tað er ikki neyð- ugt at hava tær í eini stór- ari helli. Ein vanlig stova er eins góð. Tað ger ongan mun fyri okkum, um á- hoyrararnir eru 500 í tali ella 50. Tey hava sjálv bilar við, so flutningurin er ongin trupulleiki. Tey fara av- stað aftur mikudagin, 2. august, og um onkur hev- ur hug at skipa fyri eini konsert við teimum í heimbygd síni, kann hann venda seg til Háskúlan. — Tað einasta vit vita við vissu nú, er at vit skulu syngja og spæla á fólkafundinum, sum verð- ur her á Háskúlanum ólavsekuaftan. Roks og stríð Orðini plunder og hæft merkja nakað tað sama sum roks og stríð á før- oyskum. — Tá vit koma inn til eina konsert og instru- mentini eru køld, gongur ofta drúgv tid við at stilla tey. Tá er gott at hava navnið at sipa til, tá vit skulu biðja áhoyrararnar um eina umbering. Tey leggja afturat, at summi halda, tey gera ov nógv burtur úr tónleiki- num. Eitt nú syngja tey fleiri visur og kvæði fjór- raddað. PLUNDER & A/S HÆFT varð stovnaður fyri trimum árum síðani og tey hava m.a. spælt í norska útvarpinum og sjónvarpinum. Komandi vár skulu tey hava 40 kon- sertir í norskum skúlum. Til Feroyaferðina, sum er fyrsta uttanlandsferðin hjá bólkinum, hava tey fingið studning frá einum sjónleikarafelag í Sande- fjord og býráðnum har umframt at Foreningen Norden hevur stuðlað. PLUNDER á AÆ HÆFT hevur samband við ein bólk av fólkadans- arum í Sandefjord. Hesin bólkur hevur ætlanir um at koma hendan vegin næsta summar. Plunder á A/S Hæft — f.v. Geir Heyer-Andreassen, Grete Iversen, Kjeld Lunde og Ole Engebretsen. Tón- leikurin er fritidaritriv, Geir er tannlækni, Kjeld og Ole lærarar og Grete arbeiðir í uttanríkismálaráðnum. Tey spæla mest rólig, ljómvekur (melodies) leg. Tey eru komin til Feroya fyri m.a. at tosa við og ikki minst lurta eftir kveðarum. Framhald frá síðu 3 leiðis hava teir funnið sløg, sum áður bert eru skrásett í Havnini. Slíkar kanningar eru gjørdar áður í Føroyum av denum, men tær hava ikki verið so fullkomnar. Sermerkt og einfald náttúra Grundin til at kanningin er farin fram í Feroyum er hon, at náttúran er ser- merkt og einfeld við tað at oyggjarnar eru rættiliga líkar hvat viðvíkur djóra- heiminum, meðan tær eru ymiskar til støddar. Tað sum serliga er kannað, eru tey gomlu bú- plássini. Sven-Axel, sum sigur seg vera ógvuliga á- hugaðan í norrenari segu, hevur m.a. lisið Feringa- søgu, áðrenn hann kom til Feroyar fyri at finna fram til tey elstu buplåssini. Hesi hava ein nógv ríkari og meira fjølbroyttan djóraheim enn tær nýggj- ari bygdirnar. Royndir á fleiri støðum Royndir eru tiknar á fleiri ymiskum stoðum — í sjálvari bygdini, í bø og í haga, í hvanngerðum og t.l. — fyri at hava eitt sammetingar-grundarlag. Tað eru serliga tey tvey fyrstnevndu slegini, sniglar og reyðmaðkar, sum eru knyttir at tí menniskjaiigu gongdini, meðan hini sløgini hava lættari við at flyta seg úr einum stað í eitt annað. Framtíðar samstarv Umframt at hava fingið nógv burtur úr sjálvari kanningini eru teir glaðir fyri, at teir fingu ein før- oying uppí tiltakið. Sven-Axel Bengtson sigur, at samstarvið mill- um Steðisútbúgvingina og Zoologisk Museum í Bergen fer at halda fram við at býta um norsk og føroysk lesandi. Hann metir tað vera gagnligt, um tey djóra- froðislesandi í Bergen í framtíðini kunnu gera náttúrukanningar í Fer- oyum i samstarvi við før- oysk lesandi. Somuleidis metir hann, at tað hevði ligið væl fyri hjá foroy- ingum at lisið djóra- og náttúrufreði í Bergen í staðin fyri í Danmark. Tá úrslitið frá kanning- ini, sum er gjørd á øllum oyggjunum uttan á Lítlu og Stóru Dímun, fyriligg- ur, kemur tað út á prenti. Anti-royking Mikudagin fóru nakrir av adventistunum oman á Kongabrúnna, har teir settu eina plakatsúlu upp við plakatum móti royking. Teir sýndu eisini við roykjandi dukkum, hvussu nógv nikotin kemur burtur úr einari sigarett