Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sosialurin telf. 14720 . 118 20 . giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjøri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Styring Í DIMMALÆTTING týsdagin skrivar formaður sambandsflokksins um landsbankan og ta stýring av bú- skaparviðurskiftunum, ið ein slíkur banki vil skapa møguleika fyri. HANN UNDRAST á, at fólkaflokk- urin, sum ein frílyndur flokkur, skal ganga við til, at teir, ið valdir verða at stýra landinum, skulu fáa effektiv amboð til at stýra landsins búskap- arviðurskiftum við. HANN VÁTTAR beinleiðis, at hes- um er sambandsflokkurin hart í móti og leggur aftrat, at í undan- farnu valskeiðum hevur sambands- flokkurin sagt kortanei til at med- virka til skapan av tílíkari stýring. ELDRI MENN minnast, tá okkara skip vóru so illa utgjørd, at tey ikki høvdu eitt radiotól og kundu hoyra veðurtíðindini, og tá tey als onga nautiska útgerð høvdu. Tað tók langa og drúgva tíð at koma vegin fram til tað ætlaða málið. TANN TÍÐIN er farin. Ongin ynskir hana aftur. Í dag eru okkara skip væl åtgjørd við gllum nútímans nautiskum tólum. Alt er vorðið lættari. Okkara sjófólk er vorðið nógv tryggari. Og tað tekur nógv styttri tíð at koma vegin fram. TÁ TALAN er um føroysku skútuna er stødan júst tann sama. Fyri okk- um, sum innanborða eru, ræður tað um, at teir, ið valdir verða at stýra, hava tey tól, sum neyðug eru at hava fyri at stýra trygt og væl. ALTERNATIVIÐ er annars, at vit reka fyri vág og vind, at stýrt verður uppá gjøt og sum best ber til. Teir, sum vit velja at stýra, hava tå ikki røttu útgerðina við tí úrsliti, at heilt aðrir faktorar stýra føroysku skút- uni. EIN ÁVÍS ÆTT. Ein og fleiri aftur- undirgerðir o.s.frv. Hesar ættir og afturundirgerðir kunnu eita mangt og hvat, men lat tað fara. Hvat fara vit føroyingar so á val til? Uppá kvamsvís? NEI, HER VERÐA føroyingar samd- ir. Teir, sum ikki vilja hava neyðug tól til stýringina, teir sleppa heldur ikki framat at stýra. sosialurin Nr. 61 — 19. august 1978 Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. Joensen; Vesturkirkjan: Høgni Poulsen, altar- gongd; Fuglafjørdur: Torkil Beder kl. 11, altar- gongd; Hellurnar: Torkil Beder kl. 19, altargongd; Selatrað: Johs. Follend, altargongd; Sandavågur: Eivind Vilhelm kl. 11, alt- argongd; Miðvágur: Ei- vind Vilhelm kl. 17, alt- argongd; Famien: Jóhan Weihe kl. 12, altargongd; Leiti: Jóhan Weihe kl. 19, altargongd. Deyva- gudstænasta Kl. 17 sunnudagin hevur Bennelycke Hansen, próstur, gudstænastu fyri deyvum í Christianskirkj- uni. Tvøroyri Møti i missiónshúsinum sunnukvøldid kl. 19. Leirvik Dr. David L. Clifford, bibliulærari år Onglandi, hevur møti i Hebron i kveld kl. 20. Tabor, Fuglafirði Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin 20. au- gust kl. 13. Meti sunnudagin kl. 19 v/ Niels Smith, tzúboð- ara. Ebenezer Dr. David L. Clifford, bíbliulærari, hevur meti sunnudagin kl. 18 og mánadagin og týsdagin kl. 20. Fødingardagur Helena Hansen, Tórs- havn, fyllir 90 ár mána- dagin 21. august. Feðing- ardagin heldur hon í Uppi- stovu. Lærarasetan Petur Ívan Kruse er settur sum lærari við skúlarnar í Miðvágs og Sandavágs kommunum frá 1. august í ár at rokna. Evangeliska røddin hoyrist hvert mánakveld kl. 9 frá Monte Carlo (við síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Orð krossins ið er kristilig sending á is- lendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 14. Sent verður á stutt- bylgju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter í; TRADERLINE i. Vit ferma i Ålborg i Halmstad i København hvønn månadag og tysdag hvønn mikudag hvønn hosdag ENDURSKIN 2. hvørja viku i Larvik 3. hvørja viku i Ålesund 3. hvørja viku i Sandnes 4. hvørja viku i Blyth (næstu ferð 28/8) (næstu ferð 22/8) (næstu ferð 21/8) (næstu ferð 15/9) livstrygging fyri gangandi til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth RÅDID FYRI Pr LI. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN hevur 4 hurðar og verður gjørdur í trimum sløgum. GL er sera vakur og er kendur á t.d. sport-hjólunum og pyntilistunum við gummiinnleggi. Innan er velour á setrunum og teppi á fótsparkinum á hurðunum. CAVALIER er ein bilur fyri tey, sum vilja spara. | P/f Vilhelm Nielsen & Søn Jónas Broncksgøta 35 3800 Torshavn - tlf. 11140 AD LARA 6 ær: