leygardagur 19. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nýggja
telefonbókin
Í hesum døgum verður
nýggja telefonbókin
send feløgunum við
postinum. Hon avloys-
ir bókina, sum kom í
1976. Tann bókin er
ikki væl dámd av øll-
um, tí hon er sett við so
smáum stavum. Men
hetta er broytt til tað
betra í nýggju bókini,
ti stavirnir eru bæði
sterri og týðiligari.
Í nýggju telefonbók-
ini er eisini ein numm-
arlisti fyri alt landið,
og nakað heilt nýtt er
listin yvir fartelefonir-
nar. Hesi nummarini
byrja við 8, men fram-
manfyri má snarast
0020.
Nakað nýtt er eisini
eitt yvirlit yvir løg-
regluna í ellum sýslum
í Feroyum.
Hesaferð eru telefon-
steðirnar ikki skipaðar
í bókstavarað, men eft-
ir økisnummarinum
hjá automatsteðunum.
Sostatt er Tórshavn
fremst við nr. 10,
Kollafjørdur kemur so
vid nr. 21, Nesvik vid
22 o.s.frv. aftur til
Hvalbiar, sum hevur
ekisnummarið 75. Síð-
ani koma so tær tíggju
bygdirnar, sum enn
ikki hava fingið auto-
mattelefon
Telefonbókin 1978/
79 er 218 blaðsíður,
hon hevur somu stedd
sum tann gamla og
perman er tann sama
Men tann blái liturin er
ljósari hesaferð.
Bókin er prentað á
Klaksvíkar prent-
smiðju og innbundin
hjá P/f Bókavirkinum
hjá Kára Olsen.
sosialurin
Margarinið
brúkt til sápu
Tey fýra tonsini av trá-
um Vita-margarini,
sum fóru á marknaðin í
juni, eru nú komin inn
aftur, upplýsir Meiari-
ið í Havn. Tað var eitt
tekniskt brek, sum var
orsøkin til, at marga-
rinið tránaði. Ikki fyrr
enn yvir fýra tons vóru
farin út til heilsølur og
handlar, varnaðust teir
á Meiariinum, at marg-
arinið var spilt. Meiar-
íið fór alt fyri eitt undir
at taka veruna inn
aftur. Hon varð koyrd
niðan á Háls, har hon
nú verður brúkt til
sápuframleiðsluna.
Sjóvar kirkja
fær flagtakið
aftur
Útbyggingini av Sjóv-
ar kirkju líður væl.
Hon skuldi verða liðug
á jólum, men nú verður
roknað við, tað verður
fyrr enn so.
Kirkjan, sum var
vorðin ov lítil, verður
longd, soleiðis at 80
sitipláss fáast afturat.
Hon verður longd vest-
ureftir, so tornið má
samstundis flytast.
Sjóvar kirkja, sum
varð bygd í 1834, hevði
upprunaliga flagtak,
men tá hon varð um-
væld fyri nøkrum árum
síðani, tóku teir flagið
av og legdu asbest á í
staðin fyri. Men nú er
avgjert, at kirkjan aft-
ur skal fáa flagtak og
eru strandingar fegnir
um hetta.
Nr. 61 — 19. august 1978
kring oyggjarnar Komnir niður á
tvær kirkjur í Porkeri
Hildið verður ikki fram at grava fyribils
Í Porkeri eru fornfreðing-
ar komnir niður á leivdir
frá tveimum kirkjum, sum
hava staðið undan hesari.
Talan er um leivdir frá
steinsetingum.
Arne Thorsteinsson,
fornfreðingur upplýsir, at
tað, sum teir eru komnir
niður á, er ikki annað enn
tað, sum teir hevdu rokn-
að við.
Núverandi kirkjan í
Porkeri er bygd í 1847 og
undan hesi stóð ein kirkja,
sum var bygd í 1777.
Fornfreðingarnir eru
komnir niður á leivdir frá
tí kirkjuni, sum er tikin
niður í samband við ta
kirkjubyggingina.
— Men tað verður ikki
grivið nógv meira, tí
hendan kirkjan liggur ikki
í arbeiðsætlanini hjá forn-
minnissavninum. Ti
kunnu vit ikki siga stórt
meira um hesar kirkjurnar
— skap og annað — enn
tað, sum vit kunnu finna í
gomlum skjølum, sigur
Arne Thorsteinsson.
Eingin lutur er funnin í
útgrevstrinum.
Farið varð undir arbeið-
ið í Porkeri um miðjan
juli. Grundin til, at forn-
minnissavnið fór undir ar-
beiðið, er hon, at hitaverk
skal leggjast í kirkjuna og
harafturat skal gólvið iso-
lerast. Arbeiðið verður
steðgað, tá full kjallara-
hædd er rokkin.
Kirkjan í Porkeri, har grivið hevur verið síðan í juli
Eiði hevur verið
vikingabúpláss
Á Eiði fer ein útgreustur fram. Her er
tað spennandi hent, at fornfreðingar
eru komnir niður á víkingafláir
Og tað prógva hugsingar-
nar hjá fornfreðingunum
um, at ein hevuðsbúseting
hevur verið á Eiði í vík-
ingaøldini.
Fólk frá fornminnis-
savninum fóru undir at
grava á Eiði 1976. Hildið
varð fram í 1977. Tá komu
Á Eiði fer ein útgrevstur fram. Her er tað spennandi hent, at fornfreðingar
komnir niður á víkingafláir
fornfreðingarnir niður á
miðaldartoftir.
Tað er meginparturin
av tí gamla býlinginum,
sum kann ferast aftur til
miðeldina, og nú vísir tað
seg, at hann eisini førist
aftur til víkingaeldina.
Bygdar við garðin
Grevsturin fer fram við ta
gomlu kirkjuna við tann
gamla býlingin.
Tær gomlu kirkjurnar
eru oftast bygdar við tann
mest týðandi garðin í
bygdini í ti fyrstu kristnu
eru
tíðini. Tað vil siga tað
sama sum, at tætt við
kirkjuna er altíð eitt vik-
ingapláss at finna.
Hópin av lutum eru
funnir í útgrevstrinum.
M.a. kambar, sum stava
frá tíðliga í miðeldini.
Harafturat hava teir funn-
ið nógv av viði, sum er
heldur sjáldsamt í Feroy-
um. Viður ferst lættliga,
tá umhvervið er turrligt,
meðan hann varðveitist,
tá tað er meira váttligt.
Tørvur á tíð
og plássi
— Annars er tað torfort at
siga nakað meira um
grevsturin, meðan vit enn
eru í ferð við at grava,
sigur Arne Thorsteinsson,
sum upplýsir, at eftirvið-
gerðin er torfør at fáa í lag
vegna tørvandi tíð og
pláss. Tað er nógv tilfar
niðurpakkað, men tað er
ikki rúm til at pakka tað
út og viðgera tað.
Grevsturin á Eiði verð-
ur væntandi liðugur kom-
andi summar.
Er nakað á vási,
sum tú vilt hava
í blødini, so ring —
vit eru til reiðar.
Telefonir okkara eru
14720 og 11820.
1]