Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 58 — 9. august 1978 kring oyggjarnar Nýggi kommunu- læknin í Havn byrjaður Kristianna Nordendal Jensen hevur nú tikið við starvinum sum kommunulækni i Havn. Hon tekur vid eftir Axel Poulsen, sum er farin frá vegna aldur. Kristianna Norden- dal Jensen hevur kon- sultation i M. Heina- sonargøtu, Sjukrakas- sahusinum Farnir at spreingja A Kallsoynni er mann- ingin hjá landsverk- frødinginum farin und- ir at spreingja tad fyrsta bergholid, sum verður 1000 metrar langt. Teir byrjaðu fyri nekrum fáum degum síðani og vóru miku- dagin komnir 30 metr- ar inn í fjallið. Tá teir eru komnir longur inn, rokna teir við at spreingja einar 10 metrar um dagin. Ar- beitt verður til á mið- nátt Koyrandi av lendingini Nú er koyrandi av lendingini niðan í Kun- oyarbygd. Tað hevur verið arbeitt uppá veg- in í triggjar sumrar, men vegurin er ikki heilt liðugur enn. Tann niðari parturin av vegnum skal stoyp- ast, ti tað brýtur yvir hann, tá brim er Aður hava kunoy- ingar bert havt renni- strong og trappur at líta á Frystiorkan verður dupult so stór Í letuni fer fram ein umfatandi umbygging á Handils- og frysti- virkinum í Fuglafirði. Virkið verður útbygt, soleiðis at tað kemur at kunna arbeiða 700 kassar av ráfiski um dagin og frysta 18 tons av flaki. Higartil hevur virkið fryst 8 tons um dagin. Umframt at skerilinjurnar og fleki- linjan verða sett soleið- is, at skjótari og hog- ligari verður at ar- beiða, fær virkið eina nýggja skerilinju, so tá aftur verður tikið móti fiski um 2—3 vikur eru triggjar skerilinjur. Virkið fær eisini tvey stór frystiskáp afturat og talið av reinsker- ingarborðum veksur úr 14 í 38. Fyrr í ár er ein nýggj feskfiskagoymsla uppá 400 m' bygd uppi Handils- og frystivirk- ið. Rokna við 8.000 tonsum um árið Handils- og frystivirk- ið í Fuglafirði tók fyrra hálvárið móti 2.000 tonsum av ráevni. Hetta er eins nógv og alt árið í fjør. Tá um- byggingin, sum nú fer fram á virkinum, er lið- ug, fer virkið at kunna arbeiða upp í móti 8.000 tonsum av ráfiski um árið. Millum 40 og 60 fólk hava arbeitt á virki- num, harav nógvir oyndfirðingar, men eft- ir umbyggingina verð- ur neyðugt at vaksa um talið av arbeiðs- fólki. M.a. koma 24 nýggj reinskeringar- borð. Samstundis verður møguligt at minka munandi um yv- irtíðina. Í ár hevur so at siga hvenn dag verið arbeitt yvir á virk- inum. Skipafelagið Feroyar eigur Handils- og frystivirk- ið í Fuglafirði. Fleiri av Cubatrolarunum avreiða har Fingu stakgóða undirtøku Hava teknað 700.000 kr. í partapeningi Higartil eru 700.000 kr. teknadar i partapeningi til nyggja flakavirkid i Sør- vági. — Men enn er ikki kom- ið á mál. Tað er givið, at tað skal teknast meira, tí virkið er ætlað at kosta 20 milliónir og eginpen- ingurin skal vera 10 pst., sigur Dánjal Tavsen, oygdaráðsformaður. Farið varð undir at tekna partapeningin tíð- liga í vár og tað gekk heilt skjótt at tekna núverandi upphædd. Men tað er góð tid enn. Økid til flakavirk- ið á bryggjuøkinum verð- ur íkki liðugt fyrrenn komandi summar. Teir fyrstu 10 metrarnir av bryggjuni eru gjørdir og koma undan á fjeru. Tilsamans skal hon verða 102 metrar. Arbeiðið er sett til at taka 20 mánar. Tann partapeningur, sum higartil er teknaður, er teknaður av privatum. Dánjal Tavsen roknar við, at eini 300.000 kr. kunnu teknast afturat, soleiðis at privati partapeningurin kemur uppá eina millión kr. Hann roknar við, at kommunan fer at seta eina hálva millión ella útvið tað í virkið. Løgtingid er enn ikki søkt um studul. Riggaðu heilt væl Umbyggingin til trolara kostar góða millión Vágaskipini Hamra- berg og Lakkaklettur eru x t bæði tvey umbygd til trol- ara. Tey hava í vikuni x + % verið á royndartúri á Mykinesgrunninum. Bjarni Joensen, J. K. Joensen og Sonur, sum hevur staðið fyri umbygg- ingini, sigur, at báðir bát- arnir riggaðu heilt væl og at teir eru nøgdir við úr- slitið. Umbyggingin, sum fevnir um broytingar av dekkinum, hol gjøgnum brúnna, uppseting av breidlaspølum framman, posapawnum aftan og flutningsbandi il upp- runaligu pawnarnar, kost- ar umleið 1,3 milliónir. Bátarnir liggja nú á Miðvági og bíða eftir endaligum berokningum um stabilitet o.a. Bátarnir hava ikki fing- ið ta somu umbyggingina, men funktiónirnar eru tær somu. Gott samráðingarúrslit: 12.000 tons av makreli fyri sildina — Vit eru væl negdir við samráðingar- nar og býtið er gott, sigur løgmadur uppá fyrispurning frá Sosialinum um úr- slitið av samráðingunum í Briixelles í síðstu viku Ursliti var, at føroysk skip fåa loyvi at veida 12.000 tons av makreli vestanfyri Skotland ella nordanfyri 60. breiddar- stig i Norðsjónum. Einvíst sildabann Orsøkin til samráðingar- nar var sildabannið, sum Bretland einvíst setti í gildi í juli mánaða. Bannið førdi við sær, at føroyingar mistu rættin til at veida 2000 tons av sild, sum vóru eftir av kvotuni fyri 1978. Atli Dam sigur, at sild- in er væl goldin, ti tey 12.000 tonsini av makreli svara i virði til eini 4000 tons av sild. Góðtekur bretska tiltakið Samráðingar fóru fram beinleiðis við EEC-mynd- ugleikar, hóast talan var um eitt einvist bretskt til- tak. EEC fer nevniliga at góðtaka bretska silda- bannið, tí tað fyriliggja vísindalig tilmæli um at steðga sildaveiðuni vest- anfyri Skotland.