mikudagur 23. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 62 — 23. august 1978
Utvid 2000 tons
Flakavirkid i Vik hevur
higartil í ár tikið ímóti
knappliga 2000 tonsum
av ráfiski í ár. Hetta er
væl meira enn somu tíð
í fjør.
A flakavirkinum
rokna teir við at fáa is-
lendskan bát at landa
mánadagin í næstu
viku.
Um tann nýggi trol-
arin, Sólbrún, kemur
um miðjan oktober og
um alt fer at ganga
væl, verður roknað við,
at virkið fer at koma
uppá eini 27—2800
tons fyri árið. Í fjør tók
virkið ímóti 2300 tons-
um.
Ferðin avlýst
Ferðin hjá danska
mentamálaráðharra-
num, Niels Mathiasen,
er avlýst.
Niels Mathiasen —
Kulturniels — skuldi
verið komin mánadag-
in. Orsekin til at ferðin
er avlýst eru stjórnar-
samráðingarnar mill-
um sosialdemokratar-
nar og vinstraflokkin.
Tað er ikki greitt,
um ferðin verður av
nekrum seinri.
kring oyggjarnar
Byggja
stóra smiðju
Í Fuglafirði verður ein
stórur smiðjuverkstað-
ur bygdur á havnarek-
inum sunnanfyri
Handils- og Frysti-
virkið.
Tað eru Breður Pet-
ersen, sum lata smiðj-
una gera. Bygningurin
er 32 ferðir 16 metrar
til steddar í tveimum
hæddum. Hann verður
gjørdur úr elementum
og eru tad Alexander
Abrahamsen og Dåvur
Jacobsen, sum standa
fyri arbeidinum.
Rættingar
I fråsøgnini frå skóta-
ferdini, sum var i leyg-
ardagsbladnum, stóð,
at ferdin kostadi 11.000
kr. Tað vóru 9.900 kr.
ov nógv.
Í greinini um flaka-
virkið á Sandi varð
sagt, at landskassans
partapeningur var 20
pst. av kostnaðinum,
men tað er ikki rætt.
Landskassans parta-
peningur er 25 pst. av
samlaða partapening-
inum, sum tilsamans er
1,06 mill. kr.
Tveroyrar skúli noyðist
aftur at læna Losjuna
Tveroyrar skúli er
vorðin ov lítil til teir
uml. 400 næmingarnar,
sum koma at ganga har
í vetur. Skúlin noyðist
tí aftur at leiga losju-
húsini. Talan er um
tríggjar flokkar, eini
60 >. 70 børn, sum
mugu flyta yvir i Losj-
una. Tveroyrar skúli
hevur fyrr havt inni-
vist í Losjuni, tað var
áðrenn nýggi skúlin
varð tikin í brúk í 1975.
Mannbjern Morten-
sen, skúlastjóri, sigur,
at verður nýggja fólka-
skúlalógin samtykt,
verður uppaftur
trongri í skúlanum, tí
lógin krevur, at undir-
víst verður í fleiri bólk-
um. Suðuroyar HF-
skeið hevur tvær stov-
ur í skúlanum.
Framhaldsdeildin á
Tveroyri byrjaði má-
nadagin, men barna-
skúlin hevur frí í 14
dagar enn, ti umvæl-
ingararbeiðið í gamla
skúlanum er ikki lið-
ugt.
35 bern byrja í fyrsta
flokki í ár. Lærararnir
eru tilsamans 26 í tali.
Losjan stendur beint við síðuna av skúlanum
Bíða eftir eini
sjónvarpslóggávu
Sjónvarpsnevndin hevur ikki tikið steðu til privat
royndarsjónvarp. Tað er ein administrativur spurningur,
sigur formaðurin
— Vit meina, at tað er
rættast, at vit hava eina
sjónvarpslóggávu at
halda okkum til, áðrenn
farið verður undir tær
teknisku sjónvarpsút-
byggingarnar, sigur Heð-
in M. Klein, formaður í
sjónvarpsnevnd løgtings-
ins.
Ti hevur sjónvarps-
nevndin heitt á landsstýr-
ismannin D. P. Danielsen,
sum hevur sjónvarpsmál
um hendi, um at gera eitt
uppskot til eina rammu-
lóggávu um eitt foroyskt
sjónvarp.
Landsstýrismaðurin
hevur játtað hesum og tá
uppskotið er liðugt, verð-
ur tað tikið uppí nevndar-
arbeiðið.
Vilja hava eina
lóggávu
Higartil hevur nevndin
vidgjørt málið, sum tað
fyriliggur. Málið snýr seg
um eina partvisa útbygg-
ing av sendinetinum í
tveimum stigum og miðar
ímóti einum framtíðar
sjónvarpi.
Tað er landsstýrið, sum
hevur lagt uppskotið fyri
løgtingid. Landsstyrid
ynskir heimild til at fara
undir vidari tekniskar ut-
byggingar av sendinet-
inum.
Men hetta vil sjón-
varpsnevndin ikki treyta-
leyst ganga við til.
— Vit halda, ið hvussu
er eg sjálvur, at áðrenn
farið verður í holt við út-
byggingarnar, so mugu
vit vita, hvat tað er fyri
eitt sjónvarp, vit skulu
hava — um tað er eitt
privat ella eitt alment
sjónvarp, mugu vit hava
eina lóggávu fyri tí.
Ikki tikið støðu
Sosialurin spurdi Heðin
M. Klein, um tað er nakað
í tí, at nevndin er sinnað,
at lata núverandi sjón-
varpsfelag reka eitt
royndarsjónvarp.
Men tað er tað ikki.
Nevndin hevur ikki tik-
ið nakra stødu og er heldur
ikki komin so langt áleiðis
í arbeiði sínum.
Væntandi verður álitið
lagt fram í hesi tingsetuni,
men tað veldst um lands-
stýrið kemur við einum
uppskoti til
varpslóggávu.
Hava tit vidgjørt møgu-
leikan vid einum royndar-
sjónvarpi?
— Tað kann eg einki
siga um. Tað eru í hvussu
er summir av nevndar-
limunum, sum eru fyri
einum royndarsjónvarpi.
Hava tit tosað um
meguleikan at geva sjón-
varpsfelagnum loyvi at
skipa fyri royndarsjón-
varpi?
— Vit meta, at tað er
ein administrativur
spurningur. Tað er ikki
nakað, sum vit skulu taka
steðu til, sigur Heðin M.
Klein at enda.
eina sjón-
D. P. Danielsen, lands-
stýrismaður, sigur, at
landsstýrið hevur ikki
gjørt nakrar metingar um
eina sjónvarpslóggávu
enn. Hann sigur, at tað
verður helst ikki gjørt
Heðin Klein: — Vit mugu hava eina sjónvarpslóggávu!
nakað fullfiggjað uppskot
til eina sjónvarpslóggávu í
fyrstu syftu, men tað
kann vísast á, hvussu eitt
meguligt sjónvarp skal
skipast.
Frågreiding frá P. Kj. Bærentsen:
SKULAHEIMID hjå
Tekniska skúlanum í Torshavn
Skúlaheimshúsini, ið eru
1. byggistig í eini útbygg-
ingarætlan hjá tekniska
skúlanum á grundøkinum
har, eru einans ætlaði til
heim hjá dreingjum og
gentum av bygd, meðan
tey í samband við út-
búgving teirra innanvert
handverk og ídnað eru á
skúlanum í longri ella
styttri tíð.
Iløguupphædd: 2/6 av
iløguupphæddini (14,6
milj. kr.) eru eitt lånsfel-
agslån vid 1. vedhaldi og
3/6 eru eitt rentu- og av-
dråttarfritt rikiskassalån
vid 2. vedhaldi i håsunum,
medan 1/6 er eginpening-
ur, latin til ognar av Tórs-
havnar kommunu við
uppískoyti úr landskass-
anum.
Byggjútreiðslurnar eru
ikki til fulnar goldnar enn:
nakrir meistarar eiga enn
nakað til góðar í húsunum
vegna tess, at seinasta
rata av ríkiskassa láninum
er seinkað. Hesin parturin
væntast at vera komin til
sættis um heilt stutta tíð,
2—3 mánaðir.
Rakstrarútreiðslurnar,
iroknad renta av lånsfel-
agsláninum, verða goldn-
ar 100% eftir rikisfiggj ar-
bgini. Fyri fíggjarárið
1977/78 vóru tær
1.445.000 krónur. — Vist-
arhaldsgjaldið hjá skúla-
heimsnæmingi er í løtuni
ásett at vera 17 krónur og
frá 1. oktober í ár at vera
18 krónur um dagin. Er
næmingurin uppihaldari,
rindar viðkomandi einki.
— Ferðaútreiðslurnar hjá
lærlinginum millum læru-
plássið og skúlaheimið og
hinvegin verða (endur-)
goldnar av ti almenna eina
ferð fyri hvert saman-
hangandi skeiðið; men
hetta viðkemur ikki
rakstrarroknskapinum hjá
hesi deild skúlans.
Skúlaheimið hevur í dag
ein »kapasitet« uppá 42
komur, sum tvey og tvey
eru felags um eitt bað og
eitt WC við handvaski.
Talið av uttanbiggjar lær-
lingum, ið búgva á skúla-
heiminum er skiftandi,
hægsta talið higartil hev-
ur verið 38. Næmingatalið
á skúlanum er, tikið yvir
árið, eitt sindur vaksandi.
So leingi nekur avlops-
rúmd verður í skúlaheims-
húsunum, kundi tað verið
ynskiligt, at skúlin í ødr-
um lagi gjerdi nýtslu úr
hesi.
Høvudstreytirnar fyri
hesum eru 1) at tær sek-
underu nýtslurnar ikki
nerva skúlaheimsfunkti-
ónina á nakran hátt, og 2)
at rakstrarhallið fyri alt
virksemið á skúlaheimi-
num ikki verður sterri enn
tað vildi verið, um húsini
einans hevdu verið nýtt til
skúlaheim.
Viðvíkjandi sekunder-
nýtsluni av skúlaheims-
húsunum hjá Tekniska
skúlanum í Tórshavn
kunnu nógv sjónarmið
verða ford fram. — Skúla-
heimsnevnd skúlastýris-
ins fer fyrsta dagin undir
at viðgera allan spurn-
ingin um avlopsrúmdina:
um hon skal verða tikin í
nýtslu, og um so er, hvat
hon skal nýtast til og
undir hverjum treytum.
Tórshavn,
19. august 1978
P. Kj. Bærentsen
skúlastjóri
so
EET