Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SPES NE NE ave POE. Nr. 62 — 23. august 1978 sosialurin Síða 3 | Fáa ikki nóg góðan pris ' fyri svartkjaft til matna — men annars hava íslendingar fingið góð úrslit burturúr royndarframleiðsluni Í sambandi við seminarið um fiskivinnu- undirvísing hevur leiðarin á Rannsóknar- stofu fiskiðnaðarins í Íslandi, Bjørn Dag- bjartsson, verið í Føroyum. Íslendingar eru komnir væl áleiðis í royndunum at framleiða mannafødi úr svartkjafti, men illa gongst at sleppa av við vøruna. Á Rannsóknarstofu fiski- idnadarins í Reykjavik hava i nøkur år verid gjørdar royndir vid at framleiða mannafeði úr svartkjafti. Teir hava turkað svartkjaft, gjert fars úr honum og niður- kókað hann í blikk. Men tað gongst illa at fáa ein rimiligan pris fyri veruna, sigur leiðarin á Rannsókn- arstofuni, Bjern Dag- bjartsson í samreðu við Sosialin. Hann sigur, at ein av sterstu trupulleik- unum í sambandi við royndirnar, er, at ráveran ofta er so vánalig, tá hon kemur í land. Ti er mein- ingin i år at leggja størst- an dent á at fáa viður- skiftini umborð á skip- unum í slíkt lag, at svart- kjafturin ikki spillist um- borð, men verður landað- ur sum fyrsta floks rá- vera. Til hetta hevur rik- isstjórnin játtað tað sum svarar til 150.000 kr. í okkara peningi. Turkaður svartkjaftur Bjørn Dagbjartsson sigur, at teir annars í roynd- unum at gera mannafødi úr svartkjafti hava lagt sterstan dentin á turk- ingina. Hetta verður gjørt á tann hátt, at fiskurin verður í fleiri legum lagd- ur á hillar, og síðani verð- ur ein ógvuliga heitur blástur settur til. Bjørn Dagbjartsson sigur, at turrur svartkjaftur smakkar sum turrur tosk- ur og leggur afturat, at svartkjaftur yvirhevur er ein vælsmakkandi fiskur. Men tað ber ikki til at turka alt árið, tað kann bert gerast, meðan fisk- urin onga livur hevur, t.e. um várið. Í fjør turkaðu teir 150 tons og fingu 25 tons av veru burturúr ti. Tað verður roynt at selja veruna til Nigeria, men enn er prísurin ov lágur. Nigeria hevur annars í nógv ár keypt turran fisk, „skreið<, úr Íslandi. Men, sigur Bjørn Dagbjartsson, toskur er nú vorðin ein so dýrur fiskur, at hann ikki longur kann brúkast til turking. Rannsóknarstofa fiskiðn- aðarins fekk í fjør 500.000 før. kr. til royndirnar at turka svartkjaft og annan småfisk, eitt nå lodnu. Svartkjaftur i blikkum Bjorn Dagbjartsson upp- lýsir eisini, at teir nú i tvey ár hava framleitt nið- urkókaðan svartkjaft, í blikkum við ymiskum sós- um. Hóast teir hava roynt at gjørt veruna so biliga sum Ov gott at fara undir asfalt Í síðstu viku ringdi ein av lesarum blaðsins og segði seg ikki duga at skilja, hví grótið, sum hevur ligið undir bátadráttinum í Vágsbotni, varð tikið upp og flutt burtur. Hann helt, at hetta grótið hevði verið gott at havt undir asfaltinum, sum har kem- ur. Grót skal í aftur, so hetta er segði hann. Á teknisku deild bý- ráðsins hava vit fingið upplýst, at grótið er tikið upp, tí meiningin er at brúka tað aðrastaðni. Grótið er høgt og hevur ov stórt virði til at fara undir asfalt. Tað er javnan, kommunan hevur brúk dupultarbeiði, SE ast til annad endamål i bynum fyri høgdum gróti. Alt grótið verður høgt við hond. Annars verður upplýst, at ætlanin er at gera park- eringspláss í Vágsbotni í fyrstu atlegu, men seinni kemur eitt friøki, eitt torg, har sum bátadrátt- urin var. Grótið varð lagt á sandin, tá bátadrátturin varð gjørdur í 30-unum. Nú skal tað brúk- til ber, t.d. við at koyra hana í stór blikk, tykist ongin áhugi vera fyri henni. Heldur ikki fyri farsið hevur eydnast at fáa ein slíkan prís, at framleiðslan kann lena seg. Annars eru maskin- urnar til farsframleiðsluna ikki nóg góðar enn. Rann- sóknarstofan arbeiðir nú við at finna fram til eina maskinu, sum kann opna og reinsa svartkjaft. Bjørn Dagbjartsson sigur, at hansara meting er, at svartkjafturin, sum fæst eystanfyri Ísland um summarið og millum Ís- land og Grenland um heystið er betri enn tann, sum verður fiskaður við Feroyar. Tað eru ikki bara is- lendingar, sum gera royndir við svartkjafti til matna. Bjørn Dagbjarts- son upplýsir, at nú er ætl- anin at samskipa kann- ingarnar í teimum ymisku londunum, soleiðis at vis- indamenn í tveimum ella fleiri londum ikki sita og arbeiða við júst teimum somu royndunum. Eftirlit, tænasta og kanningar Rannsóknarstofa fiskiðn- aðarins er ein rikisstovn- ur, sum varð settur á stovn við lóg í 1965. Stovnurin hevur trý virk- isøki, hann hevur tað kemiska eftirlitið við fiskamjøli og -lysi, og nið- Bjørn Dagbjartsson — stendur fyri islendsku roynd- unum at gera mannafødi úr svartkjafti urkókaðum verum, sum verða útfluttar. Hann er fiskiidnaðinum til tæn- astu, tá hesin hevur onkr- ar trupulleikar við t.d. maskinum og t.l. á virkj- unum. Men helvtin av ar- beiðinum hjá Rannsókn- arstofuni eru kanningar og royndir. Eitt tað nýggjasta, teir hava gjert á stovninum, er ein ma- skina, sum skilur lodnu- rogn frá sjógvi. Slíkar ma- skinur verða nú brúktar í Íslandi og Noregi og fyri- spurningur er komin úr New Foundlandi. 45 fólk arbeiða á Rann- sóknarstofu fiskiðnaðar- ins og harav hava tey 20 universitetsútbúgving. Ikki avgjørt, hvor skal gjalda Tað er enn ikki endaliga avgjort, hver skal bera kostnadin av herverk- unum, sum vórðu framd i Gamla Realskúlanum á Olavsøku. Men róðrarfelagnum er álagt, at helini skulu handast í sama líki, sum tey vórðu latin felagnum. Og tað vil siga tað sama sum, at Havnar Róðrar- felag skal rinda istand- gerðina. Eitt »men« tekur seg helst upp, sum Sosialurin skilur støduna. Tað bara vóru óivað ikki róðrarfólk, sum gingu inn í realskúlan og toilettið í kjallaranum á ólavseku. Í skúlagarðinum var jú eisini almennur dansur! Mikukveldið hevði Havnar Róðrarfelag fund við býráðsformannin, sum júst er afturkomin úr summarfri, men einki endaligt kom burtur ur ti fundinum. Hann var bert orienterandi og róðrarfel- agið legði síni sjónarmið fram. Tað var á Olavsøku, at Gamli Realskúlin, har nakrar bátsmanningar høvdu innivist, varð held ur illa vidfarin. Tá varð mett. at tað fór at kosta einar 30.000 kr at fáa skúlan í rætt lag aftur, men enn er ikki alt samanlagt.