Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 131 - 12. juli 2002 Nr. 131 - 12. juli 2002 3 9 bólkar spæla á ólavsøkukonsertini Stóra ólavsøkukon- sertin verður aftur í ár mannað við ymisk- um føroyskum bólk- um, sum fara at spæla út á náttina leygar- kvøldið 27. juli TÓNLEIKUR Pop.fo Nú er greitt, hvørjir bólkar- nir verða, sum fara at spæla á ársins ólavsøkukonsert. Seinastu árini hevur hetta verið landsins størsta kon- sert, og áhugin fyri tiltaki- num er stórur – bæði mill- um tónleikarar og áhoyrar- ar. 9 føroyskir bólkar fara at spæla á konsertini í ár, og tí verður hildið fast um frymilin, sum seinastu árini hevur savnað eini 3000 fólk í Kommunuskúlagarðinum. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru Clickhaze, Tangz, Hatespeech, MC Hár, Krit, Makrel, Déjá Vu, Róin Siggertsson og vinn- ararnir av Pop Top kapping- ini, sum leggja fyri klokkan 9. Síðani verður hildið fram til klokkan 3 sunnunáttina. Tangz rullar aftur Clickhaze fer at spæla sein- ast á konsertini, og tað er eisini upplagt. Bòlkurin er heitasta navnið í føroyskum rocktónleiki júst nú, og tey eru væl fyri eftir nógva venjing og nógvar fram- førslur heima og úti. Bólkurin er júst komin aftur av væl eydnaðari dan- markarferð, har tey spældu á trimum stóru tónleika- festivalum og fingu góð ummæli. Vert er eisini at leggje merki til, at Tangz nú fer aftur á pallin, eftir at bólk- urin ikki hevur spælt nógv síðani seinastu ólavsøku- konsertina. Tveir av limun- um hava verið í Svøríki á skúla seinasta árið, og tí hevur bólkurin ikki gjørt so nógv um seg. MC Hár plagar at finna upp á okkurt stuttligt, tá teir spæla til slík tiltøk. Í fjør høvdu teir tveir danskarar stripparar við sær á pallin, og tað er ivaleyst onkur sum er spentur at vita, hvat Niels Uni og teir finna upp á í ár. Forsølan Ólavsøkukonsertin hevur nú funnið fastar karmar í Kommunuskúlagarðinum, og síðani konsertin byrjaði aftur har, og fyrireikararnir hava gjørt nógv burtur úr skránni, hava fólk veruliga tikið undir við konsertini. Í fjør tosaði FUT, sum skipar fyri konsertini, um, at nú var tíðin kanska kom- in til at bjóða útlendskum bólkum við til konsertina, men í ár verður so eingin útlendskur bólkur. Tað nærmasta konsertin kemur tí er útisetin Róin Siggerts- son, sum fer at spæla sam- an við bólki sínum. Forsølan til konsertina byrjar um stutta tíð, og van- ligt hevur verið, at nógv at- gongumerki verða seld framman undan, tí fólk vilja tryggja sær pláss á landsins størstu konsert. All That Rain bjóðar til skúmveitslu, tá bólkurin fer at spæla í teltinum í Miðvági á vestanstevnu fríggjakvøldið. Bólkurin hevur fleiri ferðir áður drigið okkurt óvæntað úr skjáttuni, tá teir hava verið úti og spælt, og teir hava millum annað brúkt nógv fýrverk í teirra framførslum. Nú fara teir undir nakað heilt nýtt í Føroyum. Bólk- urin hevur fingið eina ser- liga maskinu til Føroya, sum verður brúkt til at spræna skúm. Hetta er ikki ókent fyribrigdi á diskotek- um uttanlands, men nú sleppa føroyingar eisini at uppliva hetta. All That Rain spælir í Miðvági fríggjakvøldið, og seinasta partin av dansinum verður skúmveitsla í teltinum. So kanska tað er upp á sítt pláss at hava svimji- klæði ella bikini við í dans- in hesaferð Pop.fo Helst best umtókti føroyski bólkurin í nýggjari tíð fer at spæla á Kambsdali og í Havn seinni í hesum mánaðinum TÓNLEIKUR Pop.fo Frændur fara nú aftur á pallin. Bólkurin úr Klaks- vík fer at spæla á Kambs- dali á Gøtustevnu og í Havn á ólavsøku. Bólkurin spælir sjál- dan, men onkrar fram- førslur eru tó á skránni. Seinastu tvey árini hevur bólkurin verið høvuðs- navn á ólavsøkukonsert- ini, men í ár verða teir ikki við har. Í staðin fara teir at spæla í teltinum á ólavsøku. Frændur fara at spæla bæði 28. og 29. juli. Áðrenn tað stendur Kambsdalur á skránni, tí í sambandi við Gøtustevnu fara Frændur at spæla í ítróttarhøllini á Kambs- dali leygarkvøldið 20. juli. Høvuðsmenn í Frænd- um eru Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe, og ætlanin er, at eisini Terji Rasmus- sen skal verða við í bólki- num. Hann plagdi at spæla við nøkur ár mið- skeiðis í áttatiárunum. Frændur spælir aftur Frændur spælir á Kambsdali og í Havn í hesum mánaðinum No Doubt fekk Clickhaze-fløgu Manningin í Click- haze hitti kenda amerikanska bólkin á Midtfyns Festivali- num, har báðir bólkarnir spældu í studionum hjá Dan- marks Radio TÓNLEIKUR Pop.fo Tá tónleikararnir í Click- haze í farnu viku skuldu spæla tveir sangir bein- leiðis í studionum hjá Danmarks Radio á Midt- fyns Festivalinum, hittu tey fólkini í kenda bólki- num No Doubt, sum hevði spælt har framman- undan. Umboðsmaðurin hjá Clickhaze, Sólarn Sol- munde, gav songkvinnuni í bólkinum, Gwen Stef- ani, eina av nýggju fløg- unum hjá Clickhaze, og amerikanska songkvinn- an tók ímóti. Tað var tí ein føroysk fløga við í skjáttuni hjá No Doubt, tá tey fóru úr Ringe eftir framførsluna har. Bæði framførslan hjá No Doubt og Clickhaze vóru sendar beinleiðis á P3. Clickhaze fekk nógv burtur úr danmarkarferðini Skúmveitsla á vestanstevnu Tað verður spennandi at vita, hvat teir í MC Hár fara at finna upp á í ár. Í fjør drógu teir tveir danskarar stripparar í føroyskum litum við sær á pallin. Mynd: Jens Kristian Vang Jóannes Jakobsen, sum millum annað í fótbóltshøpi, er kendur fyri at vera fyrrverandi liðskiparin hjá føroyska landsliðnum, heldur, at tað, at landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, enn ikki hevur verið og sæð nakran dyst, er ein háðan ímóti føroyskum fótbólti LANDSLIÐIÐ Ingrid Bjarnastein Í seinastuni hevur spurn- ingurin ofta verið reistur, hví nýggi føroyski lands- liðsvenjarin, Henrik Lar- sen, enn ikki hevur verið at sæð í Føroyum. Hann varð settur sum landsliðsvenjari hálvan apríl, og nú næstan tríggjar mánaðar seinni, hevur ongin sæð í halaferð- ina av honum. Landsliðs- venjarin hevur ongan dyst sæð í fyrstu deildar fótbólti, og tað fer hann helst heldur ikki fyrr enn seinast í hes- um mánaðanum. Men hvat siga fótbólts- kønir føroyingar til, at venj- arin enn ikki hevur kannað sær spælarar, nú bert knappir tveir mánaðar er til fyrsta veruliga HM-undan- dystin? – Hetta er ein háðan yvirfyri føroyskum fótbólti, sigur Jóannes Jakobsen, sum er fyrrverandi lands- liðsspælari og fyrrverandi venjari í føroyskum fót- bólti. – Men tað er ikki Henrik Larsen, sum hevur skyldina í tí. Tað er Fóbóltssam- bandið, sum hevur klokkað so regulert í tí. Jóannes sigur millum annað, at FSF vildi hava ein venjara, sum kundi verða meira tøkur. – Tá teir so seta ein høv- uðsvenjara, sum ikki er her javnan, og ein hjálparvenj- ara, sum longu er venjari hjá einum fyrstu deildar liðið er ongin møguleiki fyri, at uppgávan kann verða fullførd. Enten eller Jógvan Martin Olsen, sum er hjálparvenjari hjá lands- liðnum, er eisini venjari hjá NSÍ. – Um hjálparvenjarin ikki kann fara út og hyggja eftir spælarunum er ongin, sum kann taka hesa upp- gávuna á seg. Jógvan Mart- in megnar ikki at taka sær av bæði landsliðnum og NSÍ. Antin svíkur hann landsliðið ella svíkur hann NSÍ, sigur Jóannes Jakob- sen. Fyrrverandi liðskiparin heldur eisini, at ein kundi ynskt, at Henrik Larsen kanska hevði hjartað meira við í tí, sum hann ger. Úttalilsini higartil hjá Henrik Larsen hava verið greið. Hann ætlar sær at læra føroyingar at spæla fótbólt, stigini skulu fáast heim og Todi skal aftur á liðið. Eisini ætlar hann at gera broytingar á liðnum uttan at yvirhøvur hava sæð nakran dyst, men bert ein navnalista. – At landsliðsvenjarin sigur, at hann ætlar at gera broytingar, bert við at hava sæð ein navnalista, tykist eitt sindur lunkað. Haraft- urat, so duga føroyingar at spæla fótbólt. Kanska ikki eins væl og tey stóru lond- ini, men hatta hevur so aftur nakað við stílin hjá teimum ymsu persónunum at gera. Hatta kann eisini raka hann aftur seinni, metir Jóannes. – Fótbóltsambandið hev- ur arbeitt vánaligt. Høvuðs- venjarin er ikki nóg tøkur, og hjálparvenjarin kann ikki tæna bæði landsliðnum og sínum egna liði. Hetta er ein mannminking mótvegis føroyskum fótbólti. Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá formanninum í Fóbóltsam- bandinum, Dánjal Andrea- sen, men hann hevur ikki verið til at fáa fatur á áðr- enn blaðið fór til prenting- ar. Jóannes Jakobsen: FSF hevur klokkað í tí Jóannes Jakobsen, fyrrverandi liðskipari á landsliðnum, heldur, at tað er ein háðan ímóti føroyskum fótbólti, at nýggi landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, enn ikki hevur sæð nakran dyst Savnsmynd Henrik Larsen, sum var settur sum landsliðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum, sigur seg vilja gera broytingar á landsliðnum, uttan at hava sæð nakran dyst Savnsmynd C M Y K 3 2