Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Rr GT ARASON DS Nr. 59 — 12. august 1978 MYKINES NØGLEPLAN sosialurin „iða 5 Innflúgvingartólini í Vágum: Arbeiðið útboðið i september Tann neyðugi peningurin til uppseting av innflúgv- ingartólum við flogvellin í Vágum er nú játtaður av myndugleikunum. I hesum døgum eru menn frá Post og Tele- grafverkinum saman við einum verkfrødingi frá ráðgevandi verkfreðinga- felagnum I.S.C. i Føroy- um og gera fyrireikingar til arbeiðið, sum verður útboðið í september. Leið- arin av projektinum er verkfrødingurin Egon Nielsen frå P. og T. Hann sigur vid Sosialin, at i fyrsta umfari er talan um at gera hus, fundamentir og leggja kadal til teir ym- isku sendararnar. Ætlanin fevnir um tvey størri hús uppá 26 m* við sjálvan flogvellin og tvey onnur smærri hús uppá 12m*. Tey smærri verða bygd við Leitisvatn og við grótbrotið í Servági. Hetta arbeiðið væntast at verða liðugt við ársbyrjan næsta ár og verður tá farið undir innleggingina av teimum elektronisku tól- unum. Egon Nielsen metir, at samlaða arbeiðið fer at verða liðugt í seinnu helvt av 1979. Ikki fullfiggjað skipan Innflúgvingartólini, sum Um eitt ár fáa flogskipararnir eisini hjálp frá tólum á landi og væntast hetta at fera við sær regluligari og tryggari flogferðslu nú verða uppsett, eru ein- ans ein partur av teimum tólum, ið vanliga verða brúkt á ødrum flogvellum. Tað hevur víst seg við royndunum, ið gjørdar eru hesi seinastu árini, at ein partur av tólunum, sum vanliga hoyra til hesa skipan ikki roynast nóg trygg í Vágum. Myndugleikarnir hava tó avgjørt at seta upp tann partin av tólunum, sum lúka trygdarkrov- unum, tí hesin parturin einsamallur = hóast alt væntast at føra við sær regluligari og tryggari ferðslu um flogvellin Seinasta Skotlandsferðin i ár Nekur pláss eru eftir til ta seinastu Skotlandsferðina úr Feroyum við SMYRLI sunnukveldið 27. august og 8 daga bussferð í Skotlandi. Heim- koma 5. september. Ferðamannastovan tif. 12277 kring oyggjarnar Tá tann komandi útstykkingin er liðug í Klaks- vík, eru grundstykkir til yvirs — í eina tíð Yvirskot av grundstykkjum Í Klaksvík er ein nýggj útstykkingarætlan í gerð. Tað er Tróndur Fuglø, sum ger ætlan- ina. Utstykkingarætl- anin, sum liggur á einum eki á Vaágs- stongunum, verður lið- ug tíðliga í heyst. Ætl- anin fevnir um 120 grundstykkir. Klaksvíkar komm- una hevur í letuni 70 grundstykkja-umsókn- ir liggjandi. Soleiðis verður tað eitt fitt út- boð av grundstykkjum í Klaksvík, sum helst er heldur sjáldsamt í teimum føroysku stór- bygdunum fyri ikki at nevna Havnina. Tað eru tvey ár sið- ani, at Klaksvíkar kommuna seinast gjørdi eina útstykking. Hendan fór fram á Litlubrekku. 16 tons av bjargingarútgerð Á einum fundi hjá L.F.B., Landsfelag- num fyri feroysk bjargingarfeløg, sein- asta leygardag varð upplýst, at feløgini hava fingið 16 tons av útgerð frá Civilforsva- ret í Danmark. Ivan Johannesen, Miðvági, hevur verið formaður í L.F.B. hesi seinastu tvey árini. Reglurnar siga, at sami formaður bert má sita tvey ár á rað. Formansvalið, sum varð útsett á aðal- fundinum, varð av- greitt leygardagin. Nýggjur formaður er Rólant Patursson, Tórshavn. Hann var næstformaður áður. Ivan Johannesen varð valdur til næstfor mann. Nýggjur tinghamari Legtingið hevur fingið ein nýggjan fundar- hamara. Tað er Poul á Borð, sum hevur gjert hamaran fyri Tórs- havnar Skipasmiðju, ið hevur givið hann Kjartan Mohr handaði løgtingsformanninum hamaran, sum er ur ibenholti, å tingfundi týsdagin undir lógva- brestum. Tann gamli hamarin, sum er horvin úr ting- húsinum fyri stuttum, var annars givin av ti íslendsku stjórnini. Polarborgirnar hver síni 130 tons Mikudagin kom Polar- borg II undan Íslandi við 130 tonsum av is- fiski. Teir royndu å Eysturlandinum og vardi túrurin 12 dagar. 20 tons av veiðuni var upsi, hitt var toskur. Polarborg I hevði eisini 130 tons á síðsta túrinum. Hon landaði mikudagin í hinari vik- uni, 45 tons av upsa og 85 av toski. Polarborg Í roynir eisini undir Ís- landi og henda túrin vóru teir burtur í 12 dagar. Flakavirkið í Vági, Polarfrost, keypti 4.560 tons av ráevni fyrstu sjey mánaðir ársins. Hetta eru 1300 tons meira enn í sama tíðarskeiði í fjer. Or- sekin til veksturin er tann góði várfiskiskap- urin, serliga er nógvur upsi komin upp á land í ár.