Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 59 — 12. august 1978 lesarabrøv Um uppstillingarfundir javnadarmanna i Vågi Í týsdagsblaðnum síðsta stendur eitt lesarabræv um, hvussu javnaðar- flokkurin í Vági stillar upp í ár. Av tí at ikki alt, ið stendur í nevnda brævi samsvarar við veruleikan, eins og brævskrivarnir seta rættuliga grovar skuldsetingar fram móti undirritaða, verður Sosi- alurin biðin um at taka upp fylgjandi viðmerking- ar: Frágreiðingin um fyrra fundin er á góðari leið, men tá bústaður mín í yv- irlitinum yvir valúrslitið er Geta, tykir mær hetta benda rættuliga týðuliga á, at brævið í sjálvum sær einki endamál hevur, men er skrivað í óndskapi og av evund. Nú eru 11 ár liðin síðani eg flutti úr fødibygd mini, og góð 6 av teimum havi eg verið borgari í Vágs kommunu. Eisini gloyma hesir báðir limir felagsins at skriva, at fyrri fundurin einmælt samtykti, at á ti seinna skuldi meguleiki vera fyri at lata inn at- kveðu við brævi. Sostatt er tað ósatt, sum skrivað verður, at onkur hevði funnið uppá hetta beint upp undir tann seinna fundin. Samanberingin „at leita eftir lesull og brævat- kvødugreidslan« er fyri mær óskiljandi. Bert veit eg, at tað var ein erlig sak, at henta lesull fyrr og er tað væl enn. Men er mein- ingin tann, at undirritaði hevur gingið runt millum limirnar og biðið um at- kveður, so kann eg avvísa hesa illgiting við góðari samvitsku, eins og allir limir felagsins kunnu vatta at so er. Hvussu nakar veit, hver ið fekk flestar bræv- atkveður, man vera ein gáta fyri allar fundarlut- takararnar uttan hesar báðar, men øll, sum vóru til staðar vita, at av misgávum vóru 9 bræv- bjálvar ikki opnaðir fyrr enn til seinast, og góvu hesir 3 atkvødur til hvert valevni. Hetta tykir mær geva eina rættuliga greiða ábending um býtið av nevndu brævatkveðum. Sum skrivari felagsins umsiti eg limalistan, og meting min er, at tad er skylda min at kanna eftir, um tey, ið greiða atkv., tað veri seg sum fundar- fólk ella við brævi, eru limir í felagnum. Skuld- setingin um, at eingin fekk at vita, hver ið latið hevði brævatkv tykir mær rættuliga álvarslig, ti ein og hver, sum hevði áhuga, kundi fylgja við í kanningini, eins og onkur gjørdi tað. Tvassið um ellisheimið á Tveroyri leggi eg ikki lag í at svara til, bert kann eg upplýsa, at eingin lim- ur felagsins heldur til har. Rætt er tað, at flestu fundarfólkini hildu, at at- kvødast skuldi tvær ferð- ir, ið hvussu so er, var tað mín uppfatan, men at nekur fá fólk tóku fundar- leiðsluna av ræði og fóru á dyr, er ósatt. Nógv tann stersti parturin av fólk- inum var ímóti enn einum vali, út frá ti sjónarmiði, at myndin var so greið, at orsek var ikki til eitt um- far aftrat. Sjálvt hesir báðir per- sónar, ið alment seta fram illgitingar móti eðrum, uttan at megna at seta nevn síni undir, áttu ikki so frægt av dirvi ella skili, at teir bóru fram hugsanir sínar á fundinum, tí ein og hver, ið vildi, kundi mót- mæla, men so var bara ikki. Út frá hesum áður- nevnda brævi kunnu fólk, ið ikki kenna viðurskiftini til fulnar, lætt fáa ta fatan, at undirritaði hevur roynt at troðka seg fram og skúgva onnur til viks. Hetta hevur tó ongantið verið so, og vón mín er, at tað heldur ikki verður so í framtíðini. k KK Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fåa lesarabrøv upptikin /undir hesum! teiginum er, at: blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Í lógum felagsins stend- ur, at 20 limir altið kunnu krevja fund. Hetta vil eg mæla teimum báðum brævskrivarunum til at fyrireika. Ti eg eri hverja løtu til reiðar at taka meg aftur sum valevni, tá ein slíkur fundur metir tað vera rætt. Men man ikki orsekin til brævið vera tann, at úrslitið av uppstillingini ikki bleiv tann bitin, sum onkur longu helt seg hava svelgt? Nes-Vågur 31. juli 1978 Andreas Petur Jacobsen Herdaklapp til gamlan nazist Månakvøldid 7. i hesum bar Útvarpið tey tíðindi, at fyrrverandi nazidómar- in Filbinger endiliga, aft- an á nógv trýst, hevur lagt frá sær sum forsætis- ráðharri í Baden-Wiirten- berg. Aftan á leysliga at hava nomið við brotsgerðir Fil- bingers undir seinna heimsbardaga fylgdi Út- varp Feroya honum á dyr við fylgjandi herðaklappi: >Hann hevur annars verið væl dámdur í Baden- Wiirtenberg, ikki minst, tí hann hevur verið sparin við almennum útreiðslum 0.s.fr.< (citat eftir minn- inum — tað er kanska ikki orðarætt, men innihaldið var so har). Nú er at spyrja: Hverj- um er Filbinger væl dámdur av? Er tað av teimum arbeiðsleysu í stati hansara? Ella. av teimum mongu gomlu og avlamnu, sum av spari- tiltøkum hansara fáa loyvi at liggja í hjálparloysi? Ella av foreldrunum, sum ikki kunnu fáa bern síni ansað undir tryggum við- urskiftum? Ella eru tað teir mongu javnaðar- menninir, sum hava mist starv sum lærarar, tok- kontrollerar ella pedellar orsakað av Filbinger'sa umfatandi berufsverbot? Ella eru tað kanska for- eldrini hjá ti unga matrós- inum, Walter Greger, sum Filbinger lat taka av deg- um 7 vikur áðrenn kriggið endaði? , lurtari Filbinger og matrósurin Greger, sum hann dømdi til deyða í 1945 áskoðanum innivist. BLAÐIÐ sum hevur eina politiska áskoðan, men sum kortini gevur øðrum Bussrutur í Havn Ætlanin hjá býráðnum um at skipa fyri bussrutum man vera frægasta tiltak hjá býráðnum í longri tíð. Vónandi verða bussrut- urnar einaferð so nógv út- bygdar, at fólki ikki nýtist privatbil. Í Sosialinum mikudagin stendur, at eingin hevur meir enn 300 m at ganga til bussin; og tað er eisini í lagi at byrja við; 300 m er ikki ov langt at ganga hjá frískum fólki. Men tað sær út sum bý- ráðið í uppskotinum til rutu hevur gloymt ein stóran býarpart, sum enn- tá er í skjótum vekstri, andre kommuner. inden for nogle ár. árgang. yngre árgange. lig. Ledig stilling - En stilling som skoleinspekter ved Runavík skole i Runavík kommune ønskes besat snarest muligt. Skolen omfatter elever i 1.—10. årgang fra kommunen samt tillige elever i 8.—10. årgang fra I skoleåret 1977/78 havde skolen ialt 536 elever i 1.—10. årgang samt yderligere 100 elever fra andre skoler i valgfrie fag i 8.—10. årgang. Skolen har fortsat realafdeling for Runavik og Nes kommuner, men den må forventes afskaffet Skolen omfatter 4 skolebygninger, der er be- liggende i Rituvik, Søldarfjørdur, Glyvrar og Runavik. Afstanden mellem Rituvik og Runavik er 4 km, mellem Runavik og Glyvrar 1,6 km og mellem Glyvrar og Søldarfjørdur 4,5 km. I skoleåret 1977/78 var der i Rituvik 1.—4. år- gang med 82 elever, i Søldarfjørdur 1. —4. árgang med 128 elever, i Glyvrar 3.—7. årgang med 204 elever og i Runavík 1.—3. real og 9. klasse med 122 elever samt 100 elever i valgfrie fag i 8.—10. Eleverne i Søldarfjørdur fik dog undervisning i gymnastik, formning og sløjd i Glyvrar. For- delingen af klasser mellem Rituvik, Søldarfjørdur og Glyvrar varierer fra år til år efter elevtallet i de Skolen har udover skoleinspektøren, en vice- skoleinspektør og en afdelingsleder. Skoleinspektørens pligtige timetal fastsættes efter reglerne i Færøernes skoledirektions cirku- lære af 25. maj 1972 om tjenestetiden for folke- skolens tjenestemænd. I skoleåret 1977/78 var. skoleinspektørens pligtige timetal 6 timer ugent- Stillingen henføres i henhold til aftale af 9… december 1977 mellem Færøernes landsstyre og + Færøernes lærerforening til lønramme 31. Ansøgninger stiles til dronningen og indsendes til Færøernes skoledirektion, P.O. Box nr. 12, 3800 Tórshavn, inden 2 uger fra opslagets dato. Opslået den 14. august 1978 Udløber den 28. august 1978. nevniliga Ternurygg. Ov- asta buss-rutan koyrir ikki longur enn niðan á Háls. Frá ovastu húsunum í nýggju útstykkingina (Óluvugetu) oman á Háls er umleið 1 km, og frá ov- astu húsunum við Sunds- vegin oman á Háls eru umleið 2 km. Hetta er nóg so langt at ganga til buss- in, so vónandi kemur ein buss-ruta niðan eftir øll- um Sundsvegnum — ann- ars fáa vit lítla -gleSl'av bussunum. Ternurygg-búgvi