Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 62 — 23. august 1978 itrottur Dreingjadeildin : Nærum klárir til finaluna Fyrri semifinaludysturin i dreingjadeildini endadu vid storsigrum til HB og TB Fótbóltskappingarárið 1978 er nú farið at halla, og í teim ymsu deildunum har fleiri bólkar eru, er kappingin nú komin til semifinalurnar. Eisini í dreingjadeildini vóru fyrru semifinalu- dystirnir leiktir um viku- skiftið. Suðuri á Tveroyri mettust TB og SÍ og vunnu tveradreingir við sjey málum móti ongum, so meguleikin fyri at ser- vágsdreingir skulu náa finaluna tykist at vera horvin, sjálvt um teir næsta semifinaludyst ha- va heimavøll. Ikki er lætt at taka eina sjýmálsleiðslu aftur Góð hornaspørk Hin semifinaludysturin varð leiktur í Havn mill- um HBa og KÍ, og vístu havnadreingir seg at vera væl sterkari enn klaks- Nýggj frisørsalong letur upp í Tjarnarlág 9 í dag tann 23. august Opið verður soleiðis: månadag 13.00 — 17.30 týsdag 8.00— 17.30 mikudag 8.00— 17.30 hósdag 8.00—17.30 friggjadag 8.00 — 19.00 .00 leygardag 8.00 — 12 Ringið og avtalið tíð tif. 13860 ” viksdreingir í hesum dysti. Ikki vóru gingnir meira enn tveir min. tá tað eydnadist HB-dreingju- num at fáa bóltin í netið fyrstu ferð. Hetta hendi, tá Bjarni skeyt eitt hornaspark inn- fyri málið og Pauli Høg- nesen setti bóltin í netið, og bert 10 min. seinni hendi tað sama enn eina- ferð. Bjarni skeyt eitt hornaspark innfyri, HB- leikari fekk hevdið á bólt- in, ið endaði fyri føturnar á Birgir Djurhuus, ið trygt setti hann í netið til hålvleiksstøduna 2—0 leidslu til HB. Ov verjukent Orsakað av skjóta máli HB's, gjørdist spæl KI's alt ov verjukent, teir hevdu bert tveir framherj- ar liggjandi frammi, með- an hinir leikarnir lógu langt afturi á vellinum og vardu. Orsakað av hesum gjerdist spæl klaksvík- inga alt ov tilvildarligt, meðan HB dreingirnir fingu loyvi at vísa stóra kynstur teirra, og gav hetta jú, sum fyrr skrivað, eisini mál aftaná 12 min. spæl. Hetta mál fekk KÍ at síggja, at ikki gekk við verjuspæli, teir máttu eis- ini í álop. Stórar møguleikar Og vóru hesi álop eisini við at geva mál í teimum seinastu min. av fyrra hálvleiki. Einaferð endaði eitt av álopum teirra við skoti á stongina og beint aftaná var eitt skot so hart, at HB-málverjin ikki megnaði at halda tí, men fekk hann tveitt seg om- aná bóltin og bjargað. Tummas Óli setir bóltin í netið til 3—0 Seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki fingu Birtha Eysturoy klaksvíksdreingir sterri í leiki, men álop teirra vóru oftast alt ov tilvildarlig, og HB verjan hevði lætt at steðga teimum. Nærum allan dystin var tað HB, ið átti miðvellin og orsakað av hesum var tað oftani, at teir kundu fara í álop og í miðjum seinna hálvleiki gav eitt av teimum mál. Hetta hendi, tá Tumm- as Óli Mortensen aftaná eitt vælgjøgnumleikt álop setti bóltin við síðuna av málverjanum, ið var á veg út úr málinum, til sigurs- úrslitið 3—0 til HB. Rættvíst Hesin HB-sigur var fult uppiborin og kundi lætt- liga verið enn sterri, um eydnan hevði verið teim blíðari. Spennandi verður nú at síggja, hvussu fer at gangast í Klaksvík kom- andi dyst, tí ikki rokni eg við, at KÍ-liðið leikar ein tilikan vånaligan dyst aft- urat, sum teir gjørdu leygardagin, eg veit, at teir eru førir fyri at leika væl betur enn so, men um teir megna at heinta try mål innaftur móti ti væl- leikandi HB-liðnum, tað er eitt ivamál. Skulaitrotta- dagurin Allir føroyskir skúlar verða bjóðaðir at luttaka i handbóltkapping í ítróttarhellini í Havn leygar- dagin 2. september. Byrjað verður kl. 8.00. Kappingin er fyri dreingir og gentur. Aldursbólkarnir eru 12—13 ár, 14—15 ár og 16—17 ár. Tekning fer fram á tlf. 11985 seinast hósdagin 31. august kl. 18. FØROYA ITROTTALÆRARAFELAG