mikudagur 9. august 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 9. august 1978
SoSlalurin
Er tað neyðugt?
FOTBOLTSDEILD ÍSF's hevur nú
avgjørt at triðji finaludysturin i
kappingini um Ísafjarðarsúluna skal
leikast heima á Sandi komandi
sunnudag.
FYRI AT hetta kann lata seg gera er
neyðugt at flyta tveir landskapping-
ardystir, annan millum HB—B36 og
hin millum TB—VB, tá bæði finalu-
liðini, HB og TB, eftir kappingar-
skipanini, áttu at leikt sunnudagin
komandi.
AVGJØRT er, at landskappingar-
dystirnir skulu spælast i kvøld, men
hesum hevur VB mótmælt, av ti at 6.
1. deildarleikarar teirra eru búsitandi
í Havn og ti ikki sleppa til Suðuroyar
orsaka av arbeiði. Orsaka av hesum
hava VB leikararnir avgjert, at teir
meta ikki til dystin í kveld, og er
hetta eisini ein steðutakan, ið vit
skilja.
HVAT ER TAÐ, ið ger tað so umráð-
andi, at umdysturin um steypið
verður leiktur nú sunnudagin. Kann
hesin dystur ikki verða útsettur til
aftan á landskappingina?
UM HETTA ikki kann lata seg gera,
kann landskappingardysturin millum
TB—VB tá ikki bíða til 24. septem-
ber, tá landskappingin eftir skipanini
er lokin? Hvat skuldi verið til hindurs
fyri hesum?
VIT HALDA ikki, at staða fótbólts-
deildarinnar er hon, ið tænir ítróttini
best, tað kann ikki vera uppgáva
deildarinnar at oyðileggja landskapp-
ingina fyri einstek lið, eins og hon ger
móti VB í letuni.
ER TAÐ NEYÐUGT
diktatoriskari framferð?
við slíkari
sosialurin
Síða 7
Enn einaferð javnleikur
Stigini, KÍ hevur fingið higartil í ár, hava teir fingið
við at leika javnleik. Teir hava ongan dyst vunnið
í landskappingini 1978, og TB sær út til at hava
stórar trupulleikar í Klaksvík ár eftir ár
Ikki síðan í 1951 hevur TB
vunnið ein 1. deildardyst
norðuri í Klaksvík. Við
hesum í huga hevði ein
leitað sær norður til
Klaksvíkar at síggja
seinna landskappingar-
dystin millum hesi bæði
felog. Fór KÍ enn einaferð
at basa oddaliðnum í fer-
oyskum fótbólti seinastu
árini?
Dysturin byrjaði við at
KÍ gav bóltin upp, og fóru
teir beinleiðis í álop. Tað
var eisini um reppið, at
teir ikki fingu mál beinan-
vegin. Men so kom TB við
og áttu teir meginpartin
av spælinum teir næstu 20
min. Fleiri vandamiklar
atsóknir vóru, tó uttan
úrslit. Í seinnu helvt av
fyrra hálvleiki gekk heldur
javnt á, og vóru sera
nógvir málmeguleikar til
báðar partar, ið áttu at
givið mál. Seinastu letuna
av hálvleikinum pressaðu
tveramenn serliga nógv
og vóru teir nær við at fáa
mál fleiri ferðir, men verj-
ar hjá KÍ — serliga høgri
og vinstri bakverji —
leiktu væl og megnaðu at
halda steðuna.
Seinni hálvleikur
Í byrjanini av seinna hálv-
leiki gekk spælið heldur
javnt, men sum tíðin leið,
fekk KÍ alt meir og meir
spæl. Álopið hjá KI
stríddist fyri at koma í-
gjøgnum, men mål kom
einki. Teir seinastu 20
min. av dystinum åtti KI
næstan alt spælið, og sig-
ast kann, at TB slapp væl
við javnleik 0—0. KI
hevði tey meir vanda-
miklu álopini, og eitt úr-
slit sum 1—0 til heima-
liðið vildi verið meira
rættvist.
Dysturin
Dysturin var vånaliga
leiktur sum heild, sjålvt
um spælið onkuntiå »trill-
aði< hjá báðum pørtum.
Ein sá alt ov nógv av
longum bóltum við ongari
»adressu«. Málmenninir
báðir — Jógvan og Gor-
don — sýndu enn einaferð
satt málmanskynstur, og
vóru bestu menninir á
vellinum. Dómarin, Bald-
vin Baldvinsson, kom
hampuliga frá dystinum.
Hann kundi tó demt fleiri
frispørk.
Dysturin var harður, og
sum sagt ikki serliga væl-
leiktur.
Landskappingin i 3. deild:
Klår til semifinaluna
Mikukveldið vóru tvey av semifinaluliðunum funnin
Mikukveldið eydnaðist
tað SÍ og TB at tryggja
sær pláss í semifinaluni í
landskappingini í triðju
deild.
SÍ vann á SÍF
Í Sandavági leiktu SÍF b
og SI, og eydnaðist tað SI
at bera sigurin heim til
Servágs. Servingar hava
sostatt tryggjað sær lut-
teku í semifinaluni.
TB—VB
Hetta hendi tá TB á
heimavelli vann stórsigur
á VB, heili 6—2, og liggja
teir nú so væl fyri, at
einki av hinum liðunum í
bólkinum hevur møgu-
leika at náa sama stigatal