Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 131 - 12. juli 2002 Nr. 131 - 12. juli 2002 9 Størsta føroyska barnatiltakið nakrantíð fer í næstum av bakkastokki. Talan er um Barnaprix 2002, har børn millum 7 og 14 ár sleppa at liva út teirra sjørnudreym BARNAPRIX 2002 Ragnhild Ellingsgaard - Hevur tú hug at royna teg sum sangara ? At standa á palli og undirhalda ein glaðan skara ? Í barnaprix 2002 fært tú møguleikan at finna útav, hvat í tær býr. Hevur tú kanska eitt goymt talent ? Ella býr í tær okkurt heilt serstakt ? So kom og tekna teg til barnaprix 2002, har tú kanst gerast ein nýggja sangstjørna á tí føroyska popp-himmalinum. Soleiðis stendur inni á heimasíðuni hjá Barnaprix 2002, størsta undirhalds- tiltakinum nakrantíð fyri føroysk børn. Fyrsta umfarið fer av bakkastokki longu tann 10. august í Bandmintonhøllini í Havn, og verður finalan hildin á Kambsdali í no- vembur mánaða. Kappingin er skipað sum ein sangkapping, har børn- ini velja sær tríggjar før- oyskar sangir, og skulu tey síðan syngja tann eina av hesum í sjálvari kappingini. Stórur áhugi Tað eru James Olsen og Mark Joensen, sum standa aftanfyri tiltakið. Teir báðir hava fleiri royndir innan føroyskt tónleikaundirhald, bæði frá Ársins Songrødd og Ársins DJ-Show. Og væntandi fer Barnaprix 2002 ikki at standa nakað aftanfyri hesi tiltøk. Karm- ar eru lagdir um eina spennandi kapping, har tey ungu í Føroyum sleppa at royna seg á føroyskum tónleikapalli. Talan er samstundis um størsta undirhaldstiltak, sum nakrantíð hevur verið á skránni fyri føroysk børn, har børnini sjálvi sleppa at luttaka. Og áhugin fyri kapping- ini er stórur. So stórur, at longu nú er yvirteknað til flest øll undanumførini. Yvir 200 børn hava teknað seg til kappingina, men pláss er einans fyri 70 luttakarum. - Tí mugu vit draga lutakast fyri at finna útav, hvør sleppur við hesu ferð, greiðir James Olsen frá. Hann sigur víðari, at teir als ikki væntaðu so stóran áhuga, tá teir av fyrstani fóru undir fyrireikingarnar til Barnaprix - tiltakið. James ivast heldur onga løtu í, at talan er um eitt afturvendandi tiltak. - Vit hava fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeld- ingar, bæði frá børnum og eisini foreldrum. Í dag ynskja øll at gerast ein stjørna, og tí verður tiltakið eisini á skránni aftur næsta ár, sigur hann. Geva fløgu út Á skránni eru 9 undan- kappingar, og verður ein finalistur funnin í hvørjari undankapping. Sum nakað nýtt verður kappingin skipað soleiðis, at eingin av finalistunum syngur sama lag til final- una. Hetta skuldi sam- stundis ført við sær, at finalan verður meir fjøl- broytt og hervið eisini meir spennandi. Teir ungu luttakararnir velja sær sjálvir trý løg, sum teir ynskja at framføra, og síðan velja fyriskiparar- nir 18 løg burtur úr, sum verða brúkt í kappingini. Øll løgini skulu vera før- oysk, og eru løgini av fløg- uni hjá unga Brandur Enni millum tey best umtóktu. Men eisini løg frá teimum Kulu Rótunum og Eg Eri Ein K verða at hoyra í kappingini. Tey børnini, sum sleppa víðari til finaluna, sleppa harumframt eisini ein túr í eitt upptøkuhøli saman við James Olsen. Her skulu tey syngja øll løgini inn á eina fløgu, sum síðani verður givin út beint eftir finaluna. Meir kunning um Barna- prix 2002 er at finna á heimasíðuni www.barnaprix.fo Barnaprix 2002: Ein stjørnudreymur Fleiri luttakarar ynskja at framføra okkurt av teim løgunum, sum eru at finna á fløguni hjá Brandi Enni Barnaprix 2002 er uttan iva eitt tað størsta føroyska undirhaldstiltak fyri føroysk børn nakrantíð Fram, sum JFK Trol eigur hevur verið til sølu longi, men áhugin tykist sera lítil fyri honum FISKIVINNA Solby A. Eliasen Klaksvík: Fram hevur ligið á Klaksvík í hálvttriðja ár nú. Og hann hevur sum skilst verið til sølu meginpartin av tíðini. Men áhugin er so sum so. Tó hevur onkur verið og hugt at honum, millum annað onkrir russ- arar. Men Fram er so ikki seldur enn. Frá JFK Trol frætta vit, at hann hevur ongantíð verið í drift hesi árini. - Hann var einamest keyptur vegna kvotuna upp á svartkjaft, sigur Jákup Sólstein. JFK Trol keypti hann úr Vestmanna á sinni, men Jákup sigur, at hann kom úr Hollandi í sínari tíð. Ísfiskatrolarin Fram hevur verið til sølu nú í langa tíð, men áhugin fyri at keypa hann er ikki serliga stórur Lítil og ongin áhugi fyri Fram Ein írkur og ein danskur fornfrøðing- ur vitja í løtuni í Før- oyum og eru hesa vikuna í Suðuroynni. Endamálið er at kanna írska sambandið við Føroyar í fornari tíð FORNFRØÐI Dagfinn Olsen Steffen S. Hansen og John Sheehan vitja í Suðuroynni hesa vikuna, eftir at hava verið á Forngripasavninum í Havn og í Skúvoynni. Steffen S. Hansen er dani og John Sheehan er íri. Steffen S. Hansen hevur verið í leikum áður í Føroy- um og John Sheehan vitjaði fyrstuferð í fjør. Serstakan áhuga hava teir í írska sambandinum við Føroyar í fornari tíð og ávirkanini. Teir hava hvør sítt serøki. Sheehan hevur serstakan áhuga í kristnu samfeløgunum í Írlandi og ferðingini í Norðurhøvum, serstakliga innan víkinga- tíðin tók dik á seg. Steffen. S. Hansen hevur serstakan áhuga í víkingatíðini og ávirkanini í Norður- atlantshavinum. Henda sameining hevur ført til samstarv teirra millum. Á ferðini hava teir funnið ymsar ábendingar, ið peika á írska ávirkan í Føroyum. Talan er um nøvn, staðar- nøvn, húsaleivdir, lutir og annað. Hetta er ikki nøkur rættu- lig rannsóknarferð, men meira ein stutt vitjan, har farið verður at hyggja seg í kring. Í Skúvoy og í Suður- oynni hava teir báðir verið á ferð landslagnum við stað- kendum fólki og ymiskt er, ið hevur verið sera áhuga- vert. Men uttan nærri kann- ingar duga teir báðir tó ikki at staðfesta viðurskiftini. Men teir meta ymiskt vera, sum bendir á írska ávirkan í fornum tíðum. Á ferðini í Suðuroynni hesa vikuna hava teir, um- framt at ferðast í oynni, hildið fyrilestrar og víst myndir. Ferðin er samstarv við bygdasøvnini í Oynni og vónin er, at meira spyrst burturúr samstarvinum. Johanna lá í gjár full- riggað við bryggju í Vági og hon fór seinnapartini gjár til Kirkwall SEGLSKIP Dagfinn Olsen Johanna TG326 er í løtuni einasta veruliga slupp í landinum, nú Westward Ho hevur ligið fyri vág og vind í nøkur ár. Har er tó við at koma betri skil á aftur. Men Eisini hjá Johonnu hevur mangan verið baldrut og virksemið hevur verið heldur lítið seinnu árini og ongan veruligan túr hevur hon verið í rættuliga langa tíð. Men í gjár var tað ein vøkur sjón at síggja hetta livandi fornminni liggja fullriggað við bryggju í Vági, meðan menn av Vágs Skipasmiðu kolfatraðu á dekkinum. Málað og í góðum standi er hon, eftir at hava verið ein túr á beding nakað herfyri. Í gjár seinnapartin stevndi Johanna út av Vágs- fyrði og kósin var sett móti Kirkwall í Oyrknoyggjun- um. Tað eru menn úr Grindabátafelaganum í Vági, ið fara henda túrin. Fyri nøkrum árum síðani vóru teir í Svøríki og tað er nærum sama manning, sum nú hevur tikið stig til at fara henda túrin til Kirkwall. Tungt tak Magni Eidesgaard, formaður í Felagnum Johanna TG 326 sigur, at tað er eingin loyna, at tað er meira enn trupult at reka slíkt far og slíkt felag. Fyri fáum árum síðani var neyðugt at fara til Danmarkar at gera ymsar ábøtur og hetta var kostnaðarmikið. Og onkur kønur maður hevur mett, at tað skal nógvur peningur til á hvørjum vári, skal alt haldast viðlíka. Og krøvini til før á sjónum í dag er sera hørð. - Gott var, at hon varð verandi her í Vági, tí før- leikin er her at gera slíkt ar- beiði, sum krevst. Og hugs- ast skal so eisini um, at her er gyltur møguleiki at halda ymsar førleikar viðlíka við slíkum fari, sigur Magnmi Eidesgaard. - Fyrr gjørdu menn við- líkahaldsarbeiði í fríløtum. Teir dugdu tað. So er ikki í dag og tungt er at fáa alt at mala runt. Tíðin við ókeyp- is arbeiðsmegi er eisini við at vera farin, sigur Magni Eidesgaard, Og tað er tungt at fáa peningaviðurskiftini at flóta omanfyri vatnskorp- una, og mangir, ið hava nýtt stóran part av lívinum upp á at halda lív í felagnum, hava blakað frá sær, tí eingin endi sæst á. Magni Eidesgaard sigur seg vóna, at sluppin einaferð kemur undir veingjabreiðið hjá Mentamálaráðnum, tí onnur vón er ikki. Og hann vísur eisini á, at Johanna hoyrur ongastaðni heima. Hon er fiskifar, seglskip og ferðamanna- skip og hevur hjálpimotor. Og hóast hon, sum yvir 100 ára gomul av sær sjálvum gerst fornlutur, so eru ong- ar reglur fyri fornlutir á sjónum ella sjósøvn. Johanna, sum nú aftur sleppur at royna seg á bylgjuni bláu, er bygd í 1884. Fornfrøðingar vitja Suðuroynna Fornfrøðingarnir John Sheehan úr Írlandi og Steffen S. Hansen úr Danmark vitja í Føroyum í løtuni. Í vikuni hava teir ferðast í Suður- oynni. Írska sambandið og ávirkanin í fornum tíðum hevur teirra serstaka áhuga Johanna til Kirkwall Í gjár seinnapartin stevndi Johanna út av Vágsfyrði og kósin var sett móti Kirkwall C M Y K 9 8