leygardagur 12. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
221 tons í vikuni
Tveroyrar flakavirki
hevur í vikuni tikið
móti fiski frá 6 skipum.
Mánadagin landaði
Suðringur slakar 3000
kassar, uml. 160 tons,
undan Íslandi og Fer-
oyum. Túrurin vardi 14
dagar og helvtin av
veiðuni var upsi og hin
helvtin toskur og hýsa.
Tveir trolbátar vóru
eisini inni mánadagin,
Niels Pauli við 15.300
pundum og Vesturhav -
ið Blíða við 25.000.
Týsdagin landaði
Rólant 18.000 pund av
línufiski undan Feroy-
um og mikudagin kom
tann nýggi Rólant við
37.300 pundum av
trolfiski. Henda dagin
avreiddi eisini Knúka-
berg, 27.000 pund.
Tveroyrar flakavirki
hevur higartil í ár tikið
móti 4500 tonsum av
ráfiski. Alt árið í fjør
keypti virkið 4800
tons, so munandi meira
er fiskað í ár.
Komnir í helvt
Tann nýggi vegurin,
sum verður gjerdur frá
flogvøllinum, er komin
helvt. Vegurin gongur
oman móti Leitisvatni
og skal ganga niðanfyri
Vatnsoyrar bygd. Tað
er landsverkfrødingur-
in, sum ger arbeiðið.
Fingu mann úr Noregi
til New Foundlands
at hyggja eftir
egningarmaskinuni
Jógvan á Gerðunum er
komin heim av Flemish
Cap við 200 tonsum av
saltfiski. Lastin er ikki
seld enn. Jógvan á
Gerðunum fór úr Fer-
oyum 20. mars til
Reykjavíkar eftir agni.
Har bíðaðu teir í eina
viku eftir líkindum at
fara til Eystur-Gren-
lands, har ætlanin var
at royna fyrsta partin
av túrinum. Eftir 14
degum noyddust teir
tó at rýma haðani und-
an ísi.
Jógvan á Gerðunum
er fyrsta saltfiskaskip,
sum hevur egningar-
maskinu. Maskinan
royndist væl, men teir
hevdu onkrar trupul-
leikar við henni og fóru
ti inn i New Found-
landi. Umboðsmaðurin
hjá framleiðaranum,
sum er norskur, kundi
ikki loysa allar trupul-
; Í FUER Á Sø be. PA
somme I tre
frø u
>> AIR 8
= Í
leikarnar, so har var
onki annað at gera enn
at fáa ein mann úr Nor-
egi yvir.
Hann kom til tað úr-
slit, at agnið ikki hevur
verið tiðnað nóg væl,
tá teir hava egnt við
maskinuni.
Jógvan á Gerðunum
skal nú á beding, aks-
ilin skal sýnast og
botnurin reinsast og
málast. Hvar hann fer
aftaná, er enn ikki av-
gjert, men einastu
meguleikarnir eru und-
ir Feroyum, Íslandi og
við Rockall. Kvotan á
Flemish Cap er uppi.
Petur á Gerðunum,
sum P/f J. Dahl, Gerð-
um, eisini eigur, var
leigaður av landinum
til jarðfreðisligar kann-
ingar í juni og juli.
Hann er nú í Vági, har
hann kemur at liggja
fyribils.
sosialurin
Nr. 59 — 12. august 1978
NS Foru i grind —
5000 litrar av
asfalti runnu ut
Tad eydnadist einum manni
at tippa ventilmunnan vid einum deksli
Eingin mansskadi hendi,
tå eitt óhapp hendi tys-
kveldið á asfaltverkinum
uppi í grótbrotinum í
Havn. Allir arbeiðsmenni-
nir vóru farnir í grind
uttan tann eini, tá óhapp-
ið hendi.
Tað var ein asfalt-
klumpur í ventilinum á
einum asfalttanga sum fór
og ventilurin fekst ikki
aftur. Tad gekk ein løta,
áðrenn eitt deksil varð
skrúvað á ventilin. Í hes-
um tidarbilinum runnu
einir 5000 litrar av asfalti,
sum er um 100 hitastig,
oman á vegin og í
veitirnar.
Bók um kommunuviðurskiftir:
Vóna at bókin kemur
uppi politiska orðaskiftið
— Tær føroysku kommunurnar hava alt
ov lítla innteku í mun til landskassan, sig-
ur formaðurin í kommunufelagnum
Føroya kommunufelag
leggur í letuni eina bók
um kommunal viðurskifti
i Føroyum til rættis.
Bókin, sum væntandi
kemur út í oktober, skal
lýsa tey kommunalu við-
urskiftini í dag.
Serliga verða teir trup-
ulleikar, sum kommunur-
nar hava at dragast við,
lýstir.
Vánaligir
lánimeguleikar
— Sterst áhuga hevur
tann fíggjarligi spurning-
urin. Tær flestu kommun-
urnar hava ov lítið av pen-
ingi at arbeiða við og láni-
meguleikarnir hjá komm-
ununum eru stak vána-
ligir, sigur formaðurin í
Føroya Kommunufelag,
Vilhelm Johannesen, by-
rådslimur i Klaksvik.
Hann sigur, at komm-
unurnar hava alt ov litla
inntøku i mun til lands-
kassan. Hesin munurin
Framhald å sidu 14
Staðið nakað leingi
Frá kommununi verður
upplýst, at asfaltið hevði
staðið nakað leingi. Tað
var ti vorðið kalt um
ventilin og vildi ikki renna
út.
Arbeiðsfólkið visti ikki,
hvat var galið — um brek-
ið var í slanguni ella í
tanganum. Ventilurin
varð ti latin aftur og
slangan tikin av.
Við handamegi
eydnaðist
Nú vísti tað seg, at ein
klumpur hevur verið í
Asfaltið rann í stríðum
streymum — 5000 litrar
ventilinum, sum knapp-
liga fór og vildi ventilurin
ikki aftur, men við handa-
megi eydnaðist at tippa
munnan við einum deksli.
Óhappið hendi, meðan
asfaltið varð flutt frá ein-
um av flytitangunum,
sum koma úr Skotlandi,
yvir í ein av teimum
fastliggjandi tangunum.
Hjálp varð beinanvegin
boðsend og tað gekk bert
stutt tíð, til politiið var á
staðnum, men tá hevði tað
longu eydnast ti eina
manninum at steðga as-
faltstreyminum.
Grús verður her koyrt á
Vilhelm Johannesen
i
+
í
be Sa
ERE
St
vene
eN