leygardagur 5. august 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 5. august 1978 sosialurin
bøkur og blød
EGGIN
lUMMAR 6 JULI 1978 LEYSASOLA 450
Lovadi aldri
at kasta snøri aftur
sunnudag
KRISTILIGT UNG- kubbið, ti nú kundi eg fáa
1978, er komið í vikuni. Í
blaðnum er m.a. eitt
áhugavert prát við Sonnu
og Bartal Kass á Strond-
um. Bartal hevur verið til
skips í góð hálvthundrað
ár, harav t:y 40 sum skip-
ari á Auscerlitz. Hann
greiðir frá, hvussu honum
gekst, tá hann fiskaði ein
sunnudag:
»Vit royndu so altíð at
hava frið sunnudagin, at
dekkið skuldi vera reint
kl. 12 leygarkveld, og tað
fekk eg fast bestikk av,
fyrsta túrin eg var burtur.
Vit lógu úti á Kolmúla-
grunninum ein sunnudag,
tað var fínasta veður: Eg
hevði altið góðan hug at
fiska, so eg fór at kasta, tá
vit høvdu etið degurða.
Fiskur var at fáa, so eg
var glaður, helt meg gera
una, tí tá talt var upp
leygarkveld, galt um at
vera bestur, tí mátti man
dríva á. Vit stóðu so við
sneri tann dagin, vit vóru
tveir. Vit máttu so sjálvir
gera reint og fáa tað niður
í lastina. Tað gekk alt av
tí besta. Men tað undar-
ligasta av ellum var, at tá
vit fóru at telja upp leyg-
ardagin, var eg ringastur,
og hin var eisini av teim-
um ringastu. Og tá lovaði
eg, at tað skuldi eg aldri
gera aftur at fiska sunnu-
dag, tá tað skuldi vera
upp á henda mátan, held-
ur Bartal fram og flennir>.
Í leysaselu kostar
KRISTILIGT UNG-
MANNABLAÐ 4.00 kr.
Heri Tróndheim er blað-
stjóri.
Kamarkonsert
verður í Kommunuskúlaauluni
í Havn mikudagin 9. august kl. 20
Næsta konsertin verður í Vestmanna
hósdagin 10. august kl. 20
Atgongumerki á 15 kr.
fáast við dyrnar
Uppgávur
til bokarødina
Min fyrsta lesing
Føroya skúlabókagrunnur
hevur givid ut eitt upp-
gåvuhefti til tær 6 bøkur-
nar i rødini Min fyrsta les-
ing eftir dananum Knud
Hermansen. Kathrina
Jacobsen hevur umsett.
Hetta er eitt arbeiðs-
hefti og skulu bernini
skriva loysnir og sver í
sjálvt heftið. Heftið kost-
ar 20.00 kr.
Olavsøkan ongan
sosialan týdning
SKEGGIN, nr. 6 1978, er
útkomin. Einans tvær
greinar eru í blaðnum
hesaferð. Magnus Dahl
ummælir bókina Oprer fra
midten eftir Niels I. Mey-
er. K. Helveg Petersen og
Villy Sørensen. Hetta er
mest selda bók i Danmark
i år.
Hin greinin kallast
Ólavseka og er skrivað av
Jóhan Nielsen. Hann
skrivar um Olav Halga og
søgu hansara. Hann
skrivar eisini um ólav-
søkuna og hví hon verður
hildin 29. juli, hóast, sum
hann skrivar, „slagið á
Stiklastødum stóð ein
dagin í fyrsta helmingi av
august<. Og víðari skrivar
Jóhan Nielsen:
>Tað er sostatt ongin
ivi um, at tað var virðing-
in fyri gudinum Tóra, sum
kom Ólavi til góðar, og
gjørdi hann so væl um-
tóktan. Onkur vil eisini
halda, at ein orsekin til, at
Olavur avloysti Tora, var,
at Olavur liknadi skurð-
myndini av Tora.
Eg nevndi fyrr, hvat or-
søkin kundi vera, at Olav-
søkudagur var settur til
29. juli. Halkoch, profess-
ari, helt seg vita, at 29.
juli var halgidagur hjå
Tora. Eg havi roynt at
kanna hetta, men eg havi
onki funnid, sum progvar
tad.
Tad er ongin ivi um, at
Olavsøkan hevur havt ein
stóran tjóðskaparligan
týdning fyri feroyingar,
men hon hevur ongan
sosialan tydning havt.
Minnast vit til, at Ólav-
sekan átti at verið ein
kristin stevna, so er ilt at
skilja, at dentur verður
lagdur á tað tjóðskapar-
liga mentunarliga og á
okkara degum á ítrótt,
meðan tað sosiala verður
gloymt«.
Upplagið hjá SKEGGJ-
ANUM er nú 2.050. Blað
ið kostar 4.50 í leysaselu
Ingálvur á Reyni hevur
teknað kápumyndina
Borsalino & Co
Marseille. Ein fjøld av
blómum og kransum
Ein Mafia-gravarferð í
1934. Meðan kistan hjá
Francios Capella
spakuliga verður sekt
niður í moldina, stend-
ur Roch Siffreddy
órerdur í svertu klæd-
um sínum og sverjir, at
hann skal hevna deyða
vin sín.
Roch er á toppinum í
lívi sínum. Hann hevur
valdið býnum, er
einaráðandi fyri geli
skekjuhús, øll spæli-
helir og einum nýggj-
um skemtisjónleikar-
húsi, sum er tað heilt
stóra millum íbúgvar-
nar í Marseille. Hann
nýtir fyrsta hevi, hann
fær, at drepa mordar-
an, sum myrdi vin og
felaga hansara. Mord-
arin er beiggi til Geo-
vanni Volpone, sum
júst er komin aftur til
Marseille við týskum
hugskotum, amerik-
anskari atferð og peng-
um
Aftursvarið frá hon-
um til Siffreddy er
skjótt og harðligt.
Upp á eina nátt klár-
ar hann at knúsa alla
forrættningina hjá
Siffreddy. Siffreddy
sjálvur verður læstur
inni í kjallaranum hjá
Volpone, har hann
verður >druknaður< í
eini stæfari mongd av
brennivíni. At enda er
hann heilt oyðilagdur
og niðurundirkomin og
endar á einum sinnis-
sjúkrahúsi.
Nakrar mánaðir
seinni eydnast tað hon-
um at flýggja herfrá til
Genoa í ltaliu. Við
nýggjum vinum og
pengum kemur hann 2
ár seinni aftur til Mar-
seille. Lyfti um hevnd
hevur hann ikki
gloymt. Eftir nøkrum
fáum degum er
hjá Volpon« up
reistri. Bilur hansara
fer i luftina, medan
bygningar hansara
standa i ljósum loga og
menn hansara verða
týndir. Eftir fáum
degum verður Marseil-
le reinskað. Roch
»goymir« Volpone til
síðst, og at enda myrð-
ir hann hann.
Nú hevur Roch ing-
ið sitt og meira aftur at
aftur. Men býurin, har
hann misti alt, hevur
mist hugin fyri horum.
Hann hevur sjálvur
borið vreiði og hatur til
býin, og hann merkir,
at her kann hann ikki
longur vera. Hann fer
úr Marseille til USA og
eitt nýtt lív.
Filmurin verður
sýndur í Havnar Bio.
Automatsvararin í
Havnar Bio hevur tlf.
14105.
ríkið
Bóndaliv
Ein nýggj donsk
filmatisering við teim-
um allar mest kendu
donsku sjónleikar-
unum.
Lone Hertz spælir
gongsgentan Marie, ið
bert brýtur koppar. tí
hon er heilt skotin í
sjálvum arbeiðsgevara-
num, greivanum
Frantz (Frits Hel-
muth), men hann legg-
ur einki í hana. Greivin
er ikki heilt kaldur,
hann er heilt vekk í
Louise (Ellen Winth-
er). Haraftur ímóti er
tann altíð óhpeni
Triddelfitz (Morten
Grundwald) púra býtt-
ur í Mariu.
Allar hjartasorgirnar
og teir figgjarligu trup
ulleikarnir hjá góðse
araparinum (Helle
Virkner og Holger Juul
Hansen) verða kláraðir
við hjálp frá »onkel
Bræsig< (Helge Kjær-
ulff-Schmidt( og teim-
um báðum kritlar-
unum, ið verða spældir
av Poul Reichard og
Hans Kurt).
Filmurin verður at
síggja i Havnar Bio