mikudagur 16. august 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60
Mikudagin
16. august 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnaður
brødralag
Fyra mans i livsvanda,
å hemari legdi å seksæring
— Sendu 15 neyðrakettir, ongin så tær
Tríggir vágbingar, Arni
Dahl, Svenning Borg og
Julius Vest, og ein hvalb-
ingur, hin 12 ára gamli
Dávur Hentze, sum hós-
dagin í síðstu viku vóru
farnir út at stima við seks-
æringinum hjá Arna
Dahl, Bláaberg, komu í
lívsvanda, tá ein hemari
breyt eitt borð í bátinum.
Teir vóru tá staddir vest-
an fyri Sunnbiargrynnuna
og hevdu ein góðan tíma
at sigla til lands.
Ongin sá
neyðrakettirnar
Vit hava tosað við svenn-
ing Borg og biðið hann
greitt frá hendingini.
Hann sigur, at teir høvdu
ligið eina lotu og roynt við
sneri vestanfyri Sunnbiar-
grynnuna, tá teir sóu ein
hemara elta tað eina snør-
ið, sum var á veg upp úr
sjónum við trimum hýsum
á. Teir hevdu ein hemara-
húk umborð, krektu eina
livandi hýsu á, festu eina
boyu við og koyrdu so út.
Hemarin tók alt fyri eitt,
men tá hann varnaðist, at
hann var fastur, gjerdi
hann álop á bátin og breyt
eitt borð í næstaftasta
rúmi.
Svenning sigur, at teir
beinanvegin settu fulla
ferð á móti landi og hem-
aran sóu teir ikki aftur.
Borðið, eitt tumma-
borð, kom upp í gjøgnum
millum tvey bond, so
sjógvur streymaði inn í
bátin. Teir koyrdu triggj-
ar ulpur í holið og meðan
teir sigldu til lands, stóðu
tveir á teimum og hinir
báðir oystu. Teir sendu 15
neyðrakettir, men ongin
sá tær úr landi, helst tí
sólin stóð beint á Sumba,
sigur Svenning Borg.
Tá teir komu til Sunn-
biar, tettu teir bátin og
hildu so leiðina fram til
Vágs.
Við neyð og deyð
Svenning Borg sigur, at
tað var við neyð og deyð,
at teir rukku land. Sjálvur
stóð hann í sjógvi upp
undir knøini og vóru bein-
ini sovnað av kuldanum.
Hann sigur, at høvdu teir
bert verið triggir umborð,
kláraðu teir ikki at halda
bátinum flótandi. Teir
vóru eisini hepnir við tað,
at hemarin fyrst rakti eitt
band, áðrenn hann breyt
borðið. Brotið hevði iva-
leyst blivið sterri, um
hann rakti millum tvey
bond. Teir hevdu ongar
bjargingarvestar ella aðra
bjargingarútgerð umborð.
Tað frættist annars
sunnaneftir, at langt er
síðani, so nógvur hemari
hevur verið sum í ár. Men
tað er ókent, at hemari
hevur lagt á bát.
Hitin aðrastaðni
kl. 9 týsdagin.
Bergen 15
Scrabster
Seyðisfjerður
Esbjerg
Stavanger
Oslo
Kristiansand
Lervick
Kirkwall
Aberdeen
Edinbourgh
London
Reykjavík
Akureyri
Álborg
Árhus
Odense
Keypmannahavn
Tórshavn
Akrabyrgi
Flogvellurin
Formaðurin i styrinum gevur loyvi — stjórin noktar:
10 handilsskúlanæmingar fåa
ikki innivist á tómum skulaheimi
Í januar søkti Føroya Handilsskúli um
innivist fyri 10 næmingum á skúlaheim-
inum hjá Tekniska Skúlanum. Handils-
skúlin hevur enn ikk fingið endaligt
svar. Tað er ikki vegna plásstrot. Heimið
stendur altíð nærum tómt.
Tá 6 handilsskúlanæm-
ingar skuldu flyta inn á
skúlaheimið hjá Tekniska
skúlanum sunnukveldið,
fingu teir ikki innivist og
vórðu ti innkvarteraðir
privat.
Hetta hendi hóast
handilsskulastjorin, Hed
in Samuelsen, annað-
hvønn dag i síðstu viku
fekk at vita frå formann-
inum i styrinum,
Mohr, at
Leif
næmingarnir
vóru vælkomnir at búgva
á skúlaheiminum í fyribils
tt ar
Stjórin
aðra áskoðan
Men stjórin á Tekniska
skúlanum, Poul Kjartan
Bærentsen, hevur eina
aðra áskoðan.
Fríggjadagin í síðstu
viku sendi hann Handils-
skúlanum bræv, har sagt
verður, at tekniski skúlin
ikki kann veita næming-
unum innivist.
Men seinri sama dag
Handilsskúlin aftur
at vita frá Leif Mohr, at
framhald á síðu 12
fekk