leygardagur 12. august 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 12. august 1978
sosialurin
Síða 3
| Beinbrot, ferdslufløkjur
og hepnir útróðrarmenn
— 6 år síðan grind legði
Grindin; sum varð funnin í Nólsoyarfirði
týskveldið gjørdi landgongd í Sandagerð-
isvík. Ein maður varð innlagdur við bein-
i, men annars hendi lítil og ongin skaði
í þinum, sum er eitt tað vakrasta,
menn vita um í Havn. So kom England við
fleiri hundrað ferðafólkum og bilarnir
sluppu ongan veg millum pakkhúsini, fyrr
enn legreglan hevði greitt flokjuna.
Tá. deksbáturin Ragnar
hósmorgunin var á veg til
útróðrar, kom hann fram á
ein hval út fyri Sanda-
gerðisnesi. Hvalurin var
skorin á háls og hevði ein
enda um sveivina. Talið
av hvalum, sum doyðu í
Sandagerðisvík týskveld-
ið, er soleiðis komið upp á
97.
Teir 96 hvalirnir, sum
vórðu merktir, vóru til-
samans 652 1/2 skinn.
Onki varð selt av tí, men
býtt millum tey, sum lut-
tóku í rakstrinum og
drápinum og upprudding-
ini aftaná. Landssjúkra-
húsið, Ellisheimið og
Hvíldarheimið fingu eisini
burturav.
Tann stersti
15 skinn
Bytt varð i 23 båtspartar,
16 skinn til partin. 50 fólk
eru i båtspartinum, so
1150 fingu part, tað bleiv
triðingsskinn til hvenn.
Størsti hvalurin var 15
skinn, men annars lá meg-
inparturin um 7—9 skinn.
Eins og seinast, tá
grind var í Havn, hevur
býráðið átikið sær at
gjalda skaðan, sum, fyri-
beinini í Havn
uttan, at ein maður breyt
beinið í sjálvum drápi-
num, var lítil og ongin.
Grindin varð funnin av
nólsoyingum. Hon var
fyrst í tveimum bólkum,
sum vórðu riknir saman í
ein. Nógvir bátar vóru,
teir flestu úr Havn og
Nólsoynni og nakrir úr
Eysturoynni.
Ruðuleiki á kaiini
Rakstur og dráp gingu
bæði skjótt og væl, men
tá hvalirnir skuldu takast
upp á eystara molan,
gekst ikki so væl. Ongin
krani var til taks á landi,
so teir læntu kranan á
Dúgvuni, men hetta
royndist ikki væl, onkur
hvalur fór til botns. Seinni
kom so kranin hjá Skipa-
smiðjuni og tá gekst betri.
Beint eftir drápið kom
England úr Esbjerg og
seinni um kveldið kom
Smyril, so har gjørdist
Tá sýslumaðurin í Vestmanna var liðugur at býta grind-
ina, komu seðlarnir út mikumorgunin kl. 8
ógvuliga trongligt á eyst-
aru bryggju hetta góð-
veðurskveldið. Tvær ferð-
ir noyddist legreglan
oman at greiða ferðsluna,
ti bilarnir sluppu hverki
aftur ella fram.
Annars var friðaligt í
býnum um náttina, sigur
løgreglan.
Seinast grind doyði i
Havn, var 17. oktober
1972. Tá legdu 54 hval
beinini.
Verður liðugt til heystar
Roknast kann við einari brennisteð fyri alt landið
Í september verður álitið í
renovatiónsspurninginum
liðugt.
Uppskotið, sum ein ar-
Bilur til sólu
Folkavognsbussur, innrættadur til
camping, til sølu.
Telf. 13212
beiðsbólkur hevur gjert,
miðar ímóti at gera eina
felags brennisteð fyri alt
landið.
Hvar arbeiðsbólkurin
hevur hugsað sær at
leggja brennistødina,
verdur ikki upplyst fyrr-
enn álitið er liðugt og al-
mannakunngjert.
Arbeiðsbólkurin varð
settur av Feroya Komm-
unufelag í mai mánaða og
skuldi gera eitt fullfiggjað
uppskot — bæði tekniskt,
figgjarliga og fyrisitingar-
liga — til eina endaliga
loysn av renovatións-
spurninginum í Feroyum.
Tá álitið er liðugt fer
umboðsráðið hjá komm-
unufelagnum óivað at
halda tveir eykafundir og
somuleiðis kann roknast
við fundum í teimum ein-
stoku kommununum.