Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 131 - 12. juli 2002 Nr. 131 - 12. juli 2002 7 - Hetta er eitt so fantastiska gott ar- beiði, sum næmingar- nir hava gjørt, og hetta vísir bara, hvussu dugnalig tey eru, sigur Kaj Aage Troest, flokslærari. VINARBÝARKAPPING Vilmund Jacobsen Tað var ein stór løta hjá 6b í Glyvra skúla, tá ið Petur Olivar í Hoyvík vegna Fitur- grunnin trein innar í skúla- stovuna á seinasta skúladegi í ár og boðaði næmingunum frá, at tey høvdu vunnið eina ferð til Íslands. Sosialurin slapp at vera við, tá ið næm- ingarnir fingu hesi góðu boð, og stutt eftir stóð eisini bý- ráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Niel- sen, inni á gólvinum og ynskti næmingunum til- lukku. Núverandi flokslærar- in, Svend Aage Troest og fyrrverandi flokslærarin hjá 6b, Deirdre Hansen, vóru sjálvandi eisini við til hesa løtu, sum var nakað serligt, bæði fyri næmingar og lærarar. Hýrurin á næmingum og lærarum var sum vera man góður, tá ið tey høvdu fing- ið boðini frá Petur Olivari um, at frálíka fløgan, tey høvdu gjørt um Ísland, hevði tryggjað teimum ferðina til Egilsstaðir á eysturlandinum. Kapping millum vinarbýir Tað er Fitur, sum hevur tik- ið stig til hesa kapping, sum 6b í Glyvra skúla hev- ur vunnið í kapping við hin 6. flokkin í skúlanum. Ein annar 6. flokkur hevur eisini vunnið eina tílíka ferð til Íslands, og tað er 6. flokkur við skúlan í Kolla- firði, sum eisini kappaðist við 6. flokkarnar í Havn. At enda ein 6. flokkur eisini vunnið eina ferð til Íslands. Petur Olivar í Hoyvík, sum er í nevndini í Fitur, sigur, at endamálið hjá grunninum er rættiliga breitt, og høvuðsdenturin verður lagdur á at flyta fólk millum Føroyar og Ísland, so fólk í londunum báðum kunnu læra hvønn annan betur at kenna. - Málið er at knýta sosialt samband og vinarbond á mongum økjum, bæði inn- an ítrótt, skúla, mentan og útbúgvingar. Hann sigur, at kappingin, sum 6. flokkarnir á Glyvr- um og í Kollafirði, og Eiði hava vunnið, er ein kapping millum vinarbýir. Tað merkir, at ávísir skúlar í kommunum, sum hava vin- arbýarsamband við býir ella bygdir í Íslandi, kapp- ast um at sleppa at vitja hvønn annan, og í hesum førinum hevur Runavíkar kommuna vinarbýarsam- band við Egilsstaðir í Ís- landi. - Soleiðis kappaðust 6. flokkarnir á Glyvrum hesa- ferð um at sleppa til Egil- staðir, og í hinum endanum 6. flokkarnir á Egilsstøðum um at sleppa at vitja í Runavíkar kommunu. Komandi skúlaár verður kappingin millum skúlar í øðrum pørtum av landin- um. Har bert ein 6. flokkur er á skúlanum, er 5. flokkur eisini við í kappingini um ferðina. Næmingarnir búgva privat Petur Olivar sigur, at før- oysku næmingarnir skulu búgva hjá næmingunum í Íslandi, og tá ið so ís- lendsku næmingarnir koma hendanvegin, skulu teir búgva hjá somu næmingum í Føroyum. - Enn er ikki endaliga av- gjørt, um føroysku næm- ingarnir fara til Íslands fyrst - ella um íslendsku næmingarnir verða teir fyrru hendanvegin, men ferðirnar verða ávikavist til heystar og tíðliga komandi summar, helst í september og í mai. Tað er Fitur, sum saman við lærarum í Íslandi og Føroyum hava skapt hesa kapping, ið er ógvuliga so- sial við tað, at næmingarnir búgva privat hjá hvørjum øðrum ogsostatt kunnu læra hvønn annan og landið hjá hvørjum øðrum at kenna. - Uppgávan hjá føroysku næmingunum snýr seg um Ísland, meðan uppgávan hjá íslendsku næmingunum snýr seg um Føroyar, sigur Petur Olivar. Tað stendur næmingun- um rættiliga frítt at avgera, hvussu teir velja at skipa uppgávuna, men tað, sum gjørt verður, skal venda sær til næmingar, sum eru í um- rødda aldursbólki. Hetta er annað árið, at kappast verður millum skúlarnar í Føroyum og Íslandi á henda hátt. - Fitur fíggjar ferðina millum londini og ikki uppihaldið, ið sum nevnt er privat. Millum Føroyar og eysturlandið verður farið sjóvegis og loftvegis, tá ið ferðast verður millum Før- oyar og vesturlandið í Ís- landi, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Í nevndini í Fitur er seks limir, ávikavist 3 úr Føroy- um og 3 úr Íslandi. Skrivar- in situr í Íslandi. Byrjaði sum verk- ætlan Kaj Aage Troest, flokslær- ari, sigur, at næmingarnir í 6b valdu at gera eina fløgu við nógvum frálíkum myndum og teksti, har næmingarnir sjálvir greiða frá um Ísland. - Uppgávan byrjaði sum ein verkætlan, har vit lótu flokkin burtur av arbeiða við uppgávuni í tríggjar dagar. Síðan valdu næmingarnir eina "nevnd" við trimum næmingum, sum skuldu samskipa hetta arbeiði og leggja tað inn á fløgu. Sum flokslærari er Kaj Aage ógvuliga fegin vegna næmingarnar um, at 6b vann kappingina. - Hetta er eitt so fantast- iska gott arbeiði, sum næm- ingarnir hava gjørt, og hetta vísir bara, hvussu dugnalig tey eru. Spurdur, um næmingar- nir í 6b eru betur fyri enn aðrir næmingar á sama aldri á telduøkinum, heldur Kaj Aage, at tað eru teir. - Deirdre Hansen, sum var flokslærari hjá 6b, til hon fór til Havnar at undir- vísa, gjørdi nógv burtur úr at læra næmingarnar at ar- beiða við teldu. Hon hevði flokkin í teldulæru og skip- aði eisini fyri skeiðum fyri foreldrini at næmingunum. Allir næmingarnir fingu in- ternet við hús, og í byrjan- ini varð hesin samskiftis- háttur nógv nýttur millum næmingar og lærara. Hóast Kaj Aage Troest eisini undirvísir í teldu- læru, heldur hann, at Deirdre fyrst og fremst eig- ur æruna av, at 6b er so væl fyri á telduøkinum. Skúlaflokkur á Glyvrum vann ferð til Íslands Í heyst ella tíðliga komandi summar fara hesir næmingarnir til Egilstaðir í Íslandi, sum hevur vinarbýarsamband við Runavíkar kommunu. Mynd: Vilmund Jacobsen. Her avdúkar Petur Olivar í Hoyvík á seinasta skúladegi í ár, at næmingarnir í 6b á Glyvrum hava vunnið eina ferð til Íslands. Og frøin er stór... Mynd: Vilmund Jacobsen. Tveir fegnir og errnir lærarar, Deirdre Hansen og Kaj Aage Troest, sum nú er flokslærari hjá flokkinum. Mynd: Vilmund Jacobsen. FRAMSÝNING Stefan í Skorini Í gjár hósdagin 11. juli lat ein nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar Berit Waage Fidjestøl úr Noregi og Vigdis Sigmundsdóttir úr Havn, ið hava framsýning av akrylmálningum og klippi. Framsýningin er op- in allar dagar til sunnu- dagin frá klokkan 14 til 18. Berit er fødd og uppvaks- in á Skifjord í Hyllestad, sum liggur við Sognefjord í Noregi. Hon býr nú í Fjorde í Sogn og Fjordane. Áður hevur hon havt framsýning- ar í sambandi við útbúgv- ing sína í Bergen og í heim- staðnum. Málningarnir hjá Berit Waage eru oftast akryl og olja á lørifti ella akryl á pappír. Hon fær mest íblástur frá náttúruímyndum. Vigdis Sigmundsdóttir er útbúgvin sjúkrasystir og innrættingararkitektur. Hon hevur eisini luttikið á fleiri málninga- og tekniskeiðum í Danmark. Tey seinastu árini hevur hon mest arbeitt við klippmyndum. Hon hevur áður havt fleiri framsýningar í Danmark og í Føroyum. Norsk og føroysk framsýning í Smiðjuni Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, vísir á, at kappingin á fjarskift- isøkinum er ójøvn, tí Føroya Tele hevur ikki somu møguleikar at fáa kapital til vega sum Kall. Hann vísir tí enn einaferð á, at tað hevði verið skila- gott at farið undir privatisering av Før- oya Tele FJARSKIFTI Stefan í Skorini Stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, heldur, at tað er í tøkum tíma, at lands- stýrið fer undir privatisering av fyritøkuni, sum nú er eitt alment partafelag. Hetta kemurí kjalarvørrinum av, at nýggja privata framtaksfelagið Notio við m.ø. Sparikassanum, Kaup- thing og Tórshavnar Skipa- smiðju hevur keypt 18,5 prosent av partabrøvunum í hinum telefelagnum, sum er Kall. Frammanundan hevur almenni Framtaksgrunnurin eisini sett pening í. – Sum støðan á fjar- skiftismarknaðinum er nú, er kappingin ójøvn. Vit hava ikki somu møguleikar at fáa kapital til vega, sum Kall eitt nú hevur. Vit halda tí, at ein náttúrlig gongd hevði verið, at Føroya Tele verður privatiserað, sigur Andras Róin. Føroya Tele kennir seg tí spert á hesum økinum, tí kappingarneytin hevur betri sømdir. Avmarkar samstarv Stjórin vísir eisini á, at Føroya Tele heldur ikki hevur somu møguleikar fyri samstarvi við aðrar fyritøkur, tí tá er ofta van- ligt at býta um partabrøv. Tað at Føroya Tele er al- ment partafelag, og Kall er ein privat fyritøka er við- virkandi til, at kappingin gerst ójøvn. Tað mest nátt- úrliga hevði tí verið at farið undir privatisering av fyri- tøkuni. Orsøkin er, at Føroya Tele ikki er javn- stillað við kappingarneytan Kall, sambært stjóranum. Andras Róin hevur víst á henda trupulleikan áður. Vandi er fyri, at Føroya Tele liggur sjóvarfallið av sær, og at í leggjarar fara at venda fyritøkuni bakið, tí at teir ikki hava henda møgu- leikan at seta pening í fyri- tøkuna í dag. Hann nevnir eisini møgu- leikan at selja starvsfólkum partabrøv fyri ein góðan prís, so at fyritøkan fær enn meira loyal og íðin starvs- fólk. Hetta ber heldur ikki til í dag. Ráðini frá Andrasi Róin til politikararnar eru tí, at Føroya Tele skal privatis- erast ongantíð ov skjótt. Tí íleggjarar tykjast sera áhug- aðir í telefelagnum Kalli, sum kann gerast ein álvars- lig hóttan móti Føroya Tele. Andras Róin, Føroya Tele: Ójøvn kapping á fjarskiftisøkinum Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, heldur, at kappingin á fjarskiftisøkinum er ójøvn, tí at Føroya Tele ikki hevur somu møguleikar at fáa kapital til vega sum kappingarneytin Kall Í næstu viku byrjar stóra súkklukapping- in Statoil kring Før- oyar, men tað verður uttan teir føroysku favorittarnar, Boga Christiansen og Rógva Johansen. Spennandi kapping liggur tó fyri framman SÚKKLING Stefan í Skorini Aftur í ár skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri kappingini Statoil kring Føroyar. Kappingin er í fimm dagar, tá súkklararnir sleppa at royna á teimum føroysku landavegunum. Byrjað verður mikudagin 17. juli í Klaksvík, tá pro- logurin, sum er ein stuttur einkultstartur, er á skránni. Talan er um eina etapu- kapping, og tað vil siga, at tíðirnar frá teimum ymsu kappingunum verða lagdar saman. Tann, sum nýtir stytst tíð um tær fimm etap- urnar, vinnur kappingina Statoil kring Føroyar. Før- arin í kappingini er í tí bláu Statoil-troyggjuni. Vinnarin verður funnin sunnudagin 21. juli í Havn, verður sagt í tíðindaskrivi. Hvørki Bogi Christian- sen ella Rógvi Johansen eru við í ár. Bogi hevur tikið ein steðg frá súkkling, meðan Rógvi vegna ónøgd við kappingina ikki verður við í ár. Útlendsk luttøka fer óivað aftur í ár at seta dám á kapp- ingina. Súkklarar av Ynes Mon og Danmark vera við, og Karsten Ellerup úr Dan- mark man teljast millum teir størstu favorittarnar. Av teimum føroysku súkklarunum kunnu vit nevna Gunnar Dahl-Olsen, Sverra Mohr Edvinsson og Eli Christiansen. Hesir trígg- ir vera væntandi millum teir fremstu føroyingarnar. Um vikuskiftið verður framsýning hjá eini norskari og eini føroyskari kvinnu í Smiðjuni í Lítluvík. Tær fara at sýna fram akrylmálningar og klipp Statoil kring Føroyar uttan føroyskar favorittar Gunnar Dahl-Olsen verður væntandi tann føroyski súkklarin, ið fer at standa seg best í kappingini Statoil kring Føroyar. Myndin er frá kappingini í fjør C M Y K 7 6