mikudagur 9. august 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 58 — 9. august 1978
itrottur
B36—ÍF 0—2 (0—0)
Sigurin kundi verid enn størri
B36-leikararnir hava allar grundir til at vera glaðir
yvir at teir bert taptu við tveimum málum
Hóast góða fótbóltsveðrið
sunnudagin, vóru tað ikki
nógvir áskoðarar, ið
hevdu funnið vegin niðan
á ovara vøll í Gundadali til
1. deildardystin millum
B36 og ÍF.
Leikbyrjan
B36 gav bóltin upp, og
vóru teir skjótir í álop,
men ÍF verjan fekk bóltin
av teimum og so fór ÍF í
gongd.
Restina av hálvleik-
inum vóru tað fuglfirð-
ingar, ið hevdu alt spælið.
Bert einaferð eydnaðist
tað B36 at skapa ein veru-
ligan málmeguleika, og
var hetta tá Eiler kom at
standa púra einsamallur
við bóltinum beint uttan
fyri málteigin, men ístaðin
fyri at trilla bóltin í netið,
skjýtur hann hart, men
við einari góðari, knappari
bjarging eydnaðist tað
Ova at sláa bóltin úr mál-
inum.
Hetta var so eitt av
teimum 4 ålopunum B36
hevði í fyrra hálvleiki,
men í hinum endanum av
vellinum vóru ístaðin álop
so tað forsló.
Vóðu í
málmeguleikum
ÍF'ararnir veruliga vóðu
runt í málmeguleik-
um, ferð eftir ferð varð
bólturin leiktur fram í
brotsteigin, men sum oft-
tað endaliga skotið, og um
hetta var, tá varð skotið
oftast ov veikt, soleiðis at
Bjarni, ið stóð ein góðan
dyst, uttan stórvegis
himpr, kundi bjarga ella
endaði skotið við síðuna
av málinum.
Ófatiligt at ÍF, tá teir
fingu so stóra mong av
málmeguleikum nærmast
forerandi frá einari vána-
ligari B36-verju, ikki
kundu fara til hálvleiks-
stedg við 4—5 máls
leiðslu.
Seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði
eins og fyrri endaði, við ÍF
pressi, og tá 4 min. vóru
farnir, setti Meinhard
Dalbú bóltin í netið við
einum vekrum langskoti,
men hetta mál var ikki
ast manglaði eitt bein til Fræin var stór á IF leikarunum
8 he
Bi ein góðan dag í málinum, men mátti ålikavæl tvær ferðir inn í málið eftir
góðtikið, av tí at dómarin
bríkslaði annan ÍF'aran
rangstaddan.
Meiri javnt
Hetta ÍF pressið helt á
fyrstu fimtan min. av
seinna hálvleiki, men var
tað tá eins og B36 fekk
sterri lut í spælinum, men
teir megnaðu tó ikki at
skapa nakran veruligan
málmeguleika. Ístaðin var
tað ÍF, sum í 20. min.
legði seg á odda. Hetta
hendi tá Abraham, stadd-
ur uttan fyri brotsteigin,
skeyt eitt avbera gott
langskot undir yvirliggj-
aran og í netið til 1—0.
Aftaná hetta gekk
spælið meira javnt við á-
lopum til báðar partar, og
í 37. min. eydnaðist tað
Kjartani Mohr at seta
bóltin í netið, men hetta
mál varð ikki góðtikið av
ti at B36 álopsleikari
hevði verið ov harður við
Ova, so í staðin varð dømt
fríspark.
Sigursmál
Tá bert 4 min. vóru eftir
av dystinum, eydnaðist
Mangan leikaði hart á B36 málið
tað enn einaferð Abraham
at seta bóltin í netið til
2—0, ið eisini gjørdist
endaliga stødan.
Hesin ÍF sigur kann
sanniliga sigast at vera
uppiborin. Í løtum í fyrra
hálvleiki leikti ÍF heilt
væl, og tá B36 leikti so
vánaligt, sum teir gjørdu
henda dagin, var tað ÍF,
ið hevði alt spælið, og
rættvísasta úrslitið, um
vit hugsa um málmegu-
leikarnar, vildi verið 5 ella
6—0 til IF.
Onnur urslit
3. deild
Úrslitið av landskapping-
ardystinum í 3. deild, ið
varð spældur á Sandi
leygardagin millum B71
og B36, var ein 1—0 sigur
til B36.
2. deild
Eisini HB og Fram hava
leikt landskappingardyst
seinasta vikuskiftið. Fram
vann dystin við 3 málum
móti einum, eftir at HB í
hálvleikinum hevði verið á
odda við einum máli.
Fyri Fram skeyt Jógv-
an Gregersen 2 mál og
Líggjas Husgaard eitt.
Fyri HB skeyt Holger
Hansen eitt mál.
3. deild
Á Tveroyri spældu TB og
Sumba eisini landskapp-
ingardyst, og her vunnu
tveramenn 4—1, eftir at
TB hevði verið á odda við
tveimum málum móti ein-
um í hálvleikinum.
Piltadeildin
Eisini piltaliðini hjá TB og
Sumba spældu lands-
kappingardyst á Sevmýru
leygardagin, og har vunnu
tveradreingir 9—0. Hálv-
leiksstødan var 3—0.
2. deild
EB var suduri i Hvalba
seinasta vikuskiftið og
spældi móti Royn. Úrslit-
ið av hesum dysti gjørdist
ein 4—0 sigur til Hval-
bingar. Í hálvleikinum var
Royn á odda 1—0.
Fyri Royn skutu
Trúgvi, Levi og Herður og
hver sitt mál, meðan eitt
mál var sjálvmál.
Eisini B68 og NSÍ hava
spælt seinasta vikuskifti í
Runavík, og var úrslitið
av hesum dystinum, at
B68 vann við einum máli
móti ongum. Tá 15 min.
vóru spældur av fyrra
hálvleiki fekk Atli Joen-
sen sett bóltin í netið.
Smádreingir
Á Eiði mettust smá-
dreingirnir hjá EB og
Skála. Dysturin endaði
við einum 2—1 sigri til
EB.
Smádreingirnir hjá B36
og ÍF spældu eisini lands-
kappingardyst í Havn
sunnudagin. B36 vann
7—0. B36 kemur sostatt í
semifinaluna.