Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin ” felagnum, burtursæð frå ílegulántekum í vanligan mun. Kortini hevur hvert ár verið eitt sterri ella minni roknskaparligt yv- irskot. Steðgaðu ikki ávísum hjólum Krevini til landskassan vaksa ikki seinni enn inn- tekurnar, heldur tvertur í- móti, men sitandi sam- gonga hevur roynt at ganga hesum á meti so- leiðis, at samfelagið í øll- um tess liðum skilabest fekk nektað åvisan part av sínum tervi, heldur enn at lurtað bleiv eftir teim reddum, sum talaðu um at steðga åvisum samfelags- hjólum ella åvisum út- byggingum, tí hesar redd- ir fjálturskotnar mettu, at vinnan ikki kom at standa undir broytingunum, men tervaði ílegupeningin til beinleiðis forbrúk. Síðan vit av álvara fóru undir at útbyggja landið við vegum, havnum, skúl- um og øllum ti, sum krevst í einum nútímans samfelag og hartil at byggja upp ein effektivan veiðuflota, hevur legting- ið veitt tí til einahverja tíð sitandi landsstýri av- markaðar lániheimildir til fremjan av tilikum iløg- um. Mong av hesum lán- um eru fult afturgoldin ella komin niður á heilt smáar upphæddir. Utbyggingar — ikki forbrúk Sitandi landsstýri hevur nýtt slíkar heimildir og eru lánini bert nýtt til út- byggingar og ikki til for- brúk. Flestu teirra eru í fremmandum gjaldoyra uttan ríkisveðhald og eru sostatt prógv fyri, at álit- ið til gjaldføri okkara fer- oyinga er styrkt uttan- lands. Lánini eru av figgj- arfrødingum mett lagalig at vera til rentu og av- dráttartíð, og har, aftur- gjaldingin fellur aftanå å- vist avdråttarfritt åramål, hevur landskassin sett av årliga partin, soleidis at peningurin er tøkur å aft- urgjaldingardegnum. Talað hevur verið um hesi mongu lán sum eitt ómegdartekin, men kann vera sagt frá, at meðan samlaðu lán landskassans 31.3.1970 vóru 60 mió. kr. vóru tey 31.3.1975 154 mió. kr. og 31.3. 1978 komin uppá 223 mió. kr., so hóast mong lán hevur afturgjaldingin verið í lagi. Kapitalfátækt land ha- va Feroyar verið og mangt vinnutiltakið er óivað darvað av hesum gjegnum tíðirnar, men síðan vit fóru at reka nú- tímans buskaparpolitikk við låntøkum, tá slíkt er skilagott, hava vit iva- leyst við hesum tilførda peningi medvirkað til, at lánistovnar og landið sjálvt hava kunnað økt lánsvirksemið til framleið- sluútbyggingar. Prisvøksturin 18 pst Prisvøksturin var aftur seinasta år i såmuligari legu og er prishækkingin i trý ára skeiðinum 1. juli 1975 til 30. juni 1978 slek 19%, og er hetta lægri enn í flestu vestanlondum. Við tí ekta virksemi, sum ár um ár ger seg galdandi, nú størri rá- verunegd skal viðgerast, er gott útlit fyri, at lands- kassin framyvir fer at hava orku til at nekta tervin á fleiri og fleiri samfelagsekjum, og eisini at stuðla til umleggingar og laða uppí har lið koma á garðin, men krav sam- felagsins má framvegis vera, at tey, sum hava fingið í hendi at umsita felagsskaptu virðini, eru fús at ganga getuna víðari fram, og ikki lata ormin ringja seg um gullið, teim var litið í hendi. Nr. 56 — 2. august 1978 Framleiðsluorka til viðgerð av 1000—1500 tonsum av ídnaðarfiski dagliga má byggjast beinanvegin. Durid liggur her fullfermd á Fuglafirði Kunnu stórt sæð verða nøgdir við veidumøguleikarnar Veiðumeguleikarnar hjá flota okkara í 1977 kunnu vit stórt sæð vera nøgd við, hóast okkurt bak- kastið kom fyri, so sum at garnaskipini ikki sluppu til Grenlands. Eisini í 1978 hava meguleikarnir verið so mikið góðir, at heildar- veiðan fyrra hálvár togar upp ímóti 170.000 tonsum sum er umleið 10.000 tons meira enn fyrra hálvár í fjør ella nærum tað sama sum ársveiðan var fyrst í sjeytiárunum. Garnaskipini eru øll far- in í aðra vinnu og eiga saman við ti parti av idn- aðarflotanum, sum hevur lagt um til feskfiskaveiðu munandi part i ti vøkstri, verið hevur á okkara grunnum. Hesi skip og nýggju trolararnir tykjast at hava hampuliga úrteku undir Feroyum og serliga munar veiða teirra í upsa- stovninum væl at veita virkjum okkara meira rá- veru. Ikki gott ár Rakstrarúrslitini í 1977 sýna, at hjá meginpart- inum av linuflotanum á langfaraveiðu royndist ár- ið ikki gott orsakað av veiðubanninum í Gren- landi, kortini fingu sterri skipini, sum royndu á Flemish Cap væl burtur- úr. Ísfiskalínubátarnir eru framvegis í trongsteðu, meðan saltfiska- og flaka- trolararnir høvdu eitt gott ár við størri avlopi til rentur, avdrátt og fyri- sæti enn árið fyri. Eisini nótaskipini og frystiskipini á hemara- og svartkalvaveiðu = høvdu eitt gott ár við frægari úr- slitum enn áður. Feskfiskatrolararnir og idnadarskipini fingu um- leið somu úrteku í 1977 sum í 1976, meðan rækju- skipini hevdu eitt framúr- gott ár við stórum megu- leikum fyri at fremja eina munagóða konsolidering. Betur við útróðrarflotanum Útróðrarflotin sum heild fekk meira burturúr í 1977, bæði til bátar og manning. Manningarpartarnir innan nærum allar veiðu- hættir lógu í 1977 nakað hægri enn árið fyri og sambært uppgerð Feroya Fiskimannafelags var hækkingin í inntøkum pr. dag í onkrum feri 50%. Tað er framvegis fesk- fiskalínuflotin, sum liggur ov lágt bæði tá hugsað er um úrteku til manning og eigarar, og ídnaðarskipini hava ilt við at fáa endar- nar at rokka saman, hóast hýrurnar við hesum flota eru heldur frægari. Ikki øll skipaslog, eisini slík, sum vit hava avgjert fyri neyðini, hava sostatt havt tað líka lætt figgjar- liga, sjålvt um tey ikki hava havt undir miðlinga fiskiskap, men útreiðslur av ymiskum slagi hava verið stødugt vaksandi í hægri mun enn inntekur- nar, og hevur hetta serliga gjørt seg galdandi fyri okkara línubátar, sum hava átt ein stóran part av fiskiskapinum við Ísland og undir Feroyum. Landsstýrið hevur roynt at komið hesum veiðihátti til hjálpar á ymsan hátt, m.a. stuðlað umlegging til meira mekaniseraða drift, og harumframt legði landsstýrið í vár uppskot fyri tingið um eina agn- midstød, sum skal skapa meguleikar at útvega bí- ligt agn. Umskipað stuðuls- veitingarnar Sum ávíst bleiv í fjør og árini frammanundan, er tað framvegis tørvur á at fáa umskipað stuðulsveit- ingarnar, so tær ikki virka eins >generelt< og nú, men at veiðuhættir, sum mugu varðveitast, skulu fiski- meguleikar varðveitast, fáa munabetri stuðul enn nú, meðan avmarkað verður innan veiðuhættir Þar veruliga talan er um góða inntøku. Línuflotan og ídnaðarflotan er enn skilagott at varðveita, serliga tí talan er um munandi ráverugrundar- lag hjá fiskaidnadi okk- ara. Fiskivinnan sum heild var stedd í ógvuliga trongum umstødum, tá hetta landsstýrið tók við, og longu fyrsta figgjarårid var stuðulin til fiskivinn- una hækkaður við einum 400%, til umleið 52 milj. kr. Ráfiskagrunnurin 35 mill. kr. Harav hevur stuðulin til feskfiskaveiduna gjøgnum råfiskagrunnin og studn- ingsskipanina seinastu år- ini ligið uppá nakrar og 20 milj. kr. um árið, meðan sami studningur í figgjar- árinum 1974/75 var um- leið 8—9 milj. kr. Við teim víkjandi dollarkursum, ið hava verið í ár, hevur rá- fiskaprísurin, sum síðani 1975 hevur verið vaks- andi, og sum seint í 1977 lá rættuliga høgt, verið fyri einum falli. Hetta fall hevur landsstýrið roynt at bøtt um við at leggja upp- skot fyri tingið nú um eina eykailøgu í råfiskagrunnin uppå 10 milj. kr., soleidis at studulin til råfiska- grunnin i hesum figgjaråri kemur uppå uml. 35 milj. kr., og til prisiskoyti verð- ur upphæddin í år umleið 14 milj. kr., so samanlagt togar studulin til fesk- fiskaveiðuna í hesum figgjaråri upp ímóti 50 milj. kr. lvasamt við kraftblokka- skipunum Tað er ivasamt um kraft- blokkaflotin í 1978 fær eins góð úrslit sum í 1977. Higartil hevur árið roynst soltnari, og veldst nú um, hvussu sáttmálarnir um 44.000 tons av makreli og 30.000 tons av brislingi koma at roynast, og um vit kunnu nýta nakað av teim 30.000 tonsunum av summarlodnu í Barents- havinum, lodnuna í Eyst- urgrønlandi og svartkjaft- inum i Dohrn banka. Høvdu vit betri mót- tøkuumstødur fyri ídnað- arfisk og var longri komið áleiðis við svartkjafta- kanningunum í matveru- idnadinum, hevði hesin floti og idnadarflotin fing- ið munandi meira burtur- úr fyrra hálvár. Viðgerð av ídnaðarfiski Tað stendur longu greitt, at framleiðsluorka til við- gerð av 1000—1500 tons- um av ídnaðarfiski dag- liga má byggjast beinan- vegin. Kanningarnar, sum landsstýrið hevur sett í gongd á eðrum ári um hvussu, á hvenn hátt, tað er gjørligt at fáa svart- kjaft til beinleiðis mat- veruframleiðslu, mugu fremjast so skjótt til ber, og støda má takast til, í hvenn mun tey sterru kraftblokkaskipini skulu útbyggjast til at lasta eini 300— 500 tons meira hvert teirra o.s.fr. Landsstýrið fer í næst- um saman við nevndunum fyri feløgini nótaskip og idnadarskip at seta ar- beiðsbóik at leggja hesar spurningar greiðar, og spurningar, um viðvíkja framtíðar veiðumeguleik- unum hjá hesum pertum av vinnuni. Rækjuflotin tykist fáa góð úrslit í ár eisini, men mugu »alternativu« møguleikarnir i Eystur- grønlandi, Barentshav:- num og vid Canada rr ast vid tað fyrsta. Líta meira á landleiðina Tað er líkt til, at vit sum frá líður meira og meira koma at dúva uppá tað, sum okkara landleið kann geva, í fyrstu syftu tað, sum vit kunnu veiða sjálvir, og í aðru syftu tað, sum vit kunnu lata +