leygardagur 26. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 63 — 26. august 1978
kring oyggjarnar Uppskotið um
løgtingsins
umbodsmann
góða undirtøku
Nógv hús eru bygd í Fuglafirði seinastu árini
Arbeiða við
tveimum
útstykkingar-
ætlanum
Í Fuglafirði arbeiðir
m ýtstykkingarætl-
anum. Tann eina er í
bygdini, meðan hin er
Kambsdali.
Fyri nekrum árum
síðani varð ein út-
stykkingarætlan gjerd
á Toftabønum. Har eru
tey flestu av 40 grund-
stykkjunum bygd.
Tann nýggja út-
stykkingarætlanin
liggur ur Toftabønum
sudur moti Bakkageil-
ini.
Etlanin i Kambsdali
er komin væl åleidis.
Úr Fuglafirði verður
sagt, at har hevur
mangan verið tikið til
»at nú má farast út á
Kambsdal«. Og hetta
verður nú veruleiki.
Hetta verður helst
eitt dýrt-tak fyri kom-
mununa, tí jørdin í
Kambsdali er ogn.
Frammanundan er eitt
snikkaravirki
Kambsdali. Talan hev-
ur eisini verið um at
leggja eina ítróttarhell
sunnanvert í dalinum.
Eisini hevur verið tos-
að um at leggja Feroya
Handilsskúla har.
gygt í
Ongantíð
so ringur terri
Tað hevur ongantid
verið so ringur terri í
Hvannasundi í útvið
fimti ár. Óli Sivertsen,
bóndi í Uppistovu, sig-
ur, at tað hevur ong-
antíð verið so ringur
hoyterri alla ta tíðina,
hann hevur verið
bóndi. Og hann hevur
verið bóndi í 40 ár.
Trolarin
seinkaður
Trolarin, sum p.f. Sól-
brún letur byggja, er
seinkaður uppaftur
meira. Væntandi verð-
ur hann liðugur frá
skotsku skipasmiðjuni
seinast í september
fram móti hálvum ok-
tober. Tað eru ymiskar
broytingar, sum hava
verið orsekin til seink-
anina.
Trolarin, sum kemur
at kosta einar 15 mill.
kr., er væl utgjørdur
vid sterkum spølum og
kann trola å 400 metra
dypi.
Sólbrún, sum er
navnið á trolaranum,
skal landa til flskavirk-
ið í Vík, sum er næst-
stersti partaeigari í
bátinum.
Uppistova aftur í vetur
undir fritidaritriv
Uppistova fer aftur í
vetur at skipa fyri fri-
tidaritrivi fyri børnum.
Síðsta vetur luttóku
eini 60 bern í arbeiði-
num einaferð um vik-
una. Aldurin á bern-
unum er úr 7 árum uppí
eini 15 ár.
Eyðbjerg Michelsen,
sum er ein av fyriskip-
arunum, sigur, at á-
hugin er ógvuliga stór-
ur at tey eru noydd til
at avmarka talið av
bernum til 50 —60. Tað
er vegna plásstrot og
trot á hjálparfólki.
Hon sigur, at tað
vísir seg, at áhugin
heldur fram allan vet-
urin. Bert fá bern fella
frá, meðan tað ofta
hendir seg, at fleiri
ynskja at koma uppí.
Tað sum bernini fá-
ast við er leirarbeiði,
kurvaflætting, knýting
av bondum, vanligt
handarbeiði og annað
slíkt Farið verður
undir fritidaritrivid
seinast i september.
Á tingfundi týsdagin legði
Jógvan Sundstein eitt
uppskot fram um at seta
ein umboðsmann fyri log-
tingið.
Sambært viðmerkingu-
num til uppskotið, sum
Jógvan Sundstein persón-
Sambært viðmerking-
unum til uppskotið, sum
Jógvan Sundstein persón-
liga hevur sett fram, skal
umboðsmaðurin kanna fy-
risitingina og borgarar og
legtingið skulu kunna
heita á hann um kanning
av ymiskum málum.
Góð undirtøka
Uppskotið hjá Jógvani
Sundstein, sum kom til 1.
viðgerð á legtingsfundi
mikudagin, fekk góða
undirtøku frá øllum flokk-
unum og viðmerkingarnar
vóru fáar.
Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur Jógvan
Sundstein:
— Almenna fyrisitingin
Umboðsmaðurin skal hava innlit í allari
fyrisiting og borgarar kunnu heita á hann
Jógvan Sundstein hevur sett uppskot fram um legtings-
ins umboðsmann
arbeiðir vegna legtingið
og kommunurnar. Henda
fyrisiting hevur ávirkan á
viðurskiftini hjá hverjum
einstøkum borgara, og -
hevur tað tí stóran týdn-
ing, at hon virkar sum hon
skal bæði viðvíkjandi
rættleikanum av av-
greiðslunum, og at hesar
verða framdar uttan ó-
neyðugan steðg.
Fólkatings-
umboðsmaðurin
bert donsku
fyrisitingina
í Føroyum
um hendi
Í Danmark hava teir ein
Folketingets Ombuds-
mand, og hevur hesin
sambært danska lóg eisini
innlit við statsins fyrisit-
ing í Føroyum, men ikki
viðvíkjandi fyrisitingini
av heimastýrinum og
kommununum.
Sum ein trygd hjá log-
tinginum, bygda- og bý-
ráðum og hjá ti einstaka
borgaranum fyri at fyri-
sitingin virkar sum hon
skal, haldi eg tað vera
rætt, at ein slíkur um-
boðsmaður verður settur.
Samstundis vil hann eisini
vera ein trygd hjá fyrisit-
ingini sjálvari móti óneyð-
ugum mistonksemi.
Bæði eftir áheitan
og skal kunna
taka stig sjálvur
Bæði tingið og tann ein-
staki borgarin skal kunna
heita á umboðsmannin um
kannan av ávísum máls-
viðgerðum, eins og um-
boðsmaðurin eisini skal
kunna gera tað av egnum
eintingum.
Av tí, at umboðsmað-
urin skal umboða legting-
ið og kanna fyrisitingina,
herundir eisini embætis-
fersluna hjá landsstýris-
monnunum, haldi eg tað
vera rættast, at tað er
tingið einsamalt, sum vel-
ur nevndina til at fyrireika
málið, og at tað kemur
beinleiðis aftur til tingið
frá nevndini.
Aftaná 1. viðgerðina
varð uppskotið beint í lóg-
arnevndina.
lesarabrøv
Hvørjum skal ein trúgva?
Tad sæst å øllum brøgd-
um, at nú nærkast valið,
ti nú eru menn, sum ætla
sær inn í tingið í heyst,
farnir at gera vart við seg
av álvara. Millum hesar er
ein í Klaksvík, ið nevnir
seg Andras Miðskarð,
sum næstan í hverjari
Dimmalætting hevur at-
finningar at sitandi stýri
og umboðsmonnunum fyri
Norðoyggjar.
Eg havi lisið sumt av ti,
hann skrivar, men eg má
siga, at eg eri farin at
ivast í, hvussu sannferd-
igur hann er, ti í Dimma-
lætting týsdagin 25. juli
sigur hann, at vegagerðin
í Kalsoynni kostar 100
milliónir, og á forsiduni í
Dimmalætting týsdagin
stendur eftir
85. august
frå lands
verkfrødinginum at
nevnda vegagerå kemur at
kosta umleið 20 milliónir.
Her er so stórur munur
á, at tað fellur einum í
eyguni. Tað, sum undrar
meg, er, at ein maður í
Norðoyggjum fer at vera
ímóti játtanum, sum
verða nýttar til útbygg-
ingar í sínum egna val-
dømi. Jåttanum, sum
kunnu virka vid til, at
folkid fer at stødast å
bygdunum og útoyggjun-
um. Hetta má sigast at
vera eitt ókent fyribrigdi
og tí eitt eindomi. Men tá
man hugsar nærri um
hetta og hesin maðurin
sigur, hvenn flokk hann
hoyrir til, so hevur ein
lættari við at skilja tað
Tað, sum eg havi bitið
merki í ta seinastu tíðina
er hetta, at nógv av tí,
sum Sambandsmenn hava
komið fram við, er so lítið
eftirfarandi.
Eg, og mong við mær,
hava trúð tí, teir hava
sagt og skrivað, men tá
ein tíð er fráliðin, hevur
tað vist seg ferð eftir ferð,
at tað ikki samsvarar við
veruleikan, og her hava
vit aftur eitt týðuligt domi
um, hvussu lítið tað er eft-
irfarandi, ið kemur frá
hesum flokki.
Ti haldi eg tað vera best
at binda um heilan fingur
meðan væl er og venda
hesum flokki bakið, ti
skulu slíkir menn sum
hesin greinskrivarin koma
at manna tingið framyvir,
tá koma føroyingar av
sonnum at kenna seg
ótryggar.
Fyrrv. sambandsmaður
Barnagenta
søkist sum skjótast til tvey børn.
TIf. 71558