mikudagur 16. august 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sgsialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Føroya Javnadarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Utgevari:
Blaðstjóri
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Sosialurin
Dimmalætting
Uppseting
Prent
Fyrireiking
Í HESUM valskeiði hevur sam-
bandsflokkurin lagt uppskot á ting
um at kanna møguleikarnar fyri, at
arbeiðsloysisstudningur verður
framdur.
TEY SEINASTU nógvu árini og alla
ta tíð, sum javnaðarflokkurin hevur
havt leiðsluna av samfelagnum,
hevur tað ikki verið neyðugt við ar-
beiðsloysisstudningi og arbeiði hev-
ur verið til allar hendur bæði á sjógvi
og landi.
TANN TÍÐ var, tá arbeiðsloysi ráddi
i Føroyum og tá føroyingar — bæði
kvinnur og menn — annadhvørt
vóru noyddir at ganga arbeiðsleysir
heima ella noyddir at leita sær vinnu
við útlendskum skipum og á fiski-
ídnaðarvirkjum í ødrum londum.
HETTA VAR í eini tíð, tá sambands-
flokkurin hevði politisku leiðsluna
av samfelagnum. Saman við fólka-
flokkinum og seinri saman við bæði
fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokk-
inum hevði sambandsflokkurin pol-
itiska valdið í Føroyum. Tíðin var
merkt av arbeiðsloysi og politiskum
atgerðarloysi.
EITT ER um tað er møguligt at
fremja arbeiðsloysisstudning, og
tað er tað sjálvandi, men eitt annað
er, um tað er neyðugt við slíkum
studningi. Sum er hava vit ongan
tørv fyri arbeiðsloysisstudningi. Og
tað fegnast vit sjálvandi um.
MEN VIÐ arbeiðsloysisárunum í
fimtiárunum í huga, má haldast, at
kemur sambandsflokkurin aftur til
valdið saman við øðrum borgarlig-
um flokkum, so verður tørvur á ar-
beiðsloysisstudningi.
UPPSKOTIÐ frá sambandsflokk-
inum um at kanna møguleikarnar
fyri, at arbeiðsloysisstudningur
verður framdur, er møguliga ein
fyrireiking til, at flokkurin ætlar sær
politiska valdið eftir valið. Og tá er
vandi fyri arbeiðsloysi sjálvandi
sjálvandi stórur.
MEN HER megu føroyingar siga
nei. Ikki siga nei til arbeiðsloysis-
studning, men nei til sambands-
flokkin og hansara arbeiðsloysi,
sum vit høvdu nóg mikið av í stjórn-
artíð floksins í fimtiárunum.
sosialurin
Steðgið ørskapinum (|
Skúlaheimið við
Seinast í trýssunum varð
farið undir at projektera
skúlaheimið, sum standa
skuldi á 48.000 m* stóra
økinum við Marknagils-
vegin, sum kommunan
hevdi lagt av til teir
triggjar skularnar Tekn-
iska skúlan, Maskinskúl-
an og Handilsskúlan. Fyri
at kanna kunna fara undir
bygging, tilskjeytaði
kommunan Tekniska
skúlanum alt ekið, lítið
ánandi, at tekniski skúlin
á henda hátt tjóvstjól ekið
frá hinum skúlunum, setti
seg á tann hega hestin,
gjørdu hinar til biddarar
og forðaðu við nógvum
snildum gjøgnum sera
løgna atferð skúlastjóran,
hin vidagitni sjónleikarin
Poul Kjartan Bærentsen,
stud. psyk., sum full-
komiliga skúgvaði orða-
fellið »ein maður er ein
maður og eitt orð eitt orð>
til viks, fyri, at nakað
spurdist burturúr nakrari
skilagóðari sambygging á
økinum.
Útbjóðað varð í desem-
ber 1971. Samlað tilboð:
6,5 mill. kr. Arbeiði byrj-
aði í juli 1972, hálvt ár
seinkað. Í mai 1974 varð
reisigildið hildið. Í februar
1976 varð innflytingar-
klárt. Flutt varð inn á
vári. 19/11 76 varð heimið
vigt. Støddin á heiminum:
3.390 m*, harav 2.394 m?
bustadarøki. 48 rúm, 96
sengur. Prisur samb. upp-
seting av tekniska skula-
num: góðar 14 mill. kr.,
heruppii grundøki
350.000, projektering og
tilsyn 1,1 mill. kr. og
kurstap góðar 2 mill. kr.
(eftir minninum). Seinni
er meira komið afturat.
Og viðmerkjast skal, at
heimið, sum einki hevur
kostað Tekniska skúla-
num sjálvum, stendur í
stórari skuld til teir, sum
Nr. 60 — 16. august 1978
Marknagilsvegin
gjørdu arbeiðið..
Hvussu hava so menn 1
hesi tvey árini, tað hevur
verið brúkt, farið um
hetta skúlaheim, sum
liggur um kr. 300.000 fyri
hvert bústaðarrúm, sum
kostar hópin av peningi at
reka, sum í hvussu so er
hevur 7 fest starvsfólk,
umframt tey leysu, og
sum Leif Mohr, formaður
skúlans, sum vissuliga
hevur eitt stórt hugflog
(hann kann ikki gera við,
at hann hevur smáttskor-
in fólk rundan um seg),
hevði ætlað at standa sum
ein týðandi miðdepul í
einum máttmiklum skúla-
sentri.
Av 96 seingjum verða í
meðal 14—16 brúktar til
handverkslærlingar yrka-
dagar. Harafturat verður
heimið útleigað til kongi-
ligar ballettdansarar, fólk
á fráhaldskongress, limir
av Nordisk Rád, Radio-
undirhaldsorkesturlimir
o.1., umframt til okkurt
skeiðið, eitt nú ullaskeið-
ið. Eftir egnum telum
tekniska skúlans vóru
seingjarplássini í 1976/77
troytt 19,4 % (donsk
skúlaheim i medal:
72,5%). Utreiðslur fyri
hvønn næming fyri hvønn
kostdag: kr. 178,80
(donsk skúlaheim í meðal:
kr. 64,72). Utyvir hetta
verður noktad skúlanæm-
ingum at búgva har, held-
ur ikki neyðloysn, sjálvt
um bústaðartrupulleikar-
nir eru sera stórir. Nevn-
ast kann soleiðis, at 17
maskinskúlanæmingar
búgva á Sjómansheim-
inum, at 10 næmingar,
sum byrjað skuldu at
ganga til hægri handils-
próvteku, vóru nærum
noyddir at gevast, ti teir
ikki høvdu tak yvir hovdið
dagin fyri byrjan, og at
stórir trupulleikar hava
verið á lærara-, studenta-
sjómansskúlanum og HF.
Hverjir teir eru, sum
spenna bein og loyva sær
at nýta ein 15 mill. bygn-
ing til egna småkongariki,
verður greitt frá í næstu
grein, sum fær heitið:
Handilsskúlin og skúla-
heimið.
Heðin Samuelsen
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
Soli Deo Gloria
Andakt í kveld kl. 22.15
v/ Amaliel Jacobsen.
Betesda
Uppbyggingarfundur í
kveld kl. 20.
Emmaus
Møti í kveld kl. 20. Frigg-
jakveldið kl. 20 verður
bibliutimi og bønarmøti.
KFUM & -K,
Klaksvik
Bibliufundur hóskveldið
kl. 20
Møti i Sørvågi
Meti = undir heitinum
„Kristus er svarið< verða
um vikuskiftið í Missi-
ónshúsinum. Byrjað verð-
ur friggjakveldið kl. 20.
Ung fólk ymsastaðni frá
luttaka við sangi og vitn-
isburði.
Úr starvi
Elisabeth Andreassen,
sum hevur starvast innan
kommunuskúlan í Tórs-
havn, tey seinastu árini á
Eysturskúlanum, fer nú
úr starvi vegna aldur.
Steðgið ørskapinum lll
Handilsskúlin
og skúlaheimið
Tá vit fóru undir at fyri-
reika hægri handilspróv-
tøku, roknaðu vit við,
sum givið, at næmingar
okkara uttan fyri Havnina
fingu innivist á skúla-
heiminum. Vit hildu, at
prátið um samstarv skúl-
anna millum kundi standa
sína roynd á hendan hátt,
at Tekniski skúlin hevði
áhuga fyri at royna at fáa
meðalkostnaðin niður, um
ikki annað fyri skomm
skyld, og at Tekniski
skúlin moralskt var tann
nærmasti at hjálpa, um á
stóð við bústaðarneyðini
um ikki annað fyribils. Vit
heittu tí í góðari tíð á
næmingarnar um at fáa
sær innivist sjálvi, tess-
vegna at vit av royndum
vistu, at stjóri Tekniska
skúlans var ringur at
rokna út.
Sendu bræv til Tekn-
iska skúlan tann 30. janu-
ar 1978 og bóðu um inni-
vist fyri 10 næmingum.
Ryktu stjóran fleiri ferðir
eftir svari. Síðani aðrar
nevndarlimir. Poul Kjart-
an Bærentsen sá seg tí
noyddan at leggja umsókn
okkara fyri stýrið á fundi
24. mai i år 4 mánaðir
seinni. Men snildur sum
altíð fær hann beint (les
súltað) málið í eina serliga
skúlaheimsnevnd til út-
talu, sum — haldið tykk-
um fast — sum ikki var til
— men sum tó, hóast ill-
vilja frá Hjerleif Hentze,
stýrislimi og formanni í
Havnar Handverksmeist-
arafelag og sum velja
skuldi 1 lim, varð fullsett
um miðjan juli.
1. juni skrivar Handils-
skúlin aftur til stýrið fyri
Tekniska skúlan og biður
teir um ikki at seinka mál-
ið á henda hátt. Næstan
allir nevndarlimir, vit
hava tosað við, vita einki
um hetta bræv (man
mercht die Absicht).
Vit rykkja ymsar limir
og skúlastjóra fyri svar.
Ein slutur fyri ein slatur.
At enda fara vit til Leif
Mohr, sum hevur verið
nógv burtur hetta sein-
asta árið, og biðja hann
um at koma upp í leikin.
L.M. undrast so sáran yv-
ir, at málið ikki er avgreitt
enn og sver uppá, at inn
skuldu vit. Í hesari vikuni
er so hent tað:
Mánadag:
L.M. ringir og sigur, at
alt er greitt, og at okkara
næmingar eru hjartaliga
vælkomnir, um ikki annað
fyri eitt ár — næming-
arnir, 10 í tali, fáa boð.
Týsdag:
1. hevuðsreingerð og
samanbrestur millum
L. M. og P.K.B. á skúla-
heiminum.
Mikudag:
Helgi Øster, skúla-
heimsstjóri, kennir einki
til, at vit kunna koma inn,
og ivast stórliga, um hetta
kann lata seg gera, uttan
at skulaheimsnevnd og
stýrið hava tikið stødu —
Leif Mohr váttar játtandi.
Hósdag:
2. hevuðsreingerð mill-
um L.M. og P. Kj.B. Leif:
ja. P. Kj. B: nei, Leif
Mohr rýmir av fundi og
setur sítt formansstarv
inn uppá sakina. Helgi
Øster sigur seg vera sum
lús millum tvær negl.
Friggjadag:
Skriv frå P. Kj. B.
vegna Tekniska skulan
um, at skulin ikki kann
hjálpa okkara neydstøddu
næmingum. Leif Mohr
ringir og sigur, at alt er í
lagi.
Framhald á síðu 9