fríggjadagur 28. juli 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 28. juli 1978
sosialurin
Síða 9
itrottur
Steypakappingin 2. deild
Royn sigraði
Sjálvt um NSÍ átti at vunnið fyrra finalu-
dystin við fleiri málum enn teir gjørdu,
vann Royn finaluna uppiborna við sam-
anlagt 4—3. Í 1976 vann Fram bæði
steypakappingina og 2. deild, og í 1977
gjørdi MB tað sama. Munnu hvalbingar
fara at føra hendan sið víðari?
ROYN—NSI 3—1 (1—1)
Málini: 0—1 Jústines
Justiniussen, 1—1 Martin
Eið, 2—1 Herður Jóhan-
neson og 3—1 Herður Jo-
hanneson.
Dómarar: Kjartan Sig-
trigsson, Páll Augustini-
ussen og Hans J. Hjelm
Áskoðarar: 350
Heldur óvanliga nógv fólk
hevdu seinasta leygardag
leitað sær oman á vellin í
Hvalba fyri at síggja
seinna finaludystin í
steypakappingini millum
Royn og NSÍ. Lagt var
upp til ein spennandi
dyst. NSÍ vann jú fyrru
finaluna í Runavík, og
kundu sostatt klára seg
við javnleiki, ímeðan
Royn mátti vinna við
tveimum málum. Hvar
mundi steypið, ið Eystur-
oyar heilsøla hevur givið
fara at enda í ár.
Royn betur
Royn byrjaði dystin bet-
ur, og áttu teir eisini meg-
inpartin av fyrra hálvleiki.
Tó fekk NSÍ tað fyrsta
Vinnari av steypakappingini 1978, Royn. Martin Eið vantar á myndini
Rætting frá fótbóltsdeildini
Fótbóltsdeildin biður okk-
um rætta, at teirra úr-
skurður í dystinum mill-
um B71 og B36 3. deild
var, at B71 vann dystin
uttan dyst, men at tað var
dómsnevndin, ið hevði av-
gjørt, at dysturin skuldi
spælast um aftur, tí dyst-
irnir skuldu spælast so-
leiðis, at spælararnir hev-
du meguleika at sleppa
heimaftur sama dag við
skipunum hjá Strand-
ferðsluni. Hetta má sigast
at verða ein vánalig
grundgeving, tí dysturin
millum EB og TB í
dreingjadeildini síðsta ár
vann EB ti TB dreingirnir
vóru farnir av velli fyri at
náa ein bát, Thorshavn,
suður á Hvalba leygar-
kveld. Hetta var gjert, tí
dreingirnir hjá TB skuldu
meta til pråvtøku måna-
morgun.
Við hasari grundgev-
ing, ið fótbóltsdeildin kom
við, mugu vit heita á teir
um at taka dómin upp
aftur til nýggja viðgerð.
Ein limur í B36 hevur
eisini gjert vart við, at or-
sekin til at B36 ikki metti
var ikki, at 1. deildarliðið
skuldi leika í Vágum.
Vit taka fegnir móti
einari frágreiðing frá
nevndini í B36 um hetta.
málið. Hetta kom tá einir
6 min. vóru leiktir. Jústi-
nes fær ein bólt beint utt-
anfyri brotsteigin og
sendir hann í netið. Hetta
visti seg eisini at vera tað
einasta NSÍ fekk burturúr
dystinum. Royn hevði alt
spælið restina av fyrra
hálvleiki, men eydnaðist
teimum bert at fáa tað
eina málið, sjálvt um teir
hevdu nógvar vandamikl-
ar atsóknir. Tað var Mart-
in, ið megnaði at fáa bólt-
in í málið. Dómarin demdi
mál, sjålvt um linjuverjin
veittraði fyri off-side.
Steðan var nú 1—1, og
gjørdist hetta eisini hálv-
leikssteðan.
Seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki gekk
spælið meira javnt enn í
fyrra, sjálvt um tað nú
vóru hvalbingar, ið fingu
málini teir áttu í fyrra
hálvleiki. Venjarin hjá
hvalbingum — íslending-
urin Herður — fekk bæði
seinnu málini hjá Royn.
Fyrra málið kom tá eitt
korter var farið av seinna
hálvleiki, og seinna tá 10.
min vóru eftir av dysti-
num. Frein var nú, sum
vera man, stór bæði hjá
spælarunum og ímillum á-
skoðararnar, og vunnu
teir eisini dystin uppibor-
ið.
Annars
Dysturin var vælleiktur
til tidir, og nógv betur enn
fyrri dysturin inni í Runa-
vik, sum var nógv tarnað-
ur av vindi 0.ø.
Hetta vóru hóast alt
oddaliðini í 2. deild. Veðr-
ið var gott, men var vell-
urin sera hálur av ti nógva
regninum, hvalbingar ha-
va jú einasta grasvøll í
Liðskiparin Mannbjern við gripinum
landinum. Hetta sýntist
at órógva NSI serliga
fyrrapartin av dystinum.
Aftaná handaði næst-
formaðurin í ÍSF, Sverre
Midjord, vinnarunum av
steypakappingini 1978,
gripin.
KUNNGERÐ UM
kappróður
á Olavsøku
Meðan kappróðurin fer fram Ólav-
søkuaftan, verður Tórshavnar havn
stongd fyri allari sigling, sum ikki er
eftir avtalu við havnamyndugleikar-
nar.
Somuleiðis verður økid, har
kappróðurin fer fram, stongt.
Bert kappróðrarbátar og teir bát-
ar, ið hava við róðurin at gera, mugu
ferðast innanfyri stongdu økini.
Føroya landfúti,
hin 24. juli 1978