Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 9. august 1978 sosialurin Síða 5 Klaga til landsstýrið um lærurådsformannin — Handverkslærlingafelagið gevur Læruráðnum 14 dagar til at augreiða týðandi mál 19 hóskveld á rað hevur nevndin í Feroya hand- verkslærlingafelag = havt erindi í Læruráðið, men einans 7 ferðir hevur læru- ráðsformaðurin, Jógvan Páll Lassen, verið at hitta har. Tað sýnist onki at hjálpa, at nevndin hevur klagað til landsstýrið. Hósdagin í síðstu viku hevði Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, vegna Handverkslærlingafelagið Biða eftir handverkarunum fingið eina avtalu í lag við læruráðsformannin. Men heldur ikki tá var formað- urin at hitta. Hetta stendur í einum opnum brævi, sum nevnd- in í Handverkslærlinga- felagnum hevur skrivað til limir felagsins og onnur, sum hava áhuga fyri, hvat hendir í Læruráðnum. Tarnar arbeiðinum Tað stendur víðari í bræv- inum frá Handverkslær- lingafelagnum, at um Jógvan Páll Lassen ikki hevur tíð til at vera læru- ráðsformaður, átti hann at lagt frá sær, tí við hesum lagi tarnar hann nógvum av teimum málum, felagið arbeiðir við. Eitt týðandi mál, sum enn ikki er avgreitt, er skrivið frá Handverkslær- lingafelagnum 16. mars 1978 til Vidkada læruráðið um stytting av lærutidini og hækking av lærlinga- lønini. — Tolid er uppi, men vit vilja kortini geva læruráðsformanninum 14 dagar til at fáa avgreitt málið. Um onki hendir innan ta tíð, vilja vit kalla teir politisku flokkarnar á legtingi til fundar, soleiðis at loysn kann fáast á hes- um óskili, siga handverks- lærlingarnir. — Víðkaða læruráðið ikki fullmannað enn — Handverkslærlingafel- agið hevur fingið øll síni mål vidgjørd í Læruráð- num. Tó er skrivið um stytting av lærutíðini og lenarhækking ikki av- greitt enn, tí Feroya handverkarafelag ikki hevur tilnevnt sítt umboð í Viðkaða læruráðið. Hetta segði formaðurin í Læruráðnum, Jógvan Páll Lassen, tá vit bóðu hann um eina viðmerking til tað opna brævið frá Feroya handverkslær- lingafelag. Hann sigur víðari, at hann fyrst í juli mánað sendi bræv til Feroya handverksmeistarafelag og Feroya handverkara- felag, har hann bað feløg- ini útnevna hvert sín lim í Víðkaða læruráðið. Meist- arararnir hava útnevnt sín, men enn eru ongi boð komin frá handverkar- unum. — Tað sigur seg sjálvt, at eg ikki kann kalla ráðið saman, fyrr enn tað er fullmannað, sigur læru- ráðsformaðurin. Vilja hava nevnd Jógvan Páll Lassen sigur, at skrivið frá Handverks- lærlingafelagnum um stytting av lærutíðini og lønarhækking varð sent meistarunum til ummæl- is. Haðani kom tað aftur um hálvan mai og vildu meistararnir hava eina nevnd, sum skuldi kanna, hverjar útreiðslur ein meistari hevur av at hava lærlingar. Hetta vidgjørdi Læruráðið á einum fundi um miðjan juni og har varð avgjørt at Víðkaða Jógvan Páll Lassen — Øll mål, sum Læruráðið hevur fingið síðani 1. apríl eru viðgjerd og so at siga øll viður- skifti ferd ajour læruráðið skuldi taka steðu til tann spurningin. Noyddist knappliga av landinum Í tí opna brævinum frá Handverkslærlingafelag- num stendur m.a., at seinasta hósdag hevði Jákup Lindenskov, lands- stýrismaður, hjálpt felag- num við at fáa ein fund í lag við læruráðsformann- in. Men Jógvan Páll Las- sen kom ikki á henda fund. — Hetta komst av, at eg mikudagin, dagin fyri fundin, óvæntað fekk boð um at fara til Danmarkar. Eg royndi at fáa fatur á nevndarlimum í felagnum, men hetta eydnaðist ikki. Fyribils settur Jógvan Páll Lassen sigur, at hann tók við starvinum sum formaður í Læruráð- num 1. apríl og, at hann varð settur fyribils í triggjar mánaðir, til 1. juli. — Eg havi boðað lands- stýrinum frá, at eg havi hug at halda fram sum formaður, men enn havi eg ikki fingið svar. Eg havi kortini hildið fram við arbeiðinum í Læruráð- num eftir 1. juli. Hann leggur afturat, at tað er ikki beint, sum stendur í opna brævinum hjá Hand- verkslærlingafelagnum, at teir hava verið 19 hós- kveld úti í Læruráðnum og bert hitt formannin har tær 7 ferðirnar. Hann sigur, at talan er bert um 11 hósdagar frá tí hann tók við formans- starvinum til 1. juli. Harav er onkur halgidag- ur og tvey hóskveld hevur hann ikki sæð nevndina í Handverkslærlingafelag- num í hølunum hjá Læru- ráðnum í Tinganesi. Spurdur um hann hevur tíð til at rekja starvið sum læruráðsformaður, sigur Jógvan Páll Lassen, at tað heldur hann seg hava. Hava ikki fingið boðini Vit hava vent okkum til formannin í Feroya hand- verkarafelag, Andreas Elttør í Klaksvík, og spurt hann, nær felagið fer at útnevna sitt umboð í Víðkaða læruráðið. Hann sigur, at teir ikki hava fingið nøkur boð hes- um viðvíkjandi frá for- manninum í Læruráðnum. Brævið er tí helst á onkran hátt komið skeivt fyri í postinum. Andreas Eltter upplýsir, at Feroya handverkara- felag skal hava umboðs- mannafund um eina viku og tá verður hetta málið ivaleyst viðgjert. Tá verður eisini tikin steða til, um handverks- lærlingarnir skulu fáa um- boðið hjá handverkar- unum í Víðkaða læruráð- num. Eitt ynski hesum viðvíkjandi er komið frá Feroya handverkslær- lingafelag. Andreas Eltter sigur, at nevndin er posi- tiv móti hesum ynski, men tað er ein spurningur, um meistararnir góðtaka tað. Hann heldur tó, at lærlingarnir í ellum forum eiga at fáa loyvi til at hava ein eygleiðara á fundinum. kring oyggjarnar Vevskúlin úti í Grev Undirvísing av brekaðum Komandi skúlaár verð- ur farið undir at undir- visa brekaðum bernum í Klaksvík. Í letuni verður Gamli Skúlin umbygd- ur til endamálið. Tað verða átta bern, sum koma at ganga í skúl- anum. Annars verða í letuni gjørdar ábetur á vev- skúlan Úti í Grev í Klaksvík. Vindeygu og klædningur verða skift út. Kommunan hevur ikki gjert nógv við skúlan, síðani hon fekk hann, men nú eru 75.000 kr. settar av til endamálið. Áður hava vevkonurnar sjálvar tikið sær av viðlíka- haldinum. Komnir í helvt Í Fugloy gongur tað væl við vegagerðini millum Hattarvík og Kirkju. Vegurin er komin niðan á Kross og er umleið helvtin eftir. Annars frættist úr Fugloy, at tað er lítið til av lunda í ár. Tvey sterri fjós eru í gerð í Fugloy. Bæði eru við innbygdum súrhoyggjbrunni. Innsettur sunnudagin Hans J. Joensen, ið er útnevndur til sóknar- prest í Suðurstreymoy - ar eystara prestagjaldi frá 1. august í ár, verð- ur innsettur í starvið við guðstænastuna í Havnar kirkju sunnu- dagin 13. í hesum kl. 11.00. Argir sjålvstødug kirkjusókn Kirkjumálaráðið hevur góðkent, at Argir verða skipaðar sum serstek kirkjusókn í Suðurstreymoyar vest- ara prestagjaldi við Sandá sum mark frá 1. oktober 1978. Lidugt um stutta tíð Tað nýggja Ísvirkið í Servági er liðugt inni- lokað og maskinurnar eru settar upp, men tær eru ikki settar til enn. Væntandi kann virkið takast í brúk um einar tveir mánaðir. Legtingið er sekt um stuðul, men hevur ikki svarað. Kostnaðurin er annars um tvær milli- ónir. Gera bíðirúm Strandferðslan er nú farin undir at gera eitt bidinim við ferjuleguna í Klaksvík. Dekk og ein formur er stoyptur. Umframt bíðirúmið. sum tilsamans kostar slakar 200.000 kr.. verða toilettir og ein selubúð í bygningi- num. Fyri stuttum varð bidirimid í Lorvik tikið í brúk. Øll undir tannlæknarøkt Sum tað einasta staðið í landinum fáa el! skulabørn í Klaksvík nú ókeypis tannarekt. Klaksvíkar býráð hevur avgjert at seta ein skúlatannlækna afturat. Tað er Hans Olaf Hansen úr Seldar- firði. Frammanundan var ein skúlatannlækni í Klaksvík, og ókeypis tannarektin fevndi bert um bern í skyldugum skúlaaldri. Men hann hevði ov mikið av bern- um, samstundis sum tað var ov nógv fyri tveir. Ti hevur býráðið avgjort at lata oøll skúlabern koma undir tannarektin Annars h- . ur byråd- ið avgjørt at seta ein kommunulækna aftur- at frá komandi árs- skifti. Men, um tað skal vera ein kvinnu- ligur lækni, hava klaksvíkskonurnar enn ikki avgjørt