leygardagur 26. august 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — 26. august 1978
sosialurin
lesarabrøv
Ein åvaring til løgtingid og ein
fyrispurningur til landsstyrid
Tað at skúlalógin skal
endurnýggjast, meti eg at
vera ógvuliga týdningar-
mikið og álvarsamt, ja,
tað kann av sonnum kall-
ast eitt stórmál. Fiskivin-
numál og fiskivinnuavtal-
ur og eitt hvert annað,
man kundi nevnt í sam-
band við okkara sokallaða
vælferðarsamfelag, kemur
neyvan at fáa so stórar
avleiðingar fyri okkum
sum fólkaskúlin — tað
verður seg gott ella ilt.
Í uppskoti landsstýris-
ins til legtingslóg um
fólkaskúlan stendur í $ 2,
3. stk.: >Fólkaskúlin skal
í sátt og samvinnu við
heimini hjálpa til at geva
næmingunum eina kristna
og siðalagsliga uppaling
og fyrireika teir til at taka
avgerðir undir felags á-
byrgd í einum fólkaræðis-
ligum samfelag. Skúlin
skal fremja andsfrælsi og
tolsemi og leggja dent á at
skapa gott samarbeiði
millum lærarar og næm-
ingar og millum skúla og
heim.
Hetta stykkið í lógini er
so tryggjandi fyri okkum
foreldur og serstakliga
hetta, at »skulin skal
hjálpa til at geva næm-
fingunum eina kristna og
sidalagsliga uppaling.«
Tå id vit so lesa vidari i
hesum lógaruppskoti og
koma fram til $ 11, síggja
vit, at hesar báðar, 8 2 og
$ 11, koma í stríð við
hverja aðra. $ 11, 1. stk.
sigur: »Upp í undirvising-
ina í fólkaskúlanum koma:
2. Seksualupplýsing, 4.
Fremmandar trúgvir og
aðrar lívsáskoðanir.< Hesi
bæði punktini í $ 11 bróta
lógina í $ 2. Tað er ómegu-
ligt at „hjálpa til at geva
næmingunum eina kristna
og siðalagsliga uppaling
við at geva næmingu-
num seksualupplýsing og
læra teir um fremmandar
gudar. Her lógin í stríð við
seg sjálva.
Bíblian talar einki um
»seksualupplysing« av tí
slagnum, sum veråur giv-
in í londum rundan um
okkum, har bernini m.a.
verða lærd at brúka fyri-
byrgjandi midlar og har-
við eggja tey til at liva í
synd. — Ég veit væl, at
ikki allir okkara lærarar
vildu undirvíst bernini á
einum slíkum lágum
plani, men at nógvir vilja
gera tað, ivist eg ikki i, og
tað er har vandin liggur.
Henda seksualupplýs-
ing, sum er nevnd í $ 11
kemur ikki frá ti Kristusi,
sum $ 2 rópar uppá, men
frá Djevlinum, sum gong-
ur um, sum ein brelandi
leva, men sum her í skúla-
lógaruppskotinum hevur
klætt seg sum ein ljósins
eingil.
Bíblian talar heldur
einki um, at vit skulu læra
børn okkara um fremm-
andar gudar, men ávarar
ímóti avgudadyrkan. Og
við at læra tey slíkt, eggja
vit tey til at dyrka aðrar
gudar enn hann, sum
segði: >Tú mást ikki hava
aðrar gudar enn Meg.«
Í viðmerkingunum til
lógaruppskotið verður
sagt til $ 11: ȯIl tey ym-
isku evnini hava í sterri
ella minni mun verið við-
gjørd í skúlanum eisini
undir tí galdandi lóggávu
— men nú er tað vorðið
kravt, at hesi nevndu evni
í hóskandi mun skulu
koma upp í ta vanligu
undirvisingina«. — Tað
eru serliga hesi orðini, ein
leggur til merkis: >... men
nú er tað vorðið kravt<, og
í hesum sambandi vil eg
spyrja landsstýrið: Hver
hevur kravt hetta? Hver
hevur kravt, at børn okk-
ara skulu hava hesa seks-
ualupplýsing, sum í veru-
Je de Pe
leikanum ikki er ein upp-
lysing, men ein dålking og
ein niðurbróting av ti
unga, reina sinninum. Eru
tað tit? Ella er tað foreldr-
ini? Ella hver er tað?
$ 13 í lógaruppskotinum
sigur: >Kristniundirvis-
ingin í fólkaskúlanum skal
samsvara við fólkakirkj-
unnar evangelisk-luth-
ersku læru«. Hetta kann
ikki vera so. Kristus kann
ikki samsvara við Luther,
men Luther við Kristus,
og soleiðis kann kristni-
undirvisingin ikki sam-
svara við nakað menn-
iskja ella nakra sekt, ti
tann kristniundirvísing,
sum ikki er grundað á
Kristus eina, er eingin
kristniundirvísing.
Um hetta skúlalógar-
uppskot í hesum líki verð-
ur samtykt á tingi, fer tað
í seguna sum stersta tap
fyri Feroya fólk upp til
dagin í dag.
Harry á Lakjuni
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Loyvið pápunum
at vera hjástaddir!
Í lesarabrævi í Dimmu t.
19. aug. skrivaðu >Barna-
konur anno 1978<, at tær
kundu ynskt. at pápin at
barninum var hjástaddur,
tá barnið varð føtt. Hes-
um taki eg undir við. Eg
eri sjálv uppá vegin, og eg
vi hava mann min hjá-
staddan, tá eg skal eiga.
Eg haldi ikki, at tað er
mín uppgåva at geva
grundir fyri, hví vit
ynskja at vera saman ta
letuna, ti tað er fyri
okkum ein sjálvfylgja.
Heldur mugu tey, sum
forða okkum í hesum,
greiða frá, hví tey nokta
pápanum at vera til stað-
ar. Tað eru maður min og
eg, sum hava avgjert at
seta eitt barn í verðina, og
jarðameður og læknar
hava bert til uppgávu at
hjálpa okkum við ti prakt-
iska í sambandi við fød-
ingina.
Vanliga verður sagt, at
smittuvandin er ov stórur,
um pápin er til staðar,
men hetta ljóðar heilt
undarligt í minum oyrum.
Teir pápar, sum ynskja at
vera til staðar, hava nokk
onki ímóti at fara í bað og
lata seg í ein kittul, og so
eru teir líka reinir sum
tey, ið starvast á fødi-
deildini.
— Og smittuvandin
kann ikki vera sterri í Fer-
oyum enn í Keypmanna-
havn! Á Ríkishospital-
inum er tað ein sjálv-
fylgja, at foreldrini eru
saman alla tíðina, og ny-
fødingarnir liggja inni á
stovunum hjá mammuni,
so tey vitjandi bæði
kunnu síggja og nema við
teir. — Og hvussu við
teimum bernunum, sum
verða fedd heima? Eru tey
serliga illa fyri?
— Gott hevði verið, um
fleiri foreldur skrivaðu
teirra hugsan um hetta.
Um vit, sum eru Onøgd,
ikki gera vart við okkum,
verður onki broytt.
Av tí at eg ikki vil hava
hverki jarðamóður ella
lækna til óvin, tá eg skal
eiga, seti eg ikki navn
mitt undir.
Barnakona
Bussrutur í Tórshavn
Tað er óivað eitt hent og
neyðugt tiltak, ið býráðið
ætlar at seta í gongd við-
víkjandi bussrutum í
Havn. Mangur vil ti hava
áhuga fyri ti, og hvussu
tað verður lagt til rættis.
Væl eru nógvir taxa- og
privatbilar í Havn, men tó
vil eg halda, at eini 5000
fótgangarar umframt 6-
kunnufólk kunna av og á
hava brúk fyri at koyra
fyri at stytta um tíðina.
Um ruturnar eru væl
tilrættislagdar, vilja tær,
tá tær eru innarbeiddar,
svara seg økonomiskt við
einum billettprísi uppá 3
kr. við rætti til bussskifti
innan fyri ein tíma. Eisini
má gevast avsláttur við
mánaðarkorti fyri tey, ið
koyra ofta.
Lutvís til íbúgvaratalið
er veganetið í Havn ógvu-
liga flokt og tí ringt at
leggja eina lensama buss-
rutu. Tí tað er ringt at fáa
stedgitidirnar at passa fyri
arbeiðs- og skúlafólks
møtitidir. Annars ber jú
ikki til at brúka bussrut-
urnar. Bussrutur hava:
verið royndar fyrr við ein-
um bussi, men óivað hava
tær ikki svarað seg.
Busstidirnar hava helst
ikki svarað til brúkstíðir-
nar hjá teim flestu. Tí
ræður um frá startinum at
lúka so nógv lokal krev
sum meguligt.
Sum veganetið er vorðið
Á morgni
Bussur 1 Bussur Í
Miðb. 7,30 Miðb. 7,40
Eyst. kei Hoydalsv.
J. Broncksg. Brattabr.
Hoyviksv. Tróndarg.
Tjaldursv. Miðb. 7,48
Effersøesg.
Miðb. 7,38
i Havn, er tað nokk ringt
at lúka krevini við bert
tveimum bussum, men so
kundi kanska ein triði
verið leigaður einar 3
tímar um dagin, tá ið
trafikkurin er mestur.
Eitt annað, ið kundi
gjert koyringina meira
smidliga, er at arbeiðstið-
in hjá summum arbeiðs-
plássum kundi verið for-
skotin einar 10 minuttir.
Til demis byrja kl. 7,50
ella 8.10 í staðin fyri kl.
8.00 og tilsvarandi til mál-
tiðirnar. Hvat skuldi verið
í vegin fyri, at arbeiðið
gekk minst líka punktliga
fyri seg fyri tað. Tonk
bara hvussu tok- og buss-
planir eru uppbygdir aðra
staðir.
Nógv av arbeiðspláss-
unum liggja jú kring
vestara kaigkið, eystara-
kaigkið, uppi á Hálsi og í
Hoydølum. Ti haldi eg, at
bussruturnar eiga at verða
styttar morgun og midd-
ag, so at bådir bussarnir
oftari kunna hava sam-
band vid hvønn annan.
Hina tíðina á degnum
kann tann av býráðnum
lýsta ferðaætlan verða
grundarlagið. Ti hetta
uppskot til bussrutur:
Bussur Í Bussur 2 Bussur 2
Miðb. 7,50 Miðb. 7,40 Miðb. 7,50
Eyst. kei J. C. Svabosg. Hoydals.
J. Broncksg. Heygs. Telegrafst.
Hoyvíksv. J. Paturssonarg. Ítróttarh.
Tjaldursv. Miðb. 7,48 Studentask.
Hoydalsv. Oyggjarv.
oman Hoydal. Varðag.
Efferseesg. Tróndarg.
Miðb. 8,08 Miðb. 8,08
Leygardag og sunnudag kann sjálvandi koyrast annarleiðis, og kanska kunnu
ruturnar avgreiðast við einum bussi.
Uppskot til middagsrutur
Bussur Í Bussur Í Bussur Í Bussur 1
Miðb. 11,50 Miðb. 12,00 Miðb. 12,30 Miðb. 12.50
Eyst. kei Effersøesg. Kommunusk. Eyst. kei
J. Broncksg. Tjaldursv. Varðag. J. Broncksg.
Hoyvíksv. Hoyviksv. Svimjih. Hoyviksv.
Tjaldursv. J. Broncksg. Stoffalåg Tjaldursv
Effersøesg. Åarvegur Skansin Effersøesg
Miðb. 11,58 Miðb. 12,08 Miðb. 12,47 Miðb. 13,00
Bussur 2 Bussur 2 Bussur 2 Bussur 2
Miðb. 11,50 Miðb. 12,00 Miðb. 12,30 Miðb. 12,50
J. Paturs.g. J. C. Svabosg. Svalbardsv. J. C. Svabosg
Heygsv. Heygsv. Skulah. Heygsv
J. C. Svabosg. J. Paturssonarg. Velbastaðv J. Paturssonarg
Miðb. 11,58 Miðb. 12,08 Skipasm Miðb. 13,00
Miðb. 12,47
Eg viðleggi einki kort, sc Annars kundi mangt an skjótt kemur i las
so hetta er bert skrivað verið at sagt um málið, bata fyri nógvar borgi
fyri tey, ið kunnug eru í men lat meg enda við
Havnini.
sir; mm hr >
ynskinum um, at bussrut-
Hans Su