Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. august 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 5. august 1978 = vanliga munandi enn skattainntøkan. I knappum vidfangi ber til at hækka ella lækka gjøldini, ætlar ein at minka ella vaksa um eftir- spurningin innan åvisar verubólkar, orsøkin hevur ymsan fíggjarpolitiskan uppruna. Fortreyt er kortini, at tú nágreiniliga kennir veru- og nýtslugrundar- lagið og sostatt hevur eina útbygda hagtalsskipan. Slíka hava vit ikki, og er tí tollalóggávan lítið út- greinað á verur, men er grundarlagið ein meira ella minni tilvildarlig savning í verubólkar. hægri Hava einki yvirlit yvir einstøku vøruna — fáa EDV-tól Vit hava einki yvirlit yvir hvat einstaka veran gevur í tollgjaldi árliga, og bert hóming av hvat hver bólkur gevur. Tí hevur grundarlagið fyri eina um- skipan av tollalóggávuni verið sera lítið, men nú er síðan 1. januar í ár inn- flutningshagtalsskipanin umlegd og harvið megu- leiki fyri at fáa einstøku verugjeldini útgreinað. Henda umlegging hevur tikið sína tíð, men aftaná 1. sept. í ár fáa vit frá EDV tólum yvirlit yvir tollinntøkuna á hvørji ein- stakari vøru fyri hvønn årsfjording og fåa soleidis tær upplysingar i hendi, sum treyta eina nutidar- hóskandi tollloggåvu. Skal ein umlegging fara fram i inntøkum lands- kassans i hesi tingsetu frå beinleidis skatti til nytslu- gjøld, er kortini ivasamt, um vit fåa nyggja tekn- ikkin so at virka, at hetta landsstýrið fær gagn av honum, men eitthvert landsstýri hevur skyldu at leggja nakað til rættis fyri tey komandi. Dagpeningaskipanin: Teimum timaløntu Landsstýrið legði fyri tingið í vár uppskot um eina dagpeningaskipan. Málið kom til 1. viðgerð og fór í sosialu nevndina, men tingið viðgjerdi ikki málið endaliga. Landsstýrið hevur ar- beitt víðari við hesum máli, tí einki tvíbýti er í tí, at tímalent fólk, sum onga inntøku hava við fráveru undir sjúku, eru ikki væl fyri, og ætlar landsstýrið í hesi tingsetu at leggja endaliga úrslitið fyri ting- ið, soleiðis at sosiala nevndin kann viðgera uppskot landsstýrisins endaliga við teimum broytingum, sum lands- stýrisins víðari arbeiði gongur út uppá. 40% til hvgnn Samráðingar hava verið við ríkisstýrið, umframt fundir í felags sosialu nevndini við limum frá ríkisstýrinum og lands- stýrinum. Semja er fingin um, hvussu stóran part ríkisstýrið luttekur við, og var hetta ein av teim spurningunum, sum ikki vóru greiddir tá uppskotið varð lagt fyri tingið í vár. Ríkisstýrið hevur givið tilsegn um at rinda 40% av kostnaðinum av skip- anini, og landskassin skal so rinda 40%. Eftir eru 20% sum sokallað arbeiðs- gevaragjald. Í hvenn mun og hvussu skjótt arbeiðs- gevarar skulu taka yvir hesi 20% heilt ella lutvist, meðan ein skipan verður uppbygd fyri arbeiðs- marknaðin verður løgting- ið at taka stødu til. Tað er nú gjerligt at samtykkja dagpeninga- málið, soleiðis at tað kann verða viðgjert í fólkating- inum í heyst og fáa gildi frá 1. juli 1979, sum upp- skotið annars sigur. Pensjónir — forsorg Í hesum valskeidi eru ymsar broytingar og hækkingar av fólka- og avlamispensjónum framd- ar, umframt at ríkisstýrið hevur boðað frá, at tað setur fram lógaruppskot í fólkatinginum um at hækka frádráttarfría markið fyri skerjing av pensjónum, soleiðis at broytingin kemur at virka frá 1. januar 1979. Upp- skotið er fyrr samtykt av løgtinginum. Landsstýrið hevur yvir- fyri ríkisstýrinum reist málið um, at tær broyt- ingar av pensjónslógu- num, sum nú eru sam- tyktar fyri Danmark, eis- ini verða galdandi fyri Feroyar. Broytingarnar í danska lógaruppskotinum, sum nú eru til viðgerðar í fel- ags føroysk-donsku sosi- alu nevndini, fevna i høv- udsheitinum um fylgj- andi: Fólkapensiónin hækkar 1. Grundupphæddirnar til fólkapensjonistar, avlam- ispensjonistar og einkju- pensjonistar hækka við umleið 80% fyri støk og 36% fyri hjun. 2. Hjålp eftir forsorgar- lógini hækkar samsvar- andi. 3. Hinir partarnir av avlamispensjón umframt sosialurin Síða 9 Hildið verður fram við at byggja rektar- og ellisheim at bata uppiskoytisveiting til einkjur hækka. 4. Fyri øll pensjónsslog hava inntøkur minni enn kr. 29.700, — árliga (fyri hjún) onga ávirkan á pen- sjónina. 5. Fyri fólkapensjonist- ar yvir 67 ár verður pen- sjónin skerd, um arbeiðs- inntekan er meira enn kr. 29.700 árliga, og dettur burtur, tá slík innteka er meira enn kr. 87.500,— árliga (fyri hjún). Inntøka, sum ikki er arbeidsinntøka, ávirkar ikki fólkapensjón hjá pensjonistum yvir 67 ár. 6. Heimild verður at játta persónliga viðbót til húsaútreiðslur. Framhaldandi útbúgving Í hesum valskeiði er fram- haldandi arbeiði gjert til útbygging av okkara heilsustovnum, sjúkahús, rektar- og ellisheim, um- lættingar-, frítíðar-, vist- arheim, apotek o.ø. Nýggja sjúkhúslógin á- setur m.a. at statur og landskassi gjalda hver síni 50% av vanligu sjúk- húsútreiðslunum, meðan staturin ber útreiðslurnar av verandi sálarsjúkrahús- inum við fastari veiting samsvarandi nettorakstr- arútreiðslunum í fíggjar- árinum 1976/77 javnaðum samsvarandi broyting- unum í donsku brutto- faktorinntøkuni, soleiðis sum henda verður upp- gjørd eftir reglunum i lóg um vanligar veitingar til amtskommunur og kommunur. Staturin fremur útbygging av hes- um stovni aftaná samráð- ing. Uppihalds- og røktardeild Men neydugt verdur at taka til meiri gjølliga um- hugsan av spurninginum um útbyggingina á lands- sjúkrahússkinum. Í hes- um sambandi er hugsað bæði um uppihalds- rekt- ar- og langtiðarmed- sinskadeild, her er talan bædi um serliga røktar- krevjandi, gomul å sålar- sjúkradeildini, teimum rektarkrevjandi á uppi- haldsdeildini og rektar- heim í vanligum týdningi fyri Streymoyarekið. Landsstýrið fer tí at seta serliga nevnd at ráð- leggja í hesum spurning- um, tí tað er ein spurn- ingur um øll rektin skal liggja á landssjúkrahús- ekinum. Tað er framvegis tervur á røktarplåssum. Fleiri verða víst til rektarstovn- ar enn tað var í okkara gamla samfelag, eisini fólk í yngru árum. Samfel- agsbroytingin hevur eisini broytt so nógv í hesum viðfangi. Stovnur at taka sær av endurbúgving Endurbúgving — revali- dering — umfatar fólk við likamligum ella sálarlig- um breki, og undir endur- búgving koma eisini fólk, sum av eini ella aðrari or- sek eru sosialt brekað, fólk hvers arbeiðsevni eru fyribils skerd, og fólk, sum hava varandi brek. Landsstýrið setti í feb- ruar 1977 nevnd til endur- skoðan av viðurskiftunum viðvíkjandi endurbúgv- ingini, og var álagt nevndini at: kanna tervin og megu- leikarnar fyri endurbúgv- ing sambært avlamispen- sjónarlógini og koma við uppskoti um framtíðar- skipan á teimum kannaðu ekjunum. Hetta nevndararbeiði er latið landsstýrinum. Upp- skotið mælir til, at skip- aður verður stovnur, sum tekur sær av endurbúgv- ing. Fleiri endurbúgving- arreglur- og heimildir eru í galdandi lógum, men ein samskipan vildi framt úr- slitið av føroysku revalid- eringini. Útbygging av andsveika- forsorgini Dentur hevur verið lagdur á at fremja útbygging av forsorgini fyri andsveik og brekað, so vit so hvert kundu hava forsorgina í Føroyum. Forsorgin í Danmark, sum enn tekur sær av føroyingum, er sjálvsagt bygd eftir teirra viðurskiftum, og ríma tey ikki í ellum feroyskum viðurskiftum og tí hava ríkis- og feroysku mynd- ugleikarnir við samráðing fingið igjøgnum skipanir, sum megu sigast at gagna okkara fólki betur. Nýggjur bygningur stendur í gerð á lands- sjúkrahúsekinum, tá henda bygging er frá hondini er pláss fyri 100 sálarsjúkum og 59 brekað- um (6fullførum). Aftrat:verður nú gjørd- Arbeiðaraviðurskifti: ur vardur verkstaður á Argjum til 45 fólk, í um- búna er eisini at byggja skúlaheim til Skúlan á Treðni fyri 12 bern. Eisini úti um landið Målsetningurin er at fremja framhaldandi út- byggingina av andsveika- forsorgini úti um landið. Skjetil er settur á, so henda leið kann haldast. Samráðingar landsstýris- ins við ríkismyndugleikar- nar um íbúðirnar, sum hoyrdu til Loransteðina á Skúvanesi botna í, at hes- ar heilt ella partvíst kunnu nýtast í ætlan- unum um víðari útbygg- ing av forsorgini. Til tess eru framhald- andi samráðingar við rík- isstýrið neyðugar. Fyrr umredda umsit- ingin av forsorgini, sum er í Feroyum, verður nú partur av feroysku alman- naumsitingini. Statens Åndsvagefor- sorg skal leggjast niður frá 1. januar 1980, og for- sorgin skal leggjast til amtini. Ríkisstýrið hevur á fundi við landsstýrið boðað frá hesum — spurn- ingurin um okkara viður- skifti í hesi umlegging verður viðgjerdur í serlig- ari nevnd við umboðum úr Feroyum og frá donsku myndugleikunum. Týðandi nýskipanir fyri arbeiðarastættin Í farnu tingsetu varð sam- tykt at stytta arbeiðsvik- una í stigum úr 42 1/2 tíma niður í 40 tímar. Saman við dagpeninga- skipanini, sum kemur at veita len undir sjúku, eru hetta tvær týðandi ný- skipanir, arbeiðarastætt- ini til bata. Login um arbeidars- vernd verður nú meira nytt, og er ein útbyggirz farin fram av arbeiðsef: ir litinum. Tað verður r- «RE ——