Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| å | | H | SALSOOE DNG; Nr. 64 — 30. august 1978 — sosialurin Sida5 Ítróttarandi? LEYGARKVØLDID hevði Útvarp Føroya áhugavert telefonprát við lurtarnar. Evnið, tosað varð um, var ítróttur og skiltist av teimum, ið ringdu, at í løtuni er tað ítróttar- greinin fótbóltur, ið hevur fremstan áhuga millum manna. MEN EISINI kom skilliga fram, at ítróttarandin millum føroyingar er minkandi. AV TEIMUM nógvu, ið ringdu, var tað eingin, ið tosaði um fótbólt sum ítrótt, men bert um dómarar; og serliga um dómarar, ið hesir lurtarar hildu, høvdu oyðilagt teimum dyst- ir, meistaraskap o.a. TAÐ, hesir lurtarar í veruleikanum søgdu, var, at føroyskir dómarar sum heild ikki skuldu sloppi á vøll, tí einasta teir gjørdu var at syrgja fyri, at annað liðið vórættvísta tapti dystin. UM HETTA er vanliga hugsanin millum føroysku áskoðararnar, tå er undrunarvert at nakar vil offra fritid sína fyri at dóma fótbóltsdystir og bæði á vølli og aftaná dyst verða undiroystur í gori og galli av ónggd- um áskoðarum, ið mangan ikki kenna fótbóltslógirnar. IKKI HALDA vit, at dómararnir skulu vera nakrar »heilagar kyr«, ið vit ikki skulu nerta við, men krevjast må av føroyska áskoðara- num, at hann dugur vanligan fólkasið og ti letur vera at útspilla navn- givnar dómarar gjøgnum útvarp og blød. EINGIN er keddur av at fåa sunnan og vælgjógnumtonktan kritikk, heldur ikki ein dómari. Finaluliðini funnin: SÍ í 2. deild komandi ár GÍ og SÍ í 2. deild Fyrru semifinalurnar endaðu soleiðis: GI—B71 3-— | og TB—SI 4—2. Seinnu dystirnar vunnu bæði B71 og S. B71 vann 1—0 á GI, meðan SI vann 6—2 á TB SÍ og GÍ tryggjaðu sær sunnudagin luttøku í 2. deild komandi kappingar- ár. Dystir teirra seinasta vikuskiftið móti ávikavist TB og B71, gjerdust heilt spennandi. Serstakliga Servági var spenningurin stórur. TB vann jú fyrru semifinaluna á Tveroyri við 4—2. Sostatt vóru servingar afturút við tveimum málum, tá dyst- urin byrjaði. Men teir megnaðu eisini at fáa bæði málini, ið kravdust. Dysturin var ikki meir enn 3. min. gamal, tá SÍ fær hornaspark. Bólturin kemur væl innfyri, og eydnaðist tað Rasmus at fáa bóltin í netið uttan meguleika hjá Mortani í TBmálinum. Spælið gekk javnt á og var spenning- urin stórur. Tá 20 min. vóru leiktir, fær SÍ aftur hornaspark. Eins og fyrru ferðina kemur bólturin væl innfyri. Valdemar stendur væl fyri og fluktar bóltin á stongina og inn. Hálvleikssteðan var 2—0 til SÍ. Í seinna hálv- leiki gjørdu tvøråmenn alt fyri at fåa mål, og høvdu teir eisini meginpartin av spælinum hendan hálv- leikin. Men mál fingu teir einki. Ein vinnari skuldi finn- ast, ti steðan var nú 4—4, og vóru tí tvær ferðir 15 min. leiktir. Heldur ikki hesaferð kom nakað mál. Síðani varð farið undir brotssparkskapping, sum servingar vunnu. Enda- TI liga úrslitið av dystinum gjørdist 6—2 til SI. B71— GÍ Eisini hesin dysturin var spennandi. GI vann fyrra dystin við 3—1. Men sandingar vildu íkki boyggja seg so. Teir vunnu dystinvið einum máli móti ongum. Men hetta var ikki nokk og fer GÍ tí í finaluna móti SÍ. Lesið um ítrótt í SOSIALINUM itróttahornið