Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 131 - 12. juli 2002 Nr. 131 - 12. juli 2002 5 Bill Justinussen hevur longu biðið umsit- ingina í heilsumála- ráðnum kanna eftir, hvussu farast kann fram fyri at fáa talið á fosturtøkum niður FOSTURTØKUR Áki Bertholdsen Arbeiðið sum skal miðja ímóti at fáa talið á fostur- tøkum í Føroyum at lækka, er longu so smátt farið ígongd. Sostatt má ásannast, at Bill Justinussen, landsstýr- ismaður í heilsumálum legðist, ikki á boðini í sam- gonguskjalinum um, har tað stendur, at arbeitt verð- ur fyri at avmarka talið á fosturtøkum. Í samgongu- skjalinum stendur eisini, at neyðug ráðgeving, leið- beining og hjálp eigur at verða veitt mammum/for- eldrum í sambandi við barnsburð. Júst spurningurin um fosturtøkur er eitt hjartamál har Miðflokkinum og Landsstýrismaður teirra er eisini longu farin í holt við tær fyrstu fyrireikingarnar. Men enn er hægsta summarferiutíð og nógv fólk er burtur, so hann sig- ur, at verulig gongd kemur ikki á arbeiðið, fyrenn ferian er av og umsitingin virkar til fulnar aftur. Kanna framferðarhættir Men hann sigur, at hann hevur nógvar ætlanir á økinum. Og tað, sum umsitinginin nú skal kanna, er, hvussu ætlanirnar hann hevur, kunnu setast í verk og hvussu farast kann fram yvirhøvur. – Ein spurningur, sum vit umhugsa, er, hvussu vit kunnu fáa eina lýsing av, hvørjar orsøkir eru til, at summar kvinnur velja fost- urtøku. – Vit kanna hvørjir møguleikar eru. Og í hes- um sambandi kann talan verða um at fara undir eina granskingarætlan. Hann sigur, at ein spurn- ingur, sum umsitingin kannar, er, hvussu ein slík gransking kann setast í verk og, hvussu umfatandi hon verður. – Men tað er ikki sagt, at tað er neyðugt við teirri heilt stóru, umfatandi og kostnaðarmiklu gransking- arætlanini. Bill Justinussen sigur, at hann hevur fingið at vita frá granskarum, sum eru áhugaðir fyri at fara undir eina slíka granskingar- ætlan. Hann sigur, at talan er ikki um læknar, sum hava vent sær til hansara, men um granskarar av øðrum slagi. Nú hevur formaðurin í Læknafelag Føroya, hans Petur Nielsen, áður sagt fyri Sosialinum, at skulu sjúkradagbøkur í heilsu- verkinum kannast, kann tað einans gerast sum eitt lið í eini læknafrøðiligari granskingarætlan? Hann segði eisini, at fyri at fara í holt við eina slíka ætlan, krevst loyvi frá sið- seminevndini, har ætlanin og endamálið við kanning- ini verður lýst út í æsir, áðrenn loyvi verður givið og har navnloysið hjá kvinnunum verður tryggj- að. – Hatta er eitt sindur ivingarsamt og tað er held- ur ikki allir granskarar, sum eru samdir í hesum. – Tað veldst millum ann- að um, hvussu kanningin verður skipað Bill Justinussen sigur, at verður talan um eina kann- ing av sosialum slagi, sum hevur til endamáls av av- dúka ymisk sosial viður- skifti, er talan um eitt øki, sum í fyrstu atløgu liggur unttanfyri læknafrøðina. – Men møguliga skal tal- an verða um eina saman- setta kanning, har fleiri ymisk viðurskifti verða tikin við. Annars heldur hann, at hugsanin hjá honum at seta kanningar í verk, hevur skapt meiri øsing, enn tað hevði uppiborið. – Tað eru ongin grund at gera meiri burturúr enn neyðugt, tí fólk hava rætt til at fáa innlit í sína egna sjúkradagbók og tað hevur ongantíð verið ætlanin at bróta siðsemiligar ella vís- indaligar forskriftir. – Tað kann eisini verða, at ein slík kanning kann gerast, uttan at granska sjúkradagbøkur. Fáa hjálparstovn at virka Bill Justinussen sigur, at ein annar spurningur í hes- um sambandi, er, hvussu tey tómrúmini, sum eru í fosturtøkulógini, kunnu fyllast, eitt nú við at seta eina skipan sum líkist donsku ”Mødrehælpen” á stovn. – Verður niðurstøðan, at hetta er ein gongd leið, er hetta ein skipan, sum er rættiliga skjót at seta í verk. Hann sigur, at verður hugsað longri fram í tíðina er ætlanin at seta skipanire í verk, har tað ber til at fáa leypandi hagtøl um ymisk viðurskifti, eitt nú um fosturtøkur. Bill gjørdi skjótt av Nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, legðist ikki á boðini í samgonguskjalinum, har tað stendur, at miðjast skal eftir at fáa talið á fosturtøkum niður Havnin í høvuðstað- num er í hesum døgum fyri stórum broytingum, við tað at trolvirkið Vónin byggir nýggjan og stóran bygning á Viðarnesi. Byrjað var at byggja í Vár, og sambært formanninum í havnarnevndini á Býráðnum, Jákup Suna Joensen, er ætlanin at taka bygningin í nýtslu longu í heyst BYGGING Heini í Skorini Eftir at trolvirkið Vónin fyri fáum árum síðani bygdi nýggjan og stásiligan bygning í Fuglafirði, byggir Vónin nú nýggjan bygning á Viðarnesi í Havn. Sambært formann- inum í havnarnevndini á Býráðnum, Jákup Suna Joensen, er ætlanin at taka bygningin í nýtslu longu í heyst, men hetta er ikki vist enn. 1800 fermetrar fyltir út Eftir at hava fingið loyvi at byggja nýtt trolvirkið á Viðarnesi, vórðu 1800 fermetrar av gróti úr Dan- mark fyltir upp, og hevur ein daglig havnarmynd so- statt verið fyri stórum broytingum. Bygningurin sjálvur skal vera 60 metrar til longdar, og byrjað varð at byggja longu áðrenn liðugt var at fylla øki við elementum av flatlondum. P/F Vónin hevur bíðað í longri tíð eftir loyvi at byggja á Viðarnesi, tí Við- arnes var nevniliga al- ternativ oljuútgerðarhavn, áðrenn avgjørt varð, at oljuútgerðarhavnin skuldi liggja inni á Skálafjørð- inum. Tangarnir møguliga flytast Í fleiri ár hevur kjak verið um, hvørs stóru tangarnir á Viðarnesi skulu flytast ella ikki. Jákup Suni Joensen í havnarnevndini sigur, at hetta er eitt gamalt og prinsipielt kjak, men at teir ikki verða fluttir í bræði. Teir nýtast ikki at vera fluttir orsaka av nýggja bygninginum, við tað at nóg mikið av plássi er gjørt til trolvirkið, men hinvegin er ætlanin í longdini møguliga at flyta tangarnar. sambært Jákup Suna eru tangarnir alt annað enn góðir fyri umhvørvið, og heilsufrøðiliga hevði tí verið betri, um tangarnir vórðu fluttir. Shell og Stat- oil vilja helst hava allar ella ongar tangar, og tískil er neyðugt við samráðingum, sigur Jákup Suni. Hetta er tó eitt og gamalt kjak, sum práta hevur verið um leingi, og byggingin av nýggja trolvirkinum verður so ikki endaliga orsøkin og at- voldin til, at stóru tangarnir á Viðarnesi verða fluttir. Nýggjur bygningur til Vónina á Viðarnesi Nýggi bygningurin, sum P/F Vónin letur byggja, verður sambært formanninum í havnarnevndini, Jákup Suna Joensen, møguliga tikin í nýtslu longu í heyst Alla Vestanstevnuna fara tvey skip at sigla um Vestmannasund og tann eini túrurin ímillum Suðuroynna og Havnina verður ikki strikaður, sum upprunaliga ætlað FERÐASAMBAND Áki Bertholdsen Strandferðslan setir øll segl til fyri at fáa ferðasam- bandið so gott sum gjørligt í sambandi við Vestan- stevnuna. Eftir upprunaligu ætlan- ini, hevði Vestanstevnan kostað Smyrli ein túr ímill- um Havnina og Suður- oynna leygardagin. Og um Vestmannasund hevði Ternan siglt ein eykatúr aftur og fram um sundi afturat teimum 13 hon siglur leygardagar og teimum 14, hon siglur sunnudagar. Hesin eykatúrurin skuldi vera leygardagin, tá ið Ternan hevði siglt ein seinan kvøldtúr við fráferð av Vestmanna klokkan 22.30 til Oyrargjáar og aftur av Oyrargjógv klokk- an 23.00 til Vestmanna. Men nú hevur Strand- ferðslan eisini gjørt av at seta Sam í sigling um Vestmannasund á Vestan- stevnu. Sam fer at sigla kl. 10 í morgun og hann siglur til mánadagin klokkan 18. Sostatt fara tvey skip at sigla aftur og fram um Vestmannasund alla vestan- stevnuna frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Ætlanin er, at Ternan skal sigla eftir ferðaætlanini, men so skal Sam sigla øvugt. Tað merkir, at tá ið Ternan loysir á Vestmanna, loysir Sam á Oyrargjógv. Sostatt verða sjálvdan meiri enn 20-25 minuttir ímillum hvørja fráferð á Vestan- stevnu. Missa ikki túrin Vestanstevnan plagar eisini at kosta Smyrli ein túr um suðuroyarfjørð leygardag- in, tí hann skal vestur í Vágar við kappróðarbátum og fólki. Men í ár verða suðuroy- ingar ikki snýttir. Eftir ferðaætlanini, sum varð løgd fyri Vestanstevn- una, skuldi Smyril sigla úr Suðuroy til Havnar kl. 7 leygarmorgunin og so skuldi hann sigla vestur á Miðvág kl. 11 og aftur til Havnar kl. 18 og so skuldi hann sigla aftur til suður- oyar kl. 20.30, sum er ein hálvur tími seinni enn vanligt. Men nú er avggjørt at hann skal sigla av Tvøroyri til Havnar kl. 7 leygar- morgunin og síðani vestur á Miðvág kl. 11. Men klokkan 13 skal hann sigla aftur til Havnar ístaðin fyri at liggja á Miðvági fyri onki allan dagin. Og klokkan 14.30 fer hann so aftur til Suður- oyar. Kl. 17 skal hann so aftur sigla av Tvøroyri, ístaðin fyri kl 17.30 sum hann plagar–men tá verður tað vestur á Miðvág. Hann siglur síðani av Miðvági til Havnar kl 20 og so suður aftur á Drelnes kl. 21.30. ReginVágadal, ferðslu- samskipari hjá Strand- ferðsluni, sigur, at sostatt missa suðuroyingar ikki túrin mitt á degi leygar- dagin, tó at tíðinrar verða forskotnar eitt sindur. Teir, sum skulu norður til havnar leygarkvøldið, kunnu sostatt fara til Miðvágs og víðari til havnar við Smyrli. Eru ikki stundir at bíða til Smyril siglur, ber til at fara um Vestmannasund og síðani yvir land. ReginVágadal sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Strandferðslan royndir hendan leistin og eydnast tað væl, er tað ikki óhugs- andi, at hetta verður mynstrið frameftir. – Í øllum førum hava vit við hesum roynt at hava so nógva sigling sum gjørligt og betri fáa vit ikki gjørt tað, tí skipini eru ikki til tað, sigur hann. Strandferðslan spennir seg út á Vestanstevnu Strandferðslan fer at sigla nógvar eykatúrar á Vestanstevnu og eitt nú skal gamli Sam aftur í sigling so at tað sjálvdan vera meiri enn 20-25 minjuttir ímillum hvørja fráferð C M Y K 5 4