leygardagur 26. august 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lamin fjalla-
klintrari
37 ára gamli Yukihito
Ísa ætlar sær at verða
fjallaklintrari, sjálvt
um hann er lamin frá
mjednini og niðureftir.
Ti hevur hann fingið
ein serligan koyristól
gjørdan, sum skal
flyta hann upp å toppin
å ti 3776 metrar høga
Fuji Yama, sum er
hægsta fjall i Japan.
Isa roknar vid, at túr-
urin fer at vara i fimm
dagar, og um hann
eydnast, so er hann
tann fyrsti, sum er
komin upp á tað kenda
fjallið í koyristóli.
900 kr. fyri
at fáa song á
japanskum
flogførum
Mangt og hvat hendir i
okkara tíðareld: sein-
asta er, at stóra jap-
anska flogfelagið, Jap-
an Air Lines (JAL), nú
bjóðar ferðafólki á
fyrsta klassa song á
nátt á Boeing 747 jum-
bojet-flogferunum,
móti at gjalda 900 kr.
fyri eina song! Hetta er
fyribils á strekkinum
Keypmannahavn —
Tokio og kemur at
galda frá 1. oktober. 18
jumboflogfer eru longu
útgjerd til hesa heldur
óvanligu >„service< á
flogleiðum á Kyrra-
havsøkinum. 15 av
flogfeløgunum millum
danska og japanska
høvudsstadin fáa 5
sengur hvert flogfarið,
trý fáa sjey.
Tá ið náttarlegan
ikki er í nýtslu, kann
songin verða nýtt sum
sofa, og allar verða tær
utgjørdar við gardin,
at verja privatlivsins
frið, sum JAL sigur frå
i eini blaðkunngerð til
kundar sínar...
Málið útsett
Bankamadurin Tom
Horsley hevur i San
Fransisco lagt sak moti
vinkonu sini um krav
upp å 212 kr. til at-
gongumerki, bensin og
mista arbeiðstíð. At-
voldin til hetta var, at
vinkonan sveik eina
avtalu um, at tey bæði
skuldu fara til sjónleik.
Vinkonan hevur sagt
kravið vera láturligt og
sigur eisini, at um hon
verður demd at gjalda
kravið, so fer hetta at
fáa álvarsligar fylgjur
fyri allar aðrar gentur í
USA. Ein dómstólur
hevur fyribils útsett
málið.
2000 kr. at spara
Tað er við at koma ein
heilur fátækrabýlingur
úr plastikki beint við
Victoria Station í Lon-
don. Her byrjar frítíðin
hjá mongum fólkum,
sum standa — ella
búgva í bíðirað fyri at
fáa ferðaseðil við ti bi-
liga flúgvifelagnum
Freddie Laker Sky-
train til USA. Hetta er
kanska ein keðilig
byrjan við fritidini,
men tað eru 2000 kr. at
spara.
sosialurin
Nr. 6
— … august 1978
550 miljónir fólk
uttan arbeiði um
Alheims arbeiðsstovnurin
ILO varar móti avleið-
ingunum av ov skjótt at
fremja idnaðarframleiðslu
í tilafturskomnum lond-
um. Í tíðarritinum >Gu-
idelines for the Organi-
sation of Special Labour-
Intensive Works Pro-
gramme< (1977) skrivar
ein av medarbeiðarum
ILOs, at idnadarætlanir í
summum tilafturskomn-
um londum kunnu bera
við sær, at miljónir av
arbeiðsleysum gerast so-
sialir »taparar«.
At talan er um miljónir
av fólkum, sum verða
sloppin upp á fjall, or-
sakað av einum skeivum
politikki, er prógvað hag-
frødisliga. Hagtøl visa, at
550 miljónir fólk í tilaft-
urskomnum londum vilja
verða uttan arbeiði um
bert 10 ár, ella umleið ein
tvifaldan av arbeiðsloys-
istalinum í hesum londum
i dag.
Og kortini er alla staðni
brúk fyri arbeiðsmegi til
at skapa sosial og búskap-
arlig framstig, m.a. við
gerð av vegum, innrætt-
ing av havnalegum o.s.fr.
Harafturat kemur, at
neyðugt er at byggja í-
búðir, har fólk hava ráðini
til at búgva í. Í mongum
londum hevur ILO seinnu
árini hjálpt til, at fólk
uttan arbeiði fáa okkurt at
takast við, men ein treyt
er, at tann neyðugi pen-
ingurin at fremja slík til-
tek fæst tilvega.
ILO og hjálpiætlan
Sameindu Tjóða, UNDP,
hava tí í felag kallað sam-
an til ein fund um veiting
av slíkari hjálp, og skal
hesin fundur verða hildin í
Géneve, áðrenn hetta ár er
komið at enda. Úrslitið av
einum tilíkum fundi kem-
ur at siga nakað um,
hverjar politiskar megu-
leikar, ið eru at fremja
neyðugu tiltekini, men
einki um, hvat ið figgjar-
liga og sosialt er neyðugt
at fremja.
Ofta kunnu arbeiðsvið-
urskiftini vera vánalig,
uttan at hann, ið settur er
i eitt starv, sjálvur er
greiður yvir tað. Eitt domi
í so máta er eitt svar, sum
kvinnur innan vinnulivid í
USA hava givið ávikavist
í 1969 og 1973 uppá
spurningin, um tey hildu,
at mammamunur varð
gjerdur á arbeiðsmarkn-
aðinum. Í 1969 svaraðu 8
prosent av teimum spurdu
kvinnum ja til henda
spurning, men í 1973 var
prosentið vaksið til #3-
Alt bendir á, at kvinnur í
1973 betur hava dugað at
gjert sær greitt, hvussu
veruliga steðan er á van-
Í Danmark eru yvir 150.000 arbeiðsleys — hverja viku mugu tey standa í bíðirað fyri
at fáa studningin
ligum arbeiðsplássum.
Tí verður hildið skeivt
at halda fram við spurn-
ingabrevum til hvenn ein-
stakan. Teir sakkenu
skulu heldur sjálvir kanna
arbeiðsviðurskiftini bein-
leiðis í teimum einstøku
virkjum.
Våna skil á arbeiðsmarknaðinum
Einans í londum, ið knýtt
eru at OECD-vinnulivsfel-
agsskapinum eru i dag 7
miljónir ungfólk, ið einki
arbeiði vita sær. Fleiri av
hesum hava onga útbúgv-
ing, men eisini millum
akademikarar er arbeiðs-
loysið vaksandi. Bert í fel-
agsmarknaðarlondunum
vilja teir í árunum fram til
1985 meta kravinum um
at útvega arbeiði til ikki
færri enn 3 miljónir ung-
fólk, ið frammanundan
hava akademiska útbúgv-
ing.
Kvinnur eru í vaksandi
tali millum tey, ið einki
arbeiði vita sær.
Í letuni eru umleið 6
miljónir arbeiðsleysar
kvinnur einans í londu-
num vestanfyri, og fram-
tíðarútlitið hjá hesum
kvinnum er alt annað enn
bjart.
Dreymurin hjá fremm-
andaarbeiðarum um at
gerast ríkir, bert teir fáa
sær arbeiði í útlondum,
kemur eftir ellum at doma
framvegis at verða einans
ein dreymur. Í tíðarskeið-
inum 1973 til 1976 mistu
1,3 miljónir fremmanda-
arbeiðarar arbeiði teirra.
Tá id tidirnar gerast våna-
ligar, verður mammamun-
urin enn sterri enn áður á
arbeiðsmarknaðinum.
Teir sakkenu innan ILO
eru av teirri fatan, at tað
nú meiri enn nakran tíð
gerst neyðugt, at stjórn-
irnar í teimum framvegis
ríku londunum gera álvara
burtur úr at føra igjøgnum
tann arbeiðspolitikk, ið
settur er av stovninum
fyri at verja tey veiku í
samfelagnum.
Teir sakkenu skjóta eis-
ini upp, at ymsar ætlanir
um eftirútbúgving, um-
skúling og vinnulivsveg-
leiðing verða framdar
skjótast gjerligt.
Samlaða arbeiðsmegin í
OECD-londum er ætlað at
vilja vaksa við 48 milión-
um fram til ár 1990. Síðani
meta tey, at steðan fer at
batna nakað, orsakað av tí
minkandi burðartali í 1970
unum.
Men ikki sær mætari
út, enn at idnadarlondini
vestanfyri noyðast at við-
ganga, at royndirnar at
vinna á arbeiðsloysinum
higartil hava verið mis-
eydnaðar, og teir sakkønu
hava varað um, at útlitið
til at beta um støduna er
dapurt, hóast at eitt stutt
tíðarskeið fyrr í ár vóru
tekin til, at tað fór at
gangast betur búskapar-
liga í løndunum í vestur-
heimi. Men tíanverri er
steðan versnað seinastu
mánaðarnar, og í OECD
halda teir ikki, at vestur-
lond koma at rekka tey
mál, tey hevdu sett sær í
1977.
Minni búskapar-
ligur vøkstur
Búskaparligi veksturin er
nógv minni enn tey
ynsktu 5,5 prosentini, in-
flasjónin er nærri 9 pro-
sent enn tilætlaðu 7,5 pro-
sentini — og kemur at
halda fram sum higartil,
kemur arbeiðsloysið í
OECD-londunum sum
heild at vaksa við 1 miljón
til 16 miljónir tilsamans,
áðrenn 1978 er komið at
enda.
Nevnt kann vera, at í
august 1977 hevdu tey í
Frankaríki meiri enn 1
miljón arbeiðsleys, ella
triggjar ferðir so mong
sum i 1973. Og i Vestur-
týsklandi bera tey ótta
fyri, at talið av arbeiðs-
leysum fer at rokka upp i
1,1 miljón fyri jól.
Ein av teimum mongu
orsekunum til, at tað
gongst so illa at vinna á
arbeiðsloysinum er, at teir
nýggju árgangirnir eru ov
stórir, til at arbeiðs-
marknaðurin kann veita
ollum arbeiði
Í Onglandi hava teir ta
meting, at arbeiðsloysið
millum ungfólk í hesum
ári kemur at vaksa frá
143.000 upp í 215.000.
Tað er av týdningi at gera
sær greitt, at teir búskap-
arliga í Fraklandi og Vest-
urtýsklandi eru nærum
líka illa fyri og í Onglandi.