Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 58 — 9. august 1978 Apukynstur Tann lítla tama apan, Chico, er handtikin av politinum í Rio de Ja- neiro fyri at hava gjørt ónáðir á eini kaffi- stovu. Apan, sum bert er 35 cm. heg, át 10 kekur, drakk 4 koppar av kaffi og koppaði bakkum við smyrjibreyði. Síðani legði hon leiðina inn til ein luktilsishandlara, har hon holvdi fleiri fløskur av luktilsi om- an yvir seg. Eigarin av Chico kann vænta at fåa eina stóra rokning, áðrenn hann fær apuna út úr aftur geglinum. Doyði í kufferti Ein maður frá Jamai- ca, sum royndi at smugla svágin hjá sær inn í USA í einum kuff- erti, er ákærdur fyri manndráp. Politiið handtók tann 3lára gamla Noel Golding, tá hann kom til Kennedy lufthavn- ina eftir kuffertinum, har tann 50 kg tungi Aubley Gibson hevði fjalt seg í tríggjar tím- ar. Gibson var kvaldur av lufttervi, tí hann fekk ikki opnað kuff- ertið, sum lá niðast i einum dunga av eðrum viðferi. Líkið av Gibson varð sætt, tá kuffertið fór upp á einum viðferis- vogni í lufthavnini. Misskiljing 40 mexikanskir polit- istar, sum vóru alt ov ágrýtnir at ansa eftir Miss Univers-luttakar- m, eru blivnir av- loystir av kvinnuligum arbeiðsfelagum Tað vóru 500 Þpolitistar settir til at ansa eftir, og fyrireikarnir siga, at fleiri av teimum ungu vóru so ágrýtnir, at teir ikki sluppu hetta longur. Hví ikki? Eitt belgiskt býarstýri hevur viðtikið, at tað skal kosta 170 kr. fyri at koyra fuilar persón- ar í politibilum. Orsek- in til hesa viðteku er, at meðan fullir per- sónar verða koyrdir heim ella í varðhald, so er tað ofta aðrar upp- gávur, sum politibilar- nir heldur verið við til. Heimsins hægsta >Ég elski lítil menn- iskju — eg fekk trý til degurða í dag«, stend- ur á T-skjúrtuni hjá Sandy Allens. Hon er 2,30 m høg, og er heimsins hægsta núliv- andi kvinna, og hon livir av at vísa seg fram. Hon er her avmynd- að, tá eitt metforn- gripasavn í Ontario í USA opnaði. Hon sæst her við einum eðrum metinnihavara. Tað er hin 74 ára gamli Henri LaMothe, sum hevur met í at loypa í eina balju við vatni frá ein- um hegum torni. Getusópari fær standmynd Íbúgvarnir í jugoslav- iska býnum Cetinje ha- va viðtikið at seta eina standmynd av getu- sóparanum Muslija Adagic upp, sum gjøgnum nógv ár hevur hildið geturnar har reinar. Hann verður tann fyrsti jugoslaviski getusóparin, sum verð- ur heiðraður við eini standmynd. Eftir ætl- anini skal standmynd- in visa Muslija «in ak- tion» vid kusti, feidi- skuffu og hjólberu. Brennivín — nei Norsku Statsbanarnir hava noktað einum manni frá Hammar at grava eftir einum dýr- gripi — túsundvís av brennivinsfløskum, sum tyskarar goymdu i 1945 — sum eftir hvat sigst, skal liggja grivin á grundunum hjá Statsbananum. — Um tað hevdu verið »veruligir dýr- gripir<, so hevði loyvið nokk verið givið, sigur stødleidarin i Hammar, men brennivin — nei. lesarabrov Heldur limir okkara fyri gjøldur Opið bræv til limir okkara og onnur, sum hava áhuga fyri, hvat hendir í Læru- ráðnum. Tað hevði verið gleði- ligt, um vit kundu greitt limum okkara frá, at Læruráðið hevur arbeitt væl og regluligt, sidan Jogvan Påll Lassen, beint eftir påskir bleiv settur sum læruráðsformaður av Landsstyrinum. Men hóast vit åhaldandi hava verið úti i Lands- stýrinum hvert hóskveld millum kl. 16.30 og 18.30, har læruráðsformaðurin sigur seg vera at hitta, eru vit sum oftast komnir til tóm helir, har onnur til fánýtis eisini hava roynt at fingið fatur á læruráðs- formanninum. 19 hóskveld á rað hava vit havt erindi í Læru- ráðið, men einans 7 ferðir hevur hann verið at hitta! Eitt slíkt arbeiðslag er at halda okkum og limir okkara fyri gjøldur. Vit hava sjálvandi ikki latið hetta farið fram óátalað, men hava tríggjar ferðir klagað til Landsstýrið um hetta óskil, og hóast Ják- up Lindenskov, lands- stýrismaður, hevur roynt at fingið skil á, sýnist onki at hjálpa. Í gjár hevði hann skaffað okkum eina avtalu við læruráðsfor- mannin, men sum vant var maðurin ikki at hitta. Álvaratos! Hetta gong- ur ikki longur. Einasta, vit ikki hava roynt enn, at at lýsa eftir læruráðsfor- manninum í blødunum. Um hann ikki hevur tíð til at vera læruráðsformaður, átti hann at lagt frá sær, tí við hesum lagi tarnar hann nógvum av teimum málum, vit hava um hendi. Her vilja vit einans nevna eitt týðandi mál, sum er sent Víðkaða læruráðnum tann 16. mars **xx Útvarp Tórshavn Harri blaðstjóri. Hýs mær hesum reglum. Nú er so ólav a farin afturum — vónandi í øll- um góðum, hóast tað tykist at fara at verða eitt sindur dýrt fyri Havnar Róðrarfelag. Hettar er spell, tí tað eiga teir (tey) ikki uppiborið, ið royna at skipa ólavsekuna so góða sum gjerligt fyri tey vitj- andi. Arini frammanundan hevur tað sum oftast verið ein fragd at lurta eftir Útvarpinum á ólavseku, men í ár var Útvarpið eitt satt vónbrot — hver ið so hevur skuldina í tí. Sjálv- ur haldi eg, at Eyðun An- dreasen, ið plagdi at vera úti við tí >forvitnu< mik- rofonini, dugdi óalmindi- liga væl at fáa fatur í fólki, ið hevði okkurt at fortelja. Tað sama kann tíverri ikki sigast um ta manning, ið stílaði fyri á ólavseku í útvarpinum. Ein eigur tó rós uppi- borið, og er tað Jógvan Telling Joensen, ið eins og árini frammanundan hev- ur skipað fyri tónleikinum Olavsøkuaftansmorgun, og hettar dugir hann av- bera væl — men restin. Hvi var onki prát ólav- sekuaftan? »Bert« før- oyskur dansur — og tykir tað mær eitt sindur legið, at hverja ferð, Útvarpið einki veit sær at senda, so leggja teir bara sunnbing- ar ella velbastaðmenn á plátuspælaran — so mugu fólk verða nøgd. Soleiðis er tað nú bara ikki. Alt gott um føroyskan dans — hann skal sjálvandi eisini hava sítt — men at verða brúktur sum fóta- traðk í Útvarpinum er hann ov góður til. Tó, tað, sum fekk meg at skriva, var hendan heilt óvanliga stóra diskrimin- ering av hinum stevnu- num — og søkum — sum fara fram uttanfyri Havn- ina. Framhald å sidu 10 KJARTAN DALSGAARD HOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 1978 viðvíkjandi stytting av lærutíðini og hækking av lærlingalønunum. Vit hava hverja ferð spurt Jógvan Páll Lassen um, nær hann fór at leggja tað fyri Vidkada Læruráð- ið, tær fáu ferðir, hann hevur verið at hitta, og hann lovaði at enda, at málið skuldi verða av- greitt har áðrenn ólav- søkutingsetan byrjadi, men enn er ikki tann fyrsti fundurin hildin i Vidkada læruráðnum. Tolið er uppi, men vit vilja kortini geva læru- ráðsformanninum 14 dag- Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undif hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. ar til at fáa avgreitt málið. Um onki hendir innan ta tíð, vilja vit kalla teir politisku flokkarnar á løg- tingi til fundar, soleidis at loysn kann fåast i hesum óskili. Tórshavn, 4. aug. 1978 Feroya Handverks- lærlingafelag motor-teigurin Battari-eftirlit til bilar og bátar Á vetri koma bilførarar ofta at tappa battariið fyri streym. Á sumri endurtekur hetta seg fyri båtaeigarar. Ti hevur Robert Boch A/S sent eitt nytt tól á marknaðin = — eitt battaríeftirlit. Talan er um eitt eftirlit, sum kann nýt- ast bæði til bilin og bátin. Øl, sum fáast við blyggjbattariir vita, at tey taka skaða, tá tey tømast fullkomiliga. Battaríeftirlitið kann altid visa, hvussu nógv er eftir á battarinum. Hetta sæst á einum stiga við stigum frå 0 til 100 pst. Grenar ljósdiodir siga, at enn er nógmik- ið av streymi, meðan tær reyðu boða frá, at nú er vandi á ferð og at battaríið skal lødast av nýggjum. Tað er lætt at seta battari-eftirlitið til. Kaðalin, sum er hálv- anannan metur langur, verður settur á battari- klemmurnar. Alt eftir um eftirlitið skal setast vatnrætt ella loddrætt. Battari-eftirlitid er litið í vavi. Einans 35 X82,5X21,1 mm og ger tad, at lætt er at finna pláss fyri tóli- num. Tað nýggja battarí-eftirlitið, sum vísir, hvussu nógvur streymur er á — ella um eingin er á. Kann nýtast bæði til bilar og bátar.