mikudagur 30. august 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 30. august 1978
sosialurin
lesarabrøv
Stutt frågreiding um
sakarmålid moti Wurmbrand
Av ti at 14. September
herfyri bar tíðindi um, at
Richard Wurmbrand hev-
ur sagt seg frå sum leidara
fyri felagsskapinum Jesus
to the Communist World
og blaðnum Martyrernes
Røst, og av ti, at familjan
Wurmbrand í greinini
varð ákærd fyri sera álv-
arsamar tilburðir, halda
vit tað verða neyðugt við
hesum upplýsingum.
Lat tað verða sagt bein-
an vegin, at vit ikki kendu
til bakgrundina fyri
skuldsetingunum ella
rættarsakini, sum 14.
September skrivaði um,
enn flest onnur fólk í Fer-
Wurmbrand — stevndur fyri ærumeiðandi skuldsetingar
oyum. Og vit siga ikki 14.
September ringan fyri at
hava tikið greinina upp
eftir donskum blaði, tí,
sum teir vistu, hon fór at
vekja ans millum fólk, av
ti at Wurmbrand hevði
verið i Føroyum og savna
størstu mannfjøld undir
eitt tak, sum nakrantið
hevur verid savnad i Før-
oyum.
I greinini, sum 14. Sep-
tember hevði týtt úr
donskum, stóð m.a., at
tveir leiðarar av felags-
skapinum Underground
Evangelism, Joe Bass og
Stefan Bankov, hava
stevnt Mihai Wurmbrand,
Framvegis eingin
djóraverndarlóggáva
Djóraverndarfelagið hev-
ur sent soljóðandi bræv til
Feroya Landsstýri:
Til Feroya Landsstýri
Tinganes Tórshavn
Víst verður til brøv frá
februar og desember 1976
og august 1977, har heitt
verður á lóggávumyndug-
leikarnar um at betra lógir
og fyriskipanir, har tað er
neyðugt, og at seta í verk
djóraverndartiltek í før-
um, har ongin lógarheim-
ild er, og annars at ansa
eftir, at tey gjørdu tiltøk
verða yvirhildin.
Í brevunum er eisini
gjørt vart við, at ongin
verulig djóraverndarlóg-
gáva er galdandi her í
Feroyum.
Djóraverndarfelagið
loyvir sær at minna á
nevndu brev við áheitan
um, at sett verður í gildi
fyri Feroyar djóravernd-
arlóggáva skjótast gjer-
ligt, svarandi til lóggávu,
sum er galdandi í ellum
okkara grannalondum.
Samtiðis kunnu vit
nevna, at vit í brevum og
samreðum við umboð fyri
djóraverndarfelog i
grannalondum okkara
hava umrøtt henda spurn-
ing, og eru tey vorðin ov-
farin tá tey frættu, at
Feroyar stóðu so aftarlaga
hesum viðvíkjandi.
Vónandi fer Feroya
Landsstýri hesa ferð at
lurta eftir og ikki bert
skumpa spurningin til
viks. Vit halda hann vera
ein part av mentan okk-
ara, ið als ikki skuldi verið
torferur at greitt.
Við hávirðing
v. Djóraverndarfelagið
Noomi Júl
(formaður)
son Rich. W., fyri at hava
spreitt ærumeiðandi
skuldsetingar móti teim-
um.
Nýtt Liv fór ti alt fyri
eitt undir at kanna grund-
arlagið fyri hesi rættar-
sak, sum skuldi hava vart
í yvir eitt ár. Vóru skuld-
setingarnar sannar, kom
tað at fáa álvarsamar
fylgjur fyri Nýtt Lív í
framtíðini, og eisini hava
vit fingið nógvar fyri-
spurningar frá fólki, sum
hava áhuga fyri virksem-
inum hjá Wurmbrand. Vit
hava eisini kannað sann-
leikan í skuldsetingunum,
ti ætlanin hevur verið, at
Mihai Wurmbrand skuldi
koma til Feroya í heyst.
Stór sak
Av teimum skjølum, sum
vit hava fingið frá Mihai
Wurmbrand fyri viku sid-
ani sæst, at hann hevur
ligið í sak við Bass og
Bankov í útvið tvey ár nú.
Av vitnisfråsøgnum og
rættarskjølum sæst, at
familjan Wurmbrand og
harvið Mihai er reinsað
fyri allan mistanka fyri at
hava borið ósonn tíðindi
ella fyri at hava gjert
nakað skeivt.
Í einum fylgisbrævi frá
umboðsmanninum hjá
Wurmbrand í Danmark,
G. Holst, sum eisini var
við í Føroyum i fjørheyst,
verður sagt, at »Wurm-
brands er aldrig grebet i
usandfærdigheder eller
blot halve sandheder«.
Frågreidingin, sum til-
samans er upp å fleiri 1000
sidur, er frå 30. juni 1978.
Av ti at hon er so long, ber
tað ikki til at fáa alt so
greitt fram í eini so stutt-
ari grein.
18 ára gomul
genta upprunin
Upprunin til sakina er í
veruleikanum tann 18 ára
gamla Filka Bankov,
dóttir Stefan Bankov,
sum er ættaður úr Bul-
garia. Í februar 1976
rymdi Filka heimanífrá, tí
hon segði seg verða illa
viðfarna í heiminum. Hon
sekti sær skjól hjá eini
Mrs. Tarr, sum hon kendi,
ti hon eisini var av bulg-
arskari ætt.
Filka Bankov segði
seg verða so illa hagreidda
av faðir sínum heima, at
hon hevði havt ætlanir um
at gera sjálvmorð. Eftir
uppskoti frá Filku sjálv-
ari, setti Mrs. Tarr seg í
samband við Mihai
Wurmbrand um megulig-
an fíggjarligan stuðul og
spurdi samstundis eftir
upplýsingum um Under-
ground Evangelism, sum
Stefan Bankov og Joe
Bass vóru leiðarar av.
Tá hevði Mihai Wurm-
brand ongantið verið í
samband við hverki Mrs.
Tarr ella Filku Bankov
áður.
Nakrar dagar seinni
kemur Joe Bass og spyr,
um hann ikki skal taka
sær av Filku. Hon flutti
til heim hansara, men
hevði tó framvegis sam-
band við Mrs. Tarr alla
tíðina.
Avdúkar leiðaran
Vegna løgnar umstødur í
heiminum hjá Joe Bass
gjerdu Filka og Mrs. Tarr
av at skriva eina bók um
eitt hykleriskt lív millum
stovnaran av eini eystur-
lendskari missión og konu
hansara. (Mr. og Mrs.
Bass) Í rættinum vitnaðu
nógv, sum kendu Bass og
konuna, at tey ofta høvdu
fingið hugskot til at
skriva eina bók um sama
evni út frá heiminum hjá
Bass. Tað kom m.a. fram í
rættinum, at Joe Bass
hevði neyðtikið Filku og
havt aðrar tilburðir við
henni, tá hon var 17 ár.
Í juli varð Filka Bankov
stevnd, tó uttan at Mihai
Wurmbrand nakrantid
hevði skift orð við hana
tá. Hann hevði verið burt-
urstaddur, og tá hann
kom heimaftur í august
1976, var hann av Mrs.
Tarr biðin um at hjálpa
Filku úr geluni. Ikki fyrr
enn í oktober sama ár fær
Mihai orð á Filku fyri
fyrstu ferð. Hon greiddi
honum frá, hvussu hon
var viðfarin av Bass fam-
iljuni og segði honum eis-
ini, at hon var tann ein-
asta umframt Joe Bass
sjálvan, sum visti allan
sannleikan um hann.
Tað, sum hon nú mest
vildi hava Mihai Wurm-
brand at hjálpa sær við,
var at fáa ein sakferara,
sum ikki var keyptur av
Joe Bass. Hon segði, at
Mihai var tað einasta
menniskja, hon tá hevði
álit á, og sum ikki lat seg
keypa av Joe Bass at bera
rangan vitnisburð.
Tað sum síðani hendi
var, at Mihai Wurmbrand
il. mars 1977 varð
stevndur av Bass og
Bankov. Hendan stevn-
ingin var mest grundað á
eina samreðu, sum Mihai
hevði havt við ein Steuc-
kelberger í Týsklandi, har
avdúkandi upplýsingar
um Bass og Bankov komu
fram.
Í juni í ár var Richard
Wurmbrand eisini stevnd-
ur av Bass og Bankov tí
teir nú leggja hann undir
at hava skundað undir at
fáa Filku at róta í teimum
persónligu viðurskiftu-
num hjá teimum báðum
missiónsleiðarunum, Bass
og Bankov.
Hesar skuldsetingar
móti Rich. Wurmbrand
eru tå veikar, ti hann var i
Afrika og prædikadi, tå
sakin byrjadi i 1976.
Sakin hevur gingið sína
gongd síðan mars 1977 við
serliga nógvum vitnisfrá-
segnum. Tað er m.a. kom-
ið fram, at Bankov, sum
hevur sagt seg vera prest-
útbúnan í Bulgaria, als
ikki hevur hesa útbúgv-
ing.
Tey, sum annars vilja
hava meira at vita um
sakina, kunnu seta seg í
samband við Nytt Liv,
Tórgarðsgeta, Tórshavn.
Øll rættarsakin og vitnis-
avhoyringarnar liggja
annars frammi i rættinum
i Los Angeles, Superior
Court, Case No. 192860.
Fyri Nytt Liv
Helgi Jacobsen
Sigið heldur nei takk!!
Tað verður ofta tosað um,
hvussu landsstýrið ferðast
fyri almennan pening.
Men hvussu er við býráð-
num her i Havn? Nú.
frættist, at býráðsformað-
ur sjálvur fimti er farin til
Godthåb, til 250 ára foð-
ingardag. Ikki eiti á; var
ikki rættari, at býráðið
segði nei takk og stóð
saman við teimum feroy-
ingum, sum eru útihýstir
at fiska í Grenlandi?
Durahellan
Seksualundirvising i
fólkaskúlanum er dura-
hellan til frían abort, siga
teir, skúlanevndarlimir-
nir. Hetta er svert lygn.
Hesir skúlanevndarlimir-
nir, sum hetta siga, hava
als ikki skilt hvat teir tosa
um.
Friur abortur átti at
verið ein náttúrligur rætt-
ur hjá ellum kvinnum her
á landi. Og seksualundir-
vising, herundir eftirans-
ing og frågreiding um,
hvussu best slepst undan
aborti, eitt nåtturligt og
neyðugt fak i skúlanum.
Friur abortur er veruleiki i
næsta grannalandi okk-
ara, og nógvar eru seg-
urnar um hesi moralsku
og múgvandi, sum í loynd
senda deturnar av landi-
num til abort. Tá er ikki
talan um frían abort, men
um tvungnan abort.
Men skúlanevndarlimir-
nir hava kanska meira álit
á ti undirvising sum fer
fram å almennum toilett-
um og i myrkaskotum.
Nei, slíkt verður ikki
hugsað um, bert teir
sleppa at brúka skatta-
borgarans pening.
Javnaðarmaður
Um so er, so sigur hetta
ein heilan deil um okkara
skúla og uppaftur meira
um okkara góðu skúla-
nevndarlimir.
Pápi
Vit gera lesarar okkara varugar við,
at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp-
tikin undir hesum teiginum er, at
blaðstjórnin veit, hver hevur skrivað
brøvini.