Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 2. august 1978 sosialurin Síða 9 Olavsøkurøda løgmans 1978: Hallið á gjaldsjavnanum einans góðar 10 milliónir Hóast stóru broytingar- nar í vinnu- og veiðu- meguleikunum hesi sein- astu árini og óvissu um meguleikarnar innan nakrar veiðuhættir, eru úrslitini í árinum 1977 og fyrru helvt av 1978 sum heild frægari enn undan- farin ár. Í 1977 vóru vit varug við ein óvanliga stóran vekstur í útflutningsvirði og útflutningsnegd í mun til 1976, meirútflutningur- in var uppá 131 miljónir kr. og vit seldu fyri 862 milj. kr. íalt, ella nærri tvifalt tað, selt var fyri í 1974 og 1975. Higartil í ár hevur eydnast at halda fram- leiðslu og útflutning á sama høga stigi sum í fjør. hóast úrslitið er heldur lakari. Nøgdin framleidd og seld er fyrra hálvár sterri í ár, men virðið av framleiðsluni 10—15 milj. kr. minni og liggur saml- aði útflutningurin umleið 330 milj. kr. Dollarfallið høvudsorsøkin Fallið i dollaravirðinum mótvegis krónuni er ein meginorsekin til, at hin sterra nøgdin ikki gevur hækking í samlaða út- flutninginum. Hitt so- nevnda býtislutfallið í utt- anríkishandli okkara er versnað nakað aftur. Tað var jú í botni undir olju- kreppuni í 1975, men hækkaði so líðandi aftur í 1976 og 1977, og var nær- um komið upp aftur í leguna frá 1970, hóast metið, galdandi var í 1973 enn liggur væl omanfyri. Kortini mugu vit vera nøgd við, at Føroyar av fleiri vestanlondum einsa- mallar hava fingið bett um býtislutfallið í 1977. Indeksið í hesum lutfalli sigur frá hvussu nógv meira ella minni vit kunnu gjalda av innfluttum ver- um við somu negd av út- flutningsverum. Hallið bert 10 mill. kr. Handilsjavni Feroya batnaði ógvuliga nógv í fjør og minkaði hallið á handilsjavnanum úr 158 milj. kr. niður í 38 milj. kr. og í veruleikanum var yvirskot uppá 22 milj. kr. um skipainnflutningur verður frádrigin. Hallið á samlaða gjaldsjavna Fer- oya var í 1977 umleið 10— 12 milj. kr. mótvegis 113 milj. kr. í 1976. Tá vitað er, at tað serliga eru tær ovurhonds stóru ílegurnar í vinnuskapandi tól, skip, virkir, goymslubygningar og sethús, sum gera, at vit hóast metútflutning hava eitt gjaldsjavnahall, er ikki orsek til at lata seg órógva av hesum, tí hesar ílegur eru grundarlag undir framhaldandi bett- um meguleikum her á landi. Eisini uppsparing før- oyinga vaks i 1977 eina- ferð enn og var hon 537 milj. kr. mótvegis 418 milj. kr. i 1976 og 406 milj. kr. í 1975. Samlaðu vinnulivs-, einstaklinga- og almennu ílegurnar lógu um 675 milj. kr. ella 175 milj. kr. meira enn í 1976. Broytingar í fiskiveiðu- mynstrinum Meðan árið í fjør og tað sum farið er av 1978, hevur verið merkt av risa- vekstri í framleiðslu, ílog- um og uppsparing sam- stundis sum arbeiði hevur verið til fleiri hendur enn fyrr, so hevur hetta tíðar- skeiðið verið serliga merkt av teim broytingum í fiskimynstrinum, sum standast av býtinum av havinum og fiskastovnu- num. Feroyingar veiða stød- ugt meira í egnum sjógvi og samstundis fjara nakrir meguleikar á fjar- og mið- leiðum burtur, meðan aðr- ir taka seg upp. Fyrra hálvár í ár eru t.d. veidd meira enn 40.000 tons av gagnfiski og 26.000 tons av svartkjafti á foroya- leiðunum. Upsaveiðan fer nú av álvara at hava týdn- ing, men enn eru ógvuliga stórir ónýttir meguleikar innan ymsar stovnar á okkara leiðum. Nyiløgurnar í skip vóru í 1977 203 mill. kr. Suðuroyingur — eitt av teimum nýggju ferunum Umreða av teim broyt- ingum sum væntandi verða, og teim tiltøkum, neyðug eru at fremja, skulu nýggir meguleikar troytast, skal eg taka upp aftur seinni. Føroyar — ov góða umrødu Í danskari og útlendskari pressu hava Føroyar seinnu tíðina verið um- reddar sum landið har alt gongur øvugt av búskap- arliga streyminum á meg- inlandinum. Tað legna fyribrigdi at hákonjunkt- urur tykist valda, meðan avmarkingar fara fram, og meðan restin av vestur- heiminum stríðir seg spakuliga uppúraftur kreppu- og arbeiðsloysi, verður havt á máli og viðurskiftini her verða tí lýst á ein hátt, sum als ikki samsvarar við tað álvarsliga útlit, sum fyri er, og tær álvarsligu, kostnaðarmiklu broyting- ar, sum fyri standa. Tað er ikki víst, at henda umreða tænir før- oyskum áhugamálum best, tí hon kámar burtur í vitsku teirra, sum vit skulu samráðast og ting- ast við, teir keldu veru- leikar, sum treyta fer- oyskar lívsmeguleikar. Hepnaðist við lántøku Vit kunnu taka umreðuna sum viðurkenning av, at politikkurin við at produ- cera seg burtur úr krepp- uni í 1974/75, m.a. við uttanlands låntøkum, heppnadist fyri sitandi samgongu, men reyp var ongantið mett dygd at vera i Føroyum, og mugu vit ti ikki gloyma at gera vart við óvissuna, sum liggur aftan fyri sjónar- ringin. Vit mugu hava í huga, at orsøkin til, at tillaging til broyttar um- steður enn hevur eydnast, er, at ikki hevur verið longri millum brotini, enn at tíð var at fóta sær hjá honum, ið frammanundan visti, at tey komu, og fyri- munurin hjá føroyinginum í tí leiki sum nú fer fram, er kanska hann, at longu í fimti- og sekstiárunum noyddist hann at sekja aðrar leiðir enn tær, sum tá lógu avbardar. Men givið er, at tær leiðir, sum kunnu roynast í øllum lík- indum gerast færri og færri, og tí kann framtíðar virksemið bert liggja á høgum stigi, um allar kreftir virka við sama hegni og skili, sum gjøgn- um eldir sermerkti hin stillføra og spaklynta, men vitandi og viljandi Atli Dam, legmaður feroyingin. Vit koma framyvir meira óvart at vera fyri bakkøstum tí meguleikar knappliga ganga undan, tí má tjóðin sum heild standa á varðhaldi at bera upp í móti allastaðni har ágangur ger vart við seg, og eingin skal dusa sær í, at aðrir í letuni halda okk- um vera væl fyri. Vit kunnu tá eisini, sjálvt við minni veiðu- negd, men ektari viðgerð á teim ílegukrevjandi virkjunum, tryggja tann til samfelagsraksturin neyðuga búskaparliga veksturin. Landskassans inntøkur munandi øktar Tå eitt land år um år hevur so munandi vøkstur i utflutningi sum vit hava havt frå 1975—1978, fær hetta eisini stóra åvirkan á allan búskap landsins. Eisini á fíggjarlógini må hetta koma fram sum ein munandi vekstur. Keypi- orka einstaklingsins veks- ur og harvið innflutning- urin, ið aftur kastar av sær meirtoll. Hin hægra inntekan hjá ti einstaka gevur meirskatt av sær, so hóast skattastigin var óbroyttur í 1975 og 76 og lækkaður í 1977 eru lands- kassans inntøkur mun- andi øktar. Tå kreppan i 1975 setti økt krøv til landskassans orku at studla, hækkadi tollurin á ymsum ikki neyðsynjarverum, men eru síðani ongar hækking- ar farnar fram. Medalinntøkan tvífaldað Medalskattainntøkan aft- aná skattafrádrátt var í 1974/75 22.200 kr. og er nú í 1978/79 kr. 42.000 og samlaða skattskylduga inntøkan er vaksin úr 440 milj. kr. upp í slakar 865 milj. kr. Inntøkuvøkstur borgar anna og hins almenna hevur treytað eitt virk- semi í samfelagnum sum helst ongantið áður, og harvið eisini verið merktur av einum ektum forbrúki og innflutningi í mun til fyrr. Tá hetta forbrúk ikki hevur verið tálmað av sit- andi samgongu við eyka- tolli og avgjeldum, kemst hetta av, at handilsjavnin hevur verið í hampuligari legu og serliga av, at býtið millum teir triggjar meg- inbólkarnar av innflutn- ingsverum: forbrúksver- ur, ílegugegn og ráverur til idnadin hevur verið slíkt, at nógv hin stersti veksturin vóru ílegugegn- ini og ráverur til idnaðin. Kanska neyðugt við tollbroytingum I samband við umlegging av skattingini og harvið lætta í beinleiðis skatti- num og í samband við tær strukturbroytingar innan fiskivinnuna, sum standa fyri, og neyðuga stuðulin til fiskaprisin nú dollarin fór á botn, verður kanska neyðugt at broyta toll- og avgjaldsskipanina, so meira fæst inn tann vegin Figgjarætlanir hins al- menna hava verið lagdar við javnvág eftir meting av ti, verandi skatta- og tollógir kundu geva, og tí tørvi, sum var á teim ymsu samfelagsekjunum t.v.s. at ikki hevur verið budgetterað við halli ella yvirskoti fyri at stuðla ella avmarka virksemið í sam- —