mikudagur 30. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Kirkjukonsertir
á Eiði og í Havn
Í kveld verður konsert
í Eiðis kirkju við
donskum kirkjutón-
leiki. Tað eru Carsten
Svanberg, trombone,
Birgir Marcussen, org-
ul og Knud Hovaldt,
trompet, sum å eini
konsertfer í Norður-
londum komu til Fer-
oya mánadagin. Tey
hava fingið studning
frá Norðurlendska
mentanargrunninum
til ferðina.
Seinasta konsertin í
Feroyum verður í Vest-
urkirkjuni í annað-
kveld.
Hegguslokkur
og sild,
men lítil útróður
Frostvirkið í Norðdepli
hevur keypt eini 8 tons
av hegguslokki i
summar. Hetta er
fyrstu ferð í 6 ár, at
høgguslokkur fæst í
Hvannasundi, hann
verður fiskaður við
pilki, serliga sunnan-
fyri byrgingina. Frost-
virkið letur 1,75 kr.
fyri kg. av heggu-
slokki.
Sild fæst eisini í
Hvannasundi í summ-
ar. Tað er mest norðan-
fyri byrgingina, roynt
verður eftir henni.
Leygardagin fekk ein
bátur 1100 pund úr
trimum gernum og ein
annar góð 700 pund úr
tveimum gernum. Sagt
verður, at sildin er
stærri i ár enn i fjør og
at hon ef feitari enn
sildin, sum fæst å
Skálafirðinum.
Annars er litil útróð-
ur úr Norðdepli í let-
uni. Ein línubátur,
Hjerdis Maria, avreid-
di 4700 pund mánadag-
in.
Sundaenni, sum
hevði 56.400 pund av
seinasta túrinum, fór
aftur til Íslands mána-
kveldið. Rókhamar,
sum roynir við snellu
undir Íslandi, fór eisini
nýggjan túr mána-
kveldið. Hann hevði
43.300 pund seinasta
túrin.
Figgjarnevndin
í Grønlandi
Fíggjarnevndin hjá
Tórshavnar býráð er
farin til Godtháb í
Grønlandi at vitja
på så: pe 297
på
+ (>=
kring oyggjarnar
figgjarnevndina har.
Havnarmenninir vórðu
bodnir til Grenlands í
fjør summar, tá grøn-
lendskir kommunu-
stýrislimir vóru í Fer-
oyum fyri ma. at
kanna steðuna hjá
kommununum í heima-
stýrisskipanini. Meðan
teir fimm býráðslimir-
nir og býráðsskrivarin
eru staddir í Godtháb
fara teir at luttaka í há-
tíðarhaldinum í sam-
bandi við, at grøn-
lendski hevuðsstaðurin
í ár fyllir 250.
Við í ferðalagnum
eru Petur Christiansen,
Ebbe Mortensen, Ják-
up Sune Jacobsen,
Dánjal Larsen, Ingi
Mohr og Kjartan Kris-
tiansen. Teir verða
burturstaddir í 14 dag-
ar og ti er býráðs-
fundurin, sum skuldi
vera 31. august, av-
lýstur. Næsti regluligi
býráðsfundur verður
sostatt ikki fyrrenn 14.
september.
Í tvíningum
Feroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokkur
heldur landsfund leyg-
ardagin, har stevnu-
skráin skal viðtakast.
Annars hevur ljóðað,
at flokkurin var í tvín-
ingum. Kjartan Mohr
boðsendi ikki tveimum
stjórnarlimum til fund,
sum vóru ímóti sam-
anleggingini.
Donskflotavitjan
Komandi vikuskifti
vitjar danska fregattin
Herluf Trolle Havnina.
Hon,kemur á Havnina
leygardagin eftir dog-
urða og verður liggj-
andi til sunnukveldið
kl. tíggju.
Tað verður hevi hjá
almenninginum at
vitja skipið sunnu-
dagin seinrapart mill-
um klokkan tvey og
fýra.
Herluf Trolle er 2000
tons til staddar. Størs-
ta ferðin er 30 sjómiíl.
Manningin telur 190
mans. Ovasti umborð
er J. A. Ruth, sum áð-
ur hevur verið við
Fyllu undir Feroyum.
Vitjanin verður
gjørd í samband við
eina venjing í Norð-
sjónum. Vitjanin skal
eisini setast í samband
við donsku játtanina
um øking av sjóverjuni
við Feroyar.
Ruskposarnir hj
Nr. 64 — 30. august 1978
nr
Tvøråfolki verða
koyrdir til Vágs
— ruskið hópast upp — froðbingar hava stongt vegin
út á Urðingarháls
— Vit eru um at drukna í
ruski. Við hvert hús liggja
fimm, seks ella fleiri rusk-
posar. Framvið Bellum
fjorðinum liggja ruskpos-
ar. Tað er hugstoytandi at
koma aftur til Tveroyrar
eftir at hava verið burturi
í eina tíð. Tveroyri, sum
annars er tiltikin fyri at
vera ein vælhildin býur.
Tað er ein tverákona,
sum sigur hetta i samrødu
við Sosialin og taka fleiri
undir við henni. Ti síðani
fyrst í hesum mánaðinum
hevur vegurin út til rusk-
brenningarstaðið hjá
Tveroyrar kommunu á
Urðingarhálsi verið
stongdur. Íbúgvarnir á
Hamri í Froðba hava sett
sítt egna lás á bummin,
sum liggur yvir vegin.
Fyrst stongdi
heilsunevndin
Rusk úr Tveroyrar kom-
munu hevur nú í eini 30 ár
verið koyrt útav Urðing-
arhálsi, sum er privat ogn.
Tó hevur tað bert verið
brúkt hesi seinastu tvey
árini at brenna burtur-
kastið.
Í mai mánað í ár varð
ruskkoyringin út á Urð-
ingarháls stedgad av
heilsunevndini á Tveroyri
eftir at tey, sum búgva á
Hamri, hevdu klagað um,
at roykur frá plássinum lá
— Teir mugu annaðhvert flyta brenningarstaðið ella okkum, siga íbúgvarnir á Hamri.
inn yvir húsini. Klagað
varð eisini um órudd og
ringan keft. Húsini á
Hamri liggja einar 800 —
1000 metrar frá Urðingar-
hálsi.
Nakrar dagar eftir for-
boðið fekst ein fyribils-
semja í lag millum býráðið
og frodbingar. Byrådid
vildi við hesum gera eina
roynd at skipa ruskbrenn-
ingina soleiðis, at hon ikki
nervaði fólkið á Hamri.
Býráðið lat í hesum sam-
bandi m.a. alt ekið utt-
anum Urðingarháls
rudda.
Fáa ikki
annað pláss
Signar Dam, formaður í
heilsunevndini á Tveroyri,
sigur, at semjan var gald-
andi til 1. august. Hann
sigur, at royndirnar hjá
kommununi at skipa
brenningina so, at hon
ikki var nøkrum at ampa,
eydnaðust. Men hóast
hetta avgjerdi bygdar-
nevndin i Froðba á fundi
tann 3. august at heita á
býráðið um at steðga
ruskkoyringini út á Urð-
ingarháls.
Signar Dam sigur, at
býráðið úrslitaleyst hevur
roynt at finna annað pláss
til at koyra ruskið á. Hann
sigur víðari, at fólk nú eru
farin at brenna ruskið
sjálvi og onnur tveita pos-
arnar oman í fjøruna.
Allastaðni í melini, sum
fyrr var so rein, liggja nú
ruskposar og óhumska og
slødast.
Heilsunevndin = hevur
kravt, at Urðingarhálsur
verður opnaður aftur og
hevur fingið viðhald frá
yvirheilsunevndini í hes-
um. Men froðbingar vilja
ikki víkja.
Koyra til Vágs
Ruskið, hópar seg nú upp
hjá teimum uml. 500
húskjunum í kommununi.
Nakað hevur verið koyrt
til Hvalbiar og nú í vikuni
verður koyrt til Vágs. Av=
Avtala er fingin í lag við
Vágs býráð um at koyra
alt, sum hevur savnast
saman hesa tíðina á dung-
an hjá vågbingum.
Men, hvat verður gjørt í
framtíðini, er ilt at siga. Í
løtuni er nevniliga ongin
loysn å hesum målinum
undir landi.
Hava vist
bráðm
á onnnu áss
Vit hava eisini tosað við
ein av íbúgvunum á
Hamri. Hann sigur, at
olja og jarnplåtur til døm-
is, sum verður tveitt á
Urðingarháls er til stóran
Myndin er av Urdingarhålsi, sum er beint norðanfyri Skarvatanga
skaða fyri hagan og kria-
túrini.
— Fyri ikki at tosa um
alt óruddið, sum liggur í
veitunum framvið veg-
num.
Íbúgvarnir á Hamri
hava vist býráðnum á aðr-
ar vegir at sleppa av við
rusk, eitt nú í Ranga-
botni.
— Men tað tykist, sum
ongin vilji er til at loysa
hetta mál.
Skúlaheims-
nevndin hevur
skipað seg
Tann í seinastum nógv
umtalaða skúlaheims-
nevndin fyri skúla-
heimið hjá Tekniska
skúlanum hevur nú
skipað seg.
Hetta hendi á einum
fundi mikudagin.
Til formann varð
Andrias Poulsen, for-
maður Havnar Hand-
verkarafelags, valdur.
Hinir nevndarlimirnir
eru: Poul Kjartan Bær-
entsen, skúlastjóri,
Finnur Johansen fyri
býráðið, Anton Olsen
fyri Havnar Hand-
verksmeistarafelag,
Jógvan Johannesen
lærarar, og Klaus Her-
man, almannastjóri.
Tað er hendan
nevndin, sum skal
koma við tilmæli til
stýrið fyri Tekniska
skúlan, um aðrir lær-
lingar ella næmingar
enn handverkslær-
lingar kunnu fáa loyvi
at búgva á skúlaheim-
inum við Marknagils-
vegin.
Á fundinum miku-
dagin var eisini eitt
uppskot um framtíðar-
nýtslu av heiminum til
viðgerðar. Uppskotið
snýr seg ikki bert um
tann aktuella
spurningin, men um
eina framtíðarloysn
fyri heimið.
Uppskotið varð ikki
endaliga viðgjert, men
kemur fyri aftur á ein-
um komandi fundi..
A DL