leygardagur 12. august 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE
DEI
A
Nr. 59 — 12. august 1978
HB — B36
HB tryggjaði sær 2 stig
sosialurin
Síða 7
Mikukveldið spældu HB og B36 landskappingardyst
í Gundadali. Ikki nógvir áskoðarar vóru til dystin,
so peningaliga var hetta eitt vána kveld fyri HB,
men teir tryggjaðu sær tvey stig og tvey mál.
Líkindini at spæla í vóru av'teimum bestu
HB byrjaði
Beinanvegin dysturin
byrjaði, hevði HB megu-
leika at leggja seg á odda,
men sum tað hevur eyð-
kent HB í ár, og eisini
B36, so manglar altíð tað
síðsta beinið at sparka
undir bóltin.
2 mál í 1. hálvleiki
Bæði málini HB fekk
komu í fyrra hálvleiki, og
vóru bert 11 minuttir í-
millum tey.
Tá 21 minuttir vóru
spældir av fyrra hálvleiki,
hevði HB álop í hegru
síðu. Bólturin kom út
aftur frá B36-ara, og datt
niður framman fyri mål-
inum. Hetta endaði við
klumpspæli. Ur øllum
hesum ruðuleikanum fær
Eyðfinn skotið bóltin móti
ti tóma B36 málinum til
1—0 leiðslu.
Tá 32 minuttir vóru
spældir, fekk HB eitt
vakurt mál, og eisini hesa-
ferð kom álopið í hegru
síðu. Kári Nielsen fer við
fullari ferð fram við síðu-
Ikki eydnaðist Kára at fáa mál hesaferð
linjuni, hann sær, at Sune
er við á miðlinjuni, lyftir
bóltin inn um verjuna inn
á miðjuna til Suna, ið ikki
lat sær siga fleiri ferðir,
men setti hann bóltin
trygt í netið til 2—0, ið
eisini gjørdist endaliga úr-
slitið.
Kjartan út
Eitt keðiligt óhapp hendi,
tá 27. minuttir vóru farnir
av fyrra hálvleiki. Kjartan
Mohr var so óheppin, at
hann noyddist at fara út
av vellinum við brotnum
skevningi. Hvussu hetta
hendi, vita vit ikki, tí
hetta hendi, meðan HB
var í álopi, og tá álopið
var brotið, varð Kjartan
liggjandi á vellinum.
Bjarni góður
Um málverjan hjá B36
kann sigast, at hann var
góður. Onkur vildi vera
við, at hann livdi lívið
vandamikið, og sá tað
eisini soleiðis út.
HB hevði ålop í vinstru
síðu. Jákup fær bóltin frá
HBara og Bjarni er á veg
Eyðfinn skorar til 1—0
út eftir honum, men hvat
ger Jákup, hann lyftir
bóltin hegt inn móti tí
handara málstólpanum,
men við neyð og deyð
eydnaðist tað Bjarna at
fáa fatur á bóltinum.
Kári
2 meguleikar
Bæði í 14. og 15. minutti
av seinna hálvleiki hevði
Kári Nielsen tveir stór-
meguleikar eftir verju-
itrottur
villu, men hvørgin gav
nakað úrslit.
Um dystin
Um dystin kann sigast, at
eg ongantíð áður havi sæð
B36 leika so vánaligt sum
mikukveldið. Haraftur í-
móti kann sigast um
spælið hjá HB, at tað
gekk væl á miðjuni, men
meini eg, at teir spæla ov
nógv aftur og fram á miðj-
uni, og fáa tí alt ov lítið
burtur úr.
Borðtennisdeildin ársfund:
Svenskur borðtennisvenjari higar til heystar
Mikukveldið hevði borð-
tennisdeild ÍSF's ársfund,
og var val av nevnd á
skránni. Í nýggju nevnd
ini sita, Ronnie Midjord,
TBF formaður, Kristian
Kristiansen, Fram, næst-
formaður og Hákun Djur-
huus H71, skrivari.
Vit hava tosað við
formannin Ronnie, og sig-
ur hann okkum, at teir á
fundinum tosaðu um venj-
araspurningin, og vóru
teir samdir um at taka
svian Anders Johansson
hendanvegin.
Anders Johansson
Anders Johansson er væl-
kendur í borðtennisheim-
inum. Hann var við á tí
svenska landsliðnum, ið
metti til heimsmeistara-
kappingina.
Ætlanin hjá borðtennis-
deildini er, at hann skal
koma hendavegin í ok-
tober mánaða, tá skúlar-
nir hava heystfri, og ætla
teir at royna at fáa nýggja
skúlan oman Hoydalar til
láns, ti har eru møguleik-
arnir av teimum bestu við
innilokaðum skúlagarði,
har pláss er til eini 8—9
borð og harafturat ein
fimleikarhell har pláss er
til 6—7 borð.
20 leikarar
Anders Johansson skal
hava umleið 20 leikarar at
venja, og skal borðtennis-
deildin finna hesar leik-
arar. Tað verður eingin
leikari úr meistaradeildini,
men bert úr pilta-, dreing-
ja- og unglingadeildini.
Lógarbroyting
Á ársfundinum var eisini
lógarbroyting fyri, og var
hon einmælt samtykt. Vit
skulu seta ta nýggju lóg-
ina á prent her í blaðnum,
men hesaferð vilja vit bert
tríva í tað týdningar-
mesta.
Heima- og útidyst
Í framtíðini verður lið-
kappingin framd á tann
hátt, at liðini spæla ein
heima- og ein útidyst.
Einstaklinga- og tví-
manskappingin skal í
framtiåini spælast eftir
mall-roynd< skipanini. Í
letuni verða hesar kapp-
ingar spældar eftir >cup
skipanini«.
Eyðkennisbúnar
Eins og í hinum kapping-
unum hevur ársfundurin
viðtikið, at hvert felag
skal hava ein eyðkennis-
búna, tí, sigur Ronnie
Midjord, so sleppa vit
undan at síggja, at spæl-
arar meta upp í cowboy-
buksum og eðrum.
Stór broyting
Eftir hvat formaðurin sig-
ur, so verður hetta ein stór
broyting, ið vil føra við
sær, at borðtennisdeildin
fær nógv at gera komandi
ár. Eisini vónar borðtenn-
isdeildin, at allir spælar-
arnir seta seg væl inn í ta
nýggju lógina, so sleppast
kann undan óneyðugum
stríði í vetur, tá kappingin
fer í gongd.
Kappingarskipan
Av ti at leikast skal eftir
eini nyggjari skipan, so
fer borðtennisdeildin at
geva eina kappingarskip-
an út, ið væntandi verður
í handlunum fyrst í nov-
ember.