mikudagur 2. august 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 2. august 1978
Askodarar tarnaðu
sosialurin
Síða 3
bjargingarroyndini
— »madurin« i bilinum druknaði
Olavsøkudag hevdi Havn-
ar bjargingarfelag bjarg-
ingarroynd frammanfyri
havnarskrivstovuni.
Fyrst varð víst, hvussu
fólk verður bjargað við
helikoptara — úr sjónum
og úr bjargingarbáti. Tá
hetta var liðugt, varð ein
bilur koyrdur á bláman.
Bilurin fer út í, dukkan situr við róðrið
Bilurin fleyt nakað leingi,
góðan hálvanannan
minutt, men so sakk
hann. Tá fór ein frosk-
maður niður til bilin og
letu seinni komu ikki færri
enn tveir politibilar. Eisini
sjúkrabilurin kom á staðið
við blinkandi ljósum og
ýlandi sirenu.
Nú varð alt gjert til
reiðar at taka ímóti mann-
inum í tí sokna bilinum og
iltmaska og bera stóðu
klár á bryggjuni. Ein leta
gekk, so kom froskmað-
urin upp við manninum úr
bilinum, men tá var ov
seint — maðurin var
druknaður.
Men — tibetur — hetta
var bert ein roynd og
»madurin« ein dukka.
Men hvussu var og ikki,
tann druknaði varð borin í
sjúkrabilin, sum fór av-
stað við sirenu og bláum
ljósum.
Tarnaðir av
áskoðarum
Bryggjan var stúgvandi
full av áskoðarum og
0
Teir gera klárt at taka móti dukkuni, sum fór í havið
framferðin hjá einum parti
av teimum var ikki til
fyrimyndar. Tá politiið
royndi at gera eina rás til
bjargingarmenninar at
ganga eftir, vildu fólk ikki
flyta seg ein tumma.
Hetta tarnaði bjargingini.
Tað hevði kanska ikki so
stóran týdning í hesum
førinum, ti hetta var bert
ein roynd. Men onkran
annan dag kann tað verða
álvara og standa um lív.
Hurðar, rútar og innbúgv illa viðfarið
Leysliga mett kemur tað at kosta 30.000
kr. at fáa skúlarnar í rætt lag aftur. Talan
er ikki bert um órudd, men um veruligt
herverk. Tað er serliga WC'ini og real-
skúlin, sum hava fingið eina harðliga
viðferð
Ikki var tað tespiligt hjá
ruddingarfólki at koma
oman í Gamla Realskúlan
mánamorgunin aftaná
Olavsøkuna.
Rutar eru brotnir i nær-
um hvørjum vindeyga. Å
WC'unum, sum eisini
vórðu nýtt av almenning-
inum undir dansinum og
tivoli-haldinum hjá Tórs-
havnar Ítróttarráð, eru
hurðar skræddar av,
kummur og spegl illa við-
farið og brotið.
Róðrarfólk
hevði innivist
Undir 6élavsøkuni hava
róðrarfólk havt innivist í
skúlanum, men um tað
eru ótangar millum róðr-
arfólkið, ella um tað eru
onnur, sum hava framt
herverkið, veit eingin at
siga, men hendingin rakar
alt róðrarfólkið í øllum
forum.
Formaðurin í Havnar
Róðrarfelag og í ítróttar-
ráðnum, Heðin Morten-
sen, harmast hendingina:
— Annað kann ikki sig-
ast, enn at tað er syndar-
ligt. Spurningurin er, um
vit i framtíðini fáa loyvi
frá Tórshavnar kommunu
til at hýsa róðrarfólkinum
í skúlunum.
— Tað er eitt stórt
skuffilsi at síggja slíkt, tá
vit jú hava lagt stórt ar-
beiði í fyrireikingarnar til
stevnuna.
Innbúgv
illa viðfarið
Men inni í skúlastovunum
sá ikki nógv mætari út.
Eitt var óruddið — fløsk-
ur, sigarettstumpar o.a.
— eitt annað er, at tað er
framt beinleiðis herverk.
Hurð er sparkað inn,
pultur er brotin, krampar
eru boygdir av vindeyg-
unum og hillar skræddar
niður. Hurðakarmurin inn
til rúmið hjá varaskúla-
stjóranum er brotin inn.
Ikki nóg mikið við ti.
Bekur vóru tveittar út í
tún.
Vaktarmaður
alt samdøgrid
Heðin Mortensen sigur, at
Havnar Róðrarfelag lænir
skúlan frá kommununi og
felagið hevur ábyrgd av,
at alt fer semiliga fram.
At syrgja fyri hesum hev-
ur felagið vaktarmenn á
staðnum alt samdegrið —
ein um dagin og tveir á
nátt — men teir kunnu
ikki vera allastaðni sam-
stundis.
Í skúlanum á Frúutreð
búðu róðrargentur, men
har var einki at finnast at.
Tað kann altid roknast við
óruddi og onkrum små-
vegis breki, tá nógv fólk
býr á sama stað, men so
galið hevur tað ikki verið
áður. Hetta er ikki nakað
sum bert ger seg galdandi
í Havn, men somuleiðis á
bygd.
30.000 at seta
i stand
Skulatænarin vi3 komm-
unuskúlan, Brynjer Gre-
goriussen, sum heldur, at
tað hålva hevði verið nog
mikið, sigur, at leysliga
mett kostar tað eini
30.000 kr. at fáa skúlan í
rætt lag aftur. Hann sig-
ur, at longu nú eru vaski-
konurnar farnar til arbeið-
is og tað eru 14 dagar fyrr-
enn ætlað var framman-
undan.