Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 55 — 28. juli 1978 Enn eingin vinnari funnin Allar fyrireikingarnar hjá fótbóltsdeildini fóru í vaskið tí EIN maður segði nei. Fyri at finna vinnaran til Ísafjarðarsúluna skal ein nýggjur dystur spælast. Hvar og nær var ikki frætt tá blaðið fór til prentingar Sunnudagin á middegi kom Dúgvan úr Suðuroy. Hetta var ein eykatúrur í samband við seinnu final- una um Ísafjarðasúluna. Sum kunnugt eru tað HB og TB. ið eru komin í finaluna, og er spenning- urin ógvuliga stórur um, hvussu fór at gangast. Fyrra finalan, ið var spæld á Sevmýru, vann TB við 2 málum móti ein- um, meðan HB vann landskappingardystin í Gundadali við 3 málum móti 2. Hetta var tað á- skoðarnir høvdu í huga, tá teir leitaðu sær niðan á ovara vell í Gundadali. Líkindini Líkindini vóru ikki góð at spæla fótbólt í. Tað var nógvur mjerki og hann sirmaði, tá dysturin byrj- aði, men í seinna hálvleiki gjerdist rættuligt regn, so áskoðarnir fingu ikki tann besta fótbóltin at síggja, men dysturin var spenn- andi Fótbóltsdeildin Fótbóltsdeildin hevði fyri- reikað seg til hendan dyst- in, og lagt tað soleiðis til rættis, at um vinnarin var funnin, skuldi hann upp gjøgnum trappurnar í skýlinum, har mikrofonin stóð. og her skuldi Sverri Trónd Hansen handa vinnaranum steypið. Eis- ini var ætlanin at spæla tónleik millum hálvleikir- nar. Alt var til reiðar, men manglaði nú bert ein »stikkontakt«. Hon var eisini uppi í skýlinum, men sat inni í búrinum hjá útvarpinum. Tá fyrireik- ararnir fóru yvir í búrið at biðja um loyvi, fingu teir nei frá útvarpsstjóranum. Hví vita vit ikki, og duga heldur ikki at síggja nakra orsek til tess. Dysturin HB hevði sett sær fyri, at hesaferð skuldi ikki ganga sum í landskappingar- dystinum og byrjaðu teir við ógvuliga herðum trýsti á TB-málið. Teir fyrstu 5—6 minuttirnar kundu teir longu havt eini 2 mál. Hetta sóu tvera- menn, og hildu teir, at hetta kundi ikki halda á, men teir máttu gera okk- urt. Fingu midvøllin Tá umleið eitt korter var farið av dystinum, hevði TB troðkað seg so langt fram á vellin, at teir hevdu fingið yvirtakið á miðvellinum, sum teir áttu restina av dystinum. HB mál Hóast TB hevði yvirvág í spælinum hesa letuna, so var tað kortini HB, sum fyrst fekk bóltin í netið. HB fekk sítt fyrsta mál tá 26 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki. HB fekk eitt álop igjøgnum i høgru síðu og senda teir bóltin innfyri í brotsteigin hjá TB. Bólturin kom niður í fimm metrinum millum tveir TB leikarar, men hvergin skjeyt hann vekk. Bólturin stakk nakrar ferðir, tá kom Kári Niel- sen ímillum og við einum herðum skoti skeyt hann. Mortan í TB málinum leyp upp og fekk hendur- nar á bóltin, men skotið var somikið hart, at hend- urnar góvu eftir. Bólturin stakk av ermunum upp undir yvirliggjaran og aftur í ryggin á Mortani og so í netið. TB javnar út Hóast hesa 1—0 leiðslu fekk HB ikki yvirtakið á spælinum og nú gjerdist aftur rættuliga spenn- andi, tí nú var málmun- urin tann sami hjá báðum liðunum. Tá einir 36 min- uttir vóru farnir av fyrra hálvleiki fær Trond bæltin uttanfyri brotsteigin í hegru síðu, hetta var aft- an á klumpspæl framman fyri HB málinum. Trónd lyftir bóltin inn aftur í brotsteigin og dalar hann niður framman fyri HB málinum. Mikkjal loypur upp eftir honum, men er ov seinur so at bólturin endar í netinum. Nú var staðan 1—1, og var hetta eisini hålvleiksstødan. Seinni hálvleikur Spælið var tað sama í seinna sum í fyrra hálv- leiki. Nógvir málmegu- leikar vóru til bæði liðini, tó var tað TB, ið hevði tey flestu og vandamiklastu, tó uttan at fáa mál. Brotsspark Tá 25 min. vóru spældur av seinna hálvleiki, er HB í álopi. Bólturin er uttar- liga í brotsteiginum í vinstru síðu. Har verður ein HBari álopin og bein- ini verða tikin undan hon- um. Baldvin brikslar og peikar á brotssparksstað- ið. Hetta var rættvist. Nú sDenningurin aftur Eyðfinn., ið er kendur fyri síni vandamiklu skot verður settur at skjóta, men hvat hendir, bólturin fór bæði langt við síðuna av málinum og langt yvir. Lukkutið fyri hann, hevði Mortan flutt seg áðrenn skotið og stóð hann heldur ikki inni á málstrikuni. Nú kemur høgri bakkur Ola Jákup rennandi fram fyri at skjóta. TB ger nú eina broyting á liðnum, Mort- an verður tikin út og Gor- don kemur inn. Dómarin bríkslar, Ola Jákup renn- ur til og setur bóltin í netið tætt við vinstra mál- stólpa, uttan meguleika at bjarga. Nú var HB aftur á odda 2—1 og málmunurin hjá liðunum tann sami einaferð enn. Síðstu minuttirnir Hesar seinastu minuttir- nar royndi TB at javna út, men uttan úrslit. Tá gott korter var eftir kom Birgar inn á TB liðið og hevði hann tvær vanda- miklar royndir, tó uttan úrslit. Í hesum seinastu min- uttunum hendi tað, at Henrik verður feldur í høgru síðu, tå hann er sloppin inn um HB verj- una. Dómarin spyr seg fyri hjá linjuverjanum, ið sigur, at hetta hendi utt- anfyri, eg meini sjálvur, at tað var innanfyri. TB 7 Trónd hevur scorað fyri TB fekk so statt frispark 16 metrar frá málinum, hetta kom væl innfyri, tó uttan nakað úrslit. Samanumtikið Samanumtikið kann sig- ast um dystin, at hann var ikki av teimum bestu hvat fótbóltsspæli viðvíkur, men hugsi eg, at veðrið hevur verið ein orsek til tess. Spenningurin var tó stórur undir ellum dyst- inum. Nýggjur dystur Við tað at TB vann fyrru finaluna 2—1 og HB sein- nu eisini við 2—1 stendur nú á jevnum og skal nýggjur dystur spælast, áðrenn vit hava fingið nakran vinnara. Nær hes- in dystur verður, er ikki greitt enn, men meguleik- in er, at landskappingar- dysturin TB—VB og HB TB í einum av sínum nógvu álopum itrottur —B36 verður leiktur mikukveld, og umdystur- in í vikuskiftinum tá hesir dystir av rettum áttu at verið spældir, ella vit noyðast at bíða til 24. sep- tember. Dysturin skal spælast á einum uttan. veltaðum velli. Dómarin Dómarin gav 2 gul kort í dystinum, eitt til hvert liðið. Hans (TB) fekk sítt kort aftan á dystin fyri ljóta málburð sín, meðan (HB) fekk sítt undir dyst- inum. Eftir mínari metan má sigast um Baldvin, at hann sum vanligt ikki helt við nekrum av liðunum, men tó var heldur veikur hendan dagin. Til demis var Henrik lagdur flatur hverja ferð hann kom í nánd av Liasi, og Baldvin bert bríkslaði fyri fri- sparki, uttan at geva á- varðing.