Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. september 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 HB—KÍ 2—1 )1—1): Målmøguleikarnir vóru n sosialurin men málini vóru fá Dysturin millum 1. deildarliðini hjá HB og KI, gjørdist sera spennandi við eini mongd av målmøgu- leikum til bæði liðini, men hverki av teimum megnaðu at útnytta teir risameguleikar tey her fingu. Tað má næstan vera føroyamet í brendum málmeguleikum Líkindini at spæla fótbólt leygardagin vóru av teim- um bestu. Meguliga av hesum, men meguliga við gomlum stórdystum í huganum, høvdu heilt væl av áskoðarum leitað sær niðan á ovara vell í Gundadali, til 1. deildar- dystin millum HB og KI. Dysturin gjørdist tó væl meira spennandi enn nak- ar hevði hugsað sær. KI hevur jú havt stórar trupulleikar at vinna dystir sínar í år, og øll lið vita jú, at tað er sera tor- ført at vinna á HB á Gundadalsvelli, so vónir- nar um, at dysturin skuldi gerast spennandi, vóru smáar Sjálvsálit Dystarbyrjanin gav held- ur ikki nakrar vónir um, at hesin dystur skuldi ger- ast serliga góður. KI gav bóltin upp, men næstu 10 min. var tað HB, sum hevði at kalla alt spælið, men tá 14 min. vóru farnir, hendi tað, ið kom at geva KlÍ-leikar- unum tað sjálvsálit, ið skuldi til, fyri at gera dystin undirhaldandi. Klumpmål Í 14. min. fekk KÍ horna- spark í hegru síðu. Tað varð skotið væl inn fyri málið, Mikkjal í HB-mál- inum rann út fyri at sláa bóltin burtur úr málteig- inum, men fór skeivur og rakti ikki og ístaðin fekk Andrass Biskopste hevdið á bóltin og endaði hesin í netinum. Staðan 1—0 til KÍ. Vandamikíir Hetta mål gav Kl-leikar- unum blóð á tonnina. Bert 2. min. seinni hevdu teir tveir risameguleikar á rað Tann fyrri var eitt lang- skot, ið Mikkjal bert fekk bjarga við at tveita seg heilt út móti málstongini og sláa bóltin út til horna. Hetta horna varð skotið tvørturyvir målteiginum til KÍ framherja, ið skeyt, men rakti skot hansara á yvirliggjaran. Meiri javnt Tað var eins og hesir mál- møguleikar til KÍ fekk HB at rakna við aftur, og fingu teir nú meira lut í spælinum. Spælið gekk nú meira javnt við skiftandi mál- meguleikum, og tá dyst- urin var 37 min. gamal eydnaðist tað HB at javna. Kom ímillum Hetta mál kom, tá Kl- verji skuldi avlevera bólt- in aftur til Jógvan Lin- klett í málinum, men hetta sá Suni Jacobsen á hegra vongi og var hann skjótur ímillum, fekk bóltin og setti hann úr spískum vinkli í netið til javnleik 1—1. Javnleikur 1—1 gjørd- ist eisini hålvleiksstødan. Løgdu seg å odda Ikki vóru farnir meira enn 5 min. av seinna hálvleiki, tá tað eydnaðist HB at koma á odda. Hetta hendi tá Sverre Jacobsen varð ”ldur á bakstrikuni inni í brots- teiginum, og demdi dóm- arin Hákun Egholm, ið leiddi dystin væl, brots- spark. Ola Jákup varð settur at skjóta, og setti hann trygt bóltin í netið til 2—1. Málmeguleilr Eftir hetta mál gekk spæl- ið javnt við nógvum mál- meguleikum til bæði lið- ini, men var tað tó HB, ið var væl vandamiklari, men ikki fyrrenn hálvleik- urin var 35 min. gamal, kom rættulig ferð á spælið og var tað nú HB, ið var at kalla í stoðugum ålopi. Brendu sum ongantíð fyrr Seinastu 10 min. av dyst- inum hevði HB so nógvar málmeguleikar, sum teir neyvan hava havt í nekr- um dysti fyrr. Nr. 66 — 6. september 1978 T.d. kann nevnast, at í 35 min. spældi Helgi Ol- sen bóltin til Ernst Dals- garð, ið var púra friur, men á sjálvari málstrikuni eydnaðist tað Tony Paris, ið var innkomin í fyrra hálvleiki fyri Niels, ið varð illa skaddur, so hann noyddist á skaðastovuna, at bjarga skoti Ernsts, bólturin stakk út til HB- framherja, men bjargaði Jógvan Linklett hesaferð meistarliga harða skotið. Álop aftan á álop Álopini skolaðu nú fram móti KI-målinum, men ongantið eydnaðist at fáa bóltin í netið. Um HB- framherjarnir raktu bólt- in, (tað hendi fleiri ferðir, at framherji var púra frí- ur, men rakti als ikki bólt- in), var bjargað á mål- strikuni, um ikki av Jógv- ani so av verjuleikara. Um at fáa mál Hesir spennandi min. end- aðu tó við, at KÍ var nærri við at javna enn HB var at ekja um leiðsluna. Í teim seinastu sekund- unum eydnaðist tað KÍ at byggja eitt álop upp og var tað nærum endað við -— itrottur måli, men Mikkjal fekk tveitt seg yvir bóltin, ið nærum dansaði á mál- strikuni, og fjalt hann, og meðan Mikkjal fjaldi bólt- in, var dysturin avbriksl- aður. Uppiborin sigur Dysturin var kanska ikki so væl leiktur, sum ein fegin vildi, hann skuldi verið, men sera spennandi og undirhaldandi vóru all- ir 90 min. At sigurin til HB var uppiborin er einki at ivast i. Teir hevdu nógv fleiri vandamikil = álop, og skuldu, um vit hugsa um hesi, vunnið við 4 ella 5 málum. jk. Stødan Aftaná dystirnar um vikuskiftið, HB—KÍ 2—1, B36—MB 2—2 og IF—VB 3—0 er stødan í 1. deild henda. HB 10 21-11 åi6 TB 9 21—-7 15 VB 9 114—14 10 ÍF 10 11-—13 9 KÍ 11 12-16 8 MN 10 15-19 7 B36 il! 11-22 5