fríggjadagur 28. juli 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 28. juli 1978
itrottahornid
Hesin man ganga ov nógv upp í fót-
bólt.
Í blaðnum í dag hava vit frásøgn frå
finaludystunum í steypakappingini,
bæði í 1. og 2. deild. Harumframt
skriva vit á síðu 10 eina grein um
kappróður. Á síðu 10 kanst tú eisini
síggja í hvørjum nummarrað bátarnir
koma at liggja á Olavsøku.
sosialurin
Síða 7
Dómsnevndar-
úrskurðir
Ítróttaráhugaði kring landið hava
lagt til merkis teir dómsnevndar-
úrskurðir, sum eru komnir fram í
seinastuni eru heldur enn ikki und-
arligir.
At senda eina kæru til dóms-
nevndina er seinasti møguleiki, um
felog halda seg vera órættaði i
kappingunum, ið ÍSF skipar fyri, tí
avgerðir hennara kunnu ikki broyt-
ast uttan so, at hon sjálv tekur teir
upp til nýggja viðger.
Tann fyrri úrskurðurin er í kapp-
róðrardómsnevndini. Undir kapp-
róðrinum á norðoyarstevnu hendir
tað, at skotið verður ov tíðliga.
Høvudsdémararnir gera av, at rógv-
ast skal umaftur. Hóast manning-
arnar eru móðar, rógva tær umaft-
ur.
Málið kemur fyri dómsnevndina.
Hon avgerð, at róðurin á norðoyar-
stevnu skal ikki telja við í kappingini
um føroyameistaraheitid. Hetta er
ein vånalig og løgin stóða, tá bátar-
nir hava róð heilar 2 ferðir, sjálvt um
teir bert róðu 1000 metrar ta seinnu
ferðina.
Seinni úrskurðurin er í fótbólts-
dómsnevndini í kæruni í dystinum
millum B71 og B36 3. deild. B36
møtti ikki upp og fótbóltsdeildin
dømir teir at hava tapt dystin. Tá
málið kemur fyri dómsnevndina,
dømir hon umdyst við teirri grund-
geving, at dystirnir skuldu spælast
soleiðis, at leikararnir náddu heim-
aftur sama dag við skipunum hjá
Strandferðsluni. ,
Eisini hesin úrskurður er undarlig-
ur. Ti taka vit eitt dómi sum hendi í
1. deild í ár, har VB var vesturi í
Vágum og spældi móti MB. VB vildi
sleppa at leika leygardag, men hetta
góðtók fótbóltsdeildin ikki. Um teir
nú høvdu klagað um dystin, sum
varð leiktur sunnudag seinnapart,
so høvdu teir fingið viðhald frå
dómsnevndini.
Um teir nú høvdu tapt dystin, ið
varð leiktur sunnudag seinnapart,
so høvdu teir fingið viðhald frå
dómsnevndini, tí Smyril fer av
Havnini kl. 16 og ferðin úr Vágum til
Havnar tekur 2 tímar. Hetta vil aftur
siga tað, at dysturin ikki kann verða
spældur seinnapart sunnudag, men
fyrrapart, tí eingin dystur má vera
undir kirkjutíð, og um meguligt ikki
fyrr enn ein tíma aftan á at kirkju-
gongdin er liðug.
Dómsnevndin hevur gjørt tvey
stór mistøk.