mikudagur 2. august 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Dagblað
og dagpeningur
Dagblaðið heldur áfram við síni undirgraving av
uppskotinum til dagpeningaskipan, sum er til
viðgerðar í tinginum nú. Blaðið øtast um, hvussu
etiliga nógv hendan skipan kemur at kosta. Og
fyri at undirstrika hetta nýtir blaðið, sum íkki
eina ferð talfalsan. Blaðstjórin sammetir tær kr.
7.000 sum bert umsitingin av sjúkragrunninum
hjá handverkarum kostar við tær 15 mill. kr.,
sum samlaðu veitingar við dagpeningaskipanini
fara at kosta. Og so kunnu fólk sjálvi um at ógv-
ast. Men hesin máti at seta telini upp, sigur ikki
so heilt lítið um vælvildina fyri teimum, sum
hendan skipan skal hjálpa. Blaðið tykist at vera
fyri eini dagpeningaskipan, men hon skal íkki
kosta tí almenna nakað. T.v.s. at víst kunnu
arbeiðsmenn fáa endurgjald fyri sjúku, men teir
skulu gjalda tað sjálvir.
HETTA er alt sjónarmið, sum vit als ikki kunnu
góðtaka. Tað eigur at vera heilt klárt, at trygd
undir sjúku eigur at vera heilt sjálvsegd hjá ell-
um. Frammanundan er ellum fastlentum tryggj-
að 100% endurgjald frá fyrsta sjúkradegi. Og tal-
an er her hóast alt bert um 80% endurgjald frá 4.
degi. Væl eitt framstig, men ikki er komið á mál
enn. Men at rokna við at hetta skal elva til mis-
brúk rokna vit við er nakað langt av leið.
DAGBLAÐIÐ hevur fyrr koyrt fram við, at tann
uppskotna skipanin skal kosta so nógv í umsit-
ing. Men hetta er ikki so. Í uppskotinum verður
roknað við einum samlaðum utgjaldi til dagpen-
ing uppá 17,2 mill. kr. Umsitingin av hesum verð-
ur mett til 1,1 mill. ella um 6%. Vit hava tó bitið
merki í, at meðan kostnaðurin av teimum eyka
6—7 skrivstovufólkum, sum neyðugt verður at
seta, er mettur til kr. 450.000, so verður útreiðsla
av læknaváttanum mett til kr. 400.000, ella nær-
um líka nógv. Hetta er eitt tal, sum gevur okkum
eitt sindur at hugsa um.
AT rokna við at tervurin fyri dagpeningi skal vera
minni, um umsitingin verður legd aðrastaðni enn
á Almannastovuni, tað er ein teori, sum er so
tápilig, at bert blaðstjórin á Dagblaðnum kann
fostra hana. Vit halda tað vera sjálvsagt at
byrðarnar av eini dagpeningaskipan skulu berast
av okkum ellum. Allir skattaborgarar hava jú
frammanundan borið tað, sum sjúkratrygdin hjá
teimum alment settu kostar, so tað kann bert vera
rímiligt, at samlaði kostnaðurin av hesum verður
borin í felag.
MEÐAN vit eru við dagpeningaskipan, so kunnu
vit minna á, at Fiskimannafelagið og Meginfelag
Útróðrarmanna hava gjert vart við, at eftir upp-
skotinum hjá landsstýrinum verða fiskimenn í
summum ferum verri fyri, enn teir eru nú, tí skot-
ið er upp, at sjúkratryggingini hjá lenjavningar-
grunninum er ætlað at halda uppat. Hetta halda
vit, at menn eiga at hava í huga undir viðgerðini
av hesum máli, og vit halda, at skipanin hjá løn-
javningargrunninum um upp til 3 mánaða
minstulen til fiskimenn eigur at halda áfram.
ALT í alt má sigast, at uppskotið um dag-
peningaskipan er eitt tað stersta framstig hjá
verkafólki higartil, og tað kann ikki gagna
málinum, at samgongumenn royna at leggja ilt
fyri málið.
sosialurin
Nr. 56 — 2. august 1978
Ein heilsan til Óla Breckmann frá einum
alment løntum skrivstovunæmingi
I Sosialinum 6lavsøkuaft-
an hevur Jåkup Linden-
skov, landsstýrismaður,
grein, ið hann nevnir
>Grov skuldseting.«
Hetta er viðmerking til
grein, sum Óli Breck-
mann hevði í Dagblaðnum
tann 19. juli 1978.
Hvat, í hesi grein stóð,
veit eg ikki — eg lesi
nevniliga rættiliga sjáldan
Dagblaðið — men tað,
sum endurgivið verður í
Sosialinum, er sum alt
annað, sum kemur frá Ola
Breckmann. So óndskaps-
fult, at sjálvt hansara
fremstu idolir í Suður-
amerika hevdu skamm-
ast, um teir lósu tað. Enn
einaferð bítur hann síni
egnu, tey alment lentu, í
bakið.
Lat meg beinanvegin
siga, at tann uppfatan, Óli
Breckmann — og fyri
tann skuld so mangur
annar við — hevur fingið
av almenna lenarlagnum,
er ikki so heilt bein. Iva-
leyst eru einstakir starvs-
menn soleiðis fyrikomnir,
at teir kunnu fara eina
uttanlandsferð við familj-
uni. Tað kann ein og hver
starvsmaður, sum hevur
familju og meguliga hús í
Havn, ikki. Tað almenna
lenarlagið er nevniliga aft-
urúrsiglt. Og so handan
har við feriuni upp á
landsins besta. Har sigi eg
sum norðmaðurin á sinni:
»Den lurer jeg på.« Man
nakar gera tað? Oli, eg
rokni ikki við, at tú trýrt
hasum sjálvur!
Í einum reglubroti, ið
endurgivið er í Sosiali-
num, stendur soleiðis:
>Hygg eftir almennu
stovnunum, har smábyro-
kratarnir ganga í torvum
og útinna eitt út av lagi
óproduktivt arbeidi«.
Hetta má eg, sum
starvsmaður á eini av
teimum sterru almennu
skrivstovunum, nevniliga
Feroya Gjaldstovu, harð-
liga átala. Eg kann siga
tær Óli, at tað er ikki so
lítið, har verður lagt frá
hondini um dagarnar.
Hvussu hevði verið vorð-
ið, um t.d. Gjaldstovan
hevði verið ruddað fyri
fólk, so einans eini fýra-
fimm vóru eftir. Hvussu
dagbókin
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Mar-
ita og Mortan Joensen,
Tradargøta 24, Argir,
halda silvurbrudleyp.
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
lætt hevði tað so verið at
fingið eina gravimaskinu
tollgreidda, so hon kundi
komið út og gjørt eitt
produktivt arbeiði? Ella
eina borimaskinu, ein
hamara, ein spaka o.s.fr?
Nei eg spyrji bara. Og
tollurin skal inn, so ting-
menn, lærarar og slíkir í
óproduktivum almennum
størvum kunnu fáa pening
at keypa børnunum kara-
mellur og sjokolåtu fyri.
Í greinini hjá J. Linden-
skov kemur fram ein ivi
um, annaðhvert tað er
fólkaflokkurin, ella tað er
Óli Breckmann persón-
liga, sum stendur aftan
fyri hasa hugsanina í Dag-
blaðnum. Landsstýris-
maðurin átti at vita, at
hatta er gomul fólkafloks-
hugsan, men at tað bara
ikki er nakar, sum fyrr
hevur torað at brotið nøs-
ina (?). Nú hava teir
meguleikan, so hví ikki
lata Ola Breckmann tað!
Hann torir.
Men, er tað Óli Breck-
mann einsamallur, sum nú
skal fáa fascismu á stovn í
landinum, so minst til,
Óli, orðini hjá Eiriki jalli
til danakongin á sinni:
>Tú tekur ikki Ormin
Langa við danskari makt
aleina«.
Nei, sanniliga eru før-
oyingar so frægt at sær
komnir, at teir ikki lata
seg taka av fótum hverja
ferð Oli Breckmann fær
eitt hysteriskt anfall.
Til seinast eini ráð til
Óla Breckmann: Tá hasi
herðindini koma á teg, far
so út á vestaru bryggju og
legg allan handa
»energiin«, tú hevur, nið-
Frá 2 til 115 hk.
Á goymslu 5—, 8— 15-
og 28 hk.
Lagaligar gjaldstreytir.
Sela og service
Sjúrður Strem
Vági, tlf. 73498
Brochurur verða sendar.
ur í einar tveir stampar
heldur enn at oysa gall og
gor út yvir fólk, ið iva-
leyst rekja SÍTT starv
eins væl og onkur annar.
við-
Edvard í Skorðini
Tíðarritið
VERKFRÆÐI
ap
EA
a.
er komið!
Fæst í bókabúðunum.
Leys størv
4 ferðalærarasterv við bygdaskúlarnar i Føroyum
verða hervið lýst leys at seta fyri skúlaárið 1978/
79.
Stervini eru við:
1. Gásadals skúla
2. Haraldsunds skúla
3. Kaldbaksbotns skúla
4. Kolturs skúla
Starvið við Gásadals skúla er sett til 18. undir-
visingartimar um vikuna og við Kolturs skúla til
24 undirvísingartímar um vikuna.
Ferðalærararnir verða lentir sambært regl-
unum í rundskrivi frá skúlastjórnini dagfest 19.
mai 1972 um tímalærarar, sergreinalærarar og
vikarar.
Mánaðarlenin hjá einum ferðalærara við lær-
araútbúgving er í letuni 6.650,67 kr., og hjá
ferðalærarum við aðrari útbúgving er hon í letuni
5.467,54 kr. Lenin hjá ferðalæraranum við Gása-
dals skúla er í letuni 18/28 1/2 av omanfyri
nevndu månadarlønum og við Kolturs skúla 24/
28 1/2 av omanfyri nevndu månadarlønum.
Harumframt eigur ein ferðalærari rætt til 6-
keypis innivist uttan mat.
Umsóknarblað eru at fáa frá skúlastjórnini (tlf.
Tórshavn 11040).
Umsóknir skulu vera skúlastjórnini í hendi í
seinasta lagi tann 10. august 1978.
FØROYA SKÚLASTJÓRN,
Tórshavn 26. juli 1978
A.J. Arnskov
skr.
merkingar
|