leygardagur 26. august 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 63 — 26. august 1978
Magnus Dam Jacobsen til áminningar
Hvussu skjótt eitt menn-
iskja við íbygdum gávum
búnast til listarmann —
hetta er ein spurningur
um gróðrarlíkindi. Tað er
ikki nóg mikið hjá einum
yrkjara ella rithevundi at
hava gávur. Tað krevst
eisini, at onkur veit av
hesum gávunum og kann
geva teimum tann stuðul,
tær hava brúk fyri og ta
eggjan, tær hava uppibor-
ið. Eisini eftir at rithev-
undurin er komin fyri seg,
er tað umráðandi, at hann
ikki skrivar út í tóman
heim, men at onkur svarar
hansara avbjóðingum, at
hann virkar í einum sam-
felag. sum er so stimbr-
andi og á einum so hegum
andaligum stigi, at hann
stødugt kann veksa og
koma víðari.
Tá i3 Magnus Dam Jac-
obsen fyri umleið fýra ár-
um síðani legði frá landi
sum føroyskur rithevund-
ur, var tað týðiligt, at her
komu gávur til sjóndar,
sum leingi, alt ov leingi,
hevdu verið krógvaðar.
Tað var greitt, at hevði
hann livað í einum landi,
har tað at skriva var ein
meira sjálvsagdur partur
av gerandisdegnum enn
her hjá okkum, har tann
andaligi sjónarringurin
var rúmari, kvalitetskrev-
ini hægri og tað listarliga
miljeið meira eggjandi enn
í Feroyum, hevði langt
síðan verið brostið fyri
nev hjá honum. Tað var
samstundis greitt, Magn-
us visti av hesum og ætl-
aði at taka tað aftur, sum
so leingi hevði verið ó-
gjørt, ti at umsteðurnar
høvdu tarnað honum. Tey
fýra árini, hann virkaði
sum rithevundur, arbeiddi
hann í einum tempo og við
einum eldhuga og einum
nærlagni, sum eru ókend
her um leiðir. Hann skriv-
aði tvær bekur, sum báðar
verða standandi í feroysk-
um bókmentum. Hann
gav út tvey yrkingasevn,
eitt eftir pápa sín, eitt
eftir seg sjálvan. Hann
skrivaði eitt ótal av ítriv-
um og hugleiðingum.
hevði í hvussu var fýra
bøkur í umbúna — tvær
av teimum vóru at kalla
lidnar og skuldu koma út
um stutta tíð. Hann var á
tremur av hugskotum og
uppskotum til blaðútgávu
og bókaútgávu. Og hann
gjerdi tað bragd, sum
eingin feroyingur hevur
gjert honum eftir, einsa-
mallur og uttan hjálp at
skapa sítt egna forlag, eitt
forlag, sum bar seg. Hó-
ast Magnus ikki var kom-
in í hæddina sum rithev-
undur — og hetta er sjálv-
andi ikki ein atfinning at
tí, hann hevur skrivað,
tað eg meini, er at hann í
framtíðini fór at skapa
nakað uppaftur betri — er
eingin ivi um, at hann, við
teimum báðum bókunum,
hann hevur skrivað, hevur
skapt sær ein varða í fer-
oyskum bókmentum og
peikað á eina nýggja sýn í
feroyskum bókmenta-
ligum virki.
Tað eru triggjar orsekir
til hetta.
Lat okkum taka hev-
uðsorsekina fyrst. Magn-
us var erligasta menn-
iskja, sum hevur skrivað á
føroyskum. Hann fortaldi
í sínum bókum og brøvum
um seg sjálvan, sínar
egnu royndir, sínar sigrar,
sínar ósigrar. Tað mesta
av tí, ið higartil hevur
verið skrivað á foroyskum,
kemur undir tað, vit kalla
sosialrealismu. Høvund-
urin greiðir frå ti, hann
sær rundan um seg, men
ansar væl eftir at avdúka
sum minst um seg sjálv-
an.
Magnus tók gekka-
skortin av sær sjálvum.
Bókmentaliga var hetta
ein nyskapan við lit. Men
tað er ikki alt. Fá fólk eru
so ovbyrjað av neurosum
sum føroyingar, og fá fólk
eru so trek at viðganga
hetta sum feroyingar
Magnus skar hol á henda
svullin. Tað var tanka-
vekjandi at lesa hansara
BROT ÚR DAGBOK.
Tað, sum fekk ein at
hugsa, var ikki bara brot-
ini sjålvi, ta3 var meira
kontrasturin millum brot-
ini og hitt, sum stóð i
blødunum. Ødrumegin
lesa vit hesi »brotini úr
dagbók<, full av gleði,
eldhuga, vreiði, álopum,
viðhvert djúpum, við-
hvert grunnum hugleið-
ingum, altíð við navni
undir. Hinumegin standa
hesi undarliga ússaligu
lesarabrevini, har fólk
liggja væl vard aftan fyri
barrikadur av dulnevnum
og senda eitraðar pílar eft-
ir navngivnum menniskj-
um. Lesarabrevini hjá
Magnusi settu eitt av
okkara tjóðareyðkennum
— tað bangna, lúnska,
ónda huldumannalyndið
— í relieff.
Onnur orsøkin er stil-
istisk. Tað eydnaðist
Magnusi at skapa eitt eyð-
kent, livandi skrivingar-
lag — beint frameftir, í
stødum staccato-kent, 6-
heft av krøvum frå pe-
dantum og puristum, ein
spegilsmynd av hansara
egna sjåldsama konversa-
tionshegni. Við tað at
hann samstundis altid
skrivaði tað, hann meinti,
og læt kenslurnar fara av-
stað við sær, fekk hansara
skriving ein kvalitet, sum
er heilt sjáldsamur: hann
gjørdi tað bragd alt fyri
eitt at fáa kontakt við les-
aran. At lesa eitt blað við
eini hugleiðing av Magn-
usi í, var nakað sum at
koma til eina veitslu, har
tú — millum øll hesi fólk-
ini, sum hver ansar væl
eftir at spæla sín keðiliga
sjónleik til lítar — knapp-
liga metir einum menn-
iskja, sum er opið, vísir
sína sorg og sína gleði. Tú
brellaðist eftir greinum
hjá Magnusi, og hugurin
til at lesa tær minkaði ikki
fyri tað, um tú ikki hevði
áhuga fyri evninum, hann
vidgjørdi. Tú las altíð
hansara greinir fyrst, líka-
sum tú altíð í donskum
blødum fyrst lesur grein-
irnar hjá Ebbe Reich
Kløvedal ella Dan Turéll.
Magnus skapti sær hó-
ast ringar umstødur eitt
navn sum rithevundur.
Tað er ti eingin ivi um, at
hann — og hetta er tann
triðja orsekin — hevur
givið teimum, sum av
ringum umsteðum eru
tarnað ella seinkað í at
realisera seg: sjálv sum
listarfólk, vón og treysti.
Magnus hevði ikki — sum
fleiri av okkum, ið fáast
við at skriva — gingið í
studentaskúla ella tikið
nakað akademiskt prógv.
Tað er eingin ivi um, at
ein dygg útbúgving bara
kann vera ein fyrimunur
hjá teimum, ið ætla sær at
skriva ella yrkja (at hon
viðhvert tarnar skapandi
evnum er ein annar spurn-
ingur, sum ikki skal við-
gerast her). Tað hevði
eydnast Magnusi, hóast
hann ikki hevði fingið ta
skúlagongd, sum hann
innast inni alla tíðina
hevur longst eftir, at
vinna sær tann kunn-
leika, sum ikki bara er ein
stuðul, men er neyðugur
hjá einum rithøvundi.
Hann las, lurtaði og eyg-
leiddi. Hann skapti sær
sín egna skúla, sítt egna
universitet. Tú hevði var-
hugan av, at tann lær-
dómur — skaldskapur,
tónleikur, bókmentir —
sum hann ognaði sær, fall
sum regn á tystan be.
Hann er eitt fyridømi hjá
ellum útbúgvingarligum
bytisbørnum. Ein kemur í
hesum viðfangi at hugsa
um svenska høvundin Ell-
en Key, sum í sínum
bjartskygdu hugleiðing-
um tað, hon kallaði
»sjålens evolution<, sam-
anbar mannahugin vid eitt
nám, sum verður djúpari,
tá tú grevur i ti. Tað er
aldrin ov seint at læra, at
leggja heimin undir seg,
at ogna sær kunnleika til
allar heimsins yrkjarar,
komponistar og heim-
spekingar.
At hugurin hjá Magn-
usi til at læra og lesa ikki
var sprottin úr leysum
lofti, men hevði samband
við, at hann kom úr einum
heimi við stórum ansi fyri
tónleiki og bókmentum,
kann ikki undirstrikast ov
týðiliga.
Eg kom at kenna
Magnus Dam Jacobsen í
1974, tá eg sum ein av
blaðstjórunum á Oyggja-
skeggja var við til at seta
nekur av hansara BROT-
UM ÚR DAGBOK upp.
Hann stakk ofta inn á
gólvið í ti føroyska hús-
inum um hesa tíðina, og
hann var altid inspirerandi
at fåa at vitja. At hann
samstundis ferdi eitt
djarvt stríð ímóti, sum tað
tyktist, íbygdum sálarlig-
um konfliktum, vistu vit,
hóast eingin grunaði ella
skilti, hvussu hart hetta
stríðið var. Tvey ár seinni,
i 1976, kom eg at hava eitt
nærri samarbeiði við
Magnus enn kanska nakar
annar skrivandi feroying-
ur. Hetta komst av, at
Magnus um heystið 1976
skeyt upp, at vit skuldu
fara undir at skipa fyri
eini anthologi eftir Rikard
Long, at savna saman og
geva út tað besta av tí,
sum Rikard Long hevur
skrivað, yrkt og umsett.
Eg skuldi gera savningar-
og úrvalsarbeiðið, og
Magnus skuldi hava
prent, uppseting, og
myndaúrval um hendur.
Uppskotið var, eftir min-
um tykki, líka so genialt
sum tað var sjálvsagt. Vit
fóru til verka og vóru
næstan lidnir, nú Magnus
so knappliga andaðist. Vit
hevdu avtalað ikki at
skriva nakað í blødunum
um hetta, men eg haldi,
tað er beint at nevna tað
nú. At ein vinskapur kom
í lag okkara millum, sum
ikki var minni, tí at hann
var kyknaður upp spaku-
liga, og hevði hildið hóast
meira enn eina ósemju,
var ikki tað ringasta úr-
slitið av hesum samar-
beiðinum. Lat meg leggja
aftrat, at Magnusar sjáld-
sama lay-out- og uppset-
ingarhegni kom allarbest
til sjóndar í arbeiðinum
við hesi bókini. Hansara
evni til at velja teknarar
og illustratorar og til,
kvikur sum eitt snarljós,
at síggja, hvussu ein bók
prýðiligast og best kundi
útbúgvast, bóru á tað
visionera. Tað er min vón,
at henda békin kann koma
ut so nær sum gjørligt i ti
ti líki, sum Magnus hevði
hugsað sær.
Í djúpum samhuga við
móður, systkjum og Kar-
en.
Hanus Andreassen