mikudagur 6. september 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66 — 6. september 1978
sosialurin
Síða 5
itrottur
Kappingin i 2. deild er lokin:
So kláraði NSÍ tað
Aftaná spennandi javna kapping í summar dró NSÍ
ta- longsta stráðið og flutti upp í 1. deild. Spenningurin
um, hver flutti upp, var til tað seinasta stórur
== =
KE
Vinnandi NSÍ-liðið: Standandi: Bogi, Líggjas, Sigmund, Dánjal, Pauli, Regi
ER
Edvard. Húkandi: Leon, Tummas, Sunnleiv, Ingolf, Petur, Heri og John
Vit náddu tað mál
vit høvdu sett okkum
Soleidis helt venjarin hjá nýuppflutta lið-
num NSI fyri i samrødu við útvarpið
Sosialurin hevur eisini
tosað við Napoleon Just-
iniussen, liðskiparan hjá
NSÍ. Nú vit eru komnir í
1. deild er bert at vóna, at
tað kemur at ganga betur
enn seinast. Vit hava
nokk av fólki og rokna vit
við at fáa einar triggjar
leikarar aftur, sum leiktu
fyrru ferðina vit vóru í 1.
deild, sigur Pole. Og hann
leggur afturat, at flestu
leikararnir eru ungir. Teir
liggja um 19—20 ár. Har-
afturat heldur hann, at
teir eru sterkir, og eiga at
hava meguleika at gerast
enn betur til komandi ár.
Enn er einki avgjert
um, hver skal vera venjari
komandi ár, men vit vera í
hvussu so er noyddir at
hava ein venjara, um
meguleiki skal vera fyri at
gera seg galdandi í 1. deild
sigur Poli. Hann heldur
eisini, at fótbólturin er
batnaður gjøgnum-
gangandi síðan skipað var
fyri 1, 2. og 3. deild.
Til seinast heldur Pole,
at úrslitini hjá teimum
hava verið góð, og eru vit
sera spentir til komandi
leikár. Venjarin John
Eysturoy hevur gjert eitt
gott arbeiði, og eru vit
negdir við venjing hans-
ara.
John Eysturoy segði í
samreðu vit útvarpið, at
hann eisini var vælnegdur
við úrslitið. Vit rukku tað
mál, vit høvdu sett okk-
um, og betur kann tað ikki
vera. Hann segði eisini, at
uppmetingin hevði verið
góð og at hann hevði dámt
væl at vera venjari hjá
NSÍ.
Sosialurin ynskir John
og NSÍ til lukku við sigr-
inum, og býður teimum
vælkomnum í 1. deild.
Seinastu dystirnir í 2.
deild vórðu leiktir seinasta
leygardag. Vinnarin av 2.
deild var ikki funnin fyrr
enn hendan dag, so spenn-
ingurin var, sum vera
man, stórur. Tann mest
týdningarmikli dysturin
var tann millum NSÍ og
Fram inni í Runavík.
NSÍ skuldi jú vinna
hendan dystin, um teir
skuldu vinna deildina, og
tað gjerdu teir eisini so
ruddiliga. Dysturin end-
aði við 3—0 sigri til NSÍ.
Teir vóru gjegnum allan
dystin vandamiklari enn
Fram, og vunnu eisini
dystin uppiborið. Maålini
hjá NSÍ gjørdu Pole Just-
iniussen 2 og Ingolf 1 mál
Í Klaksvík leiktu KI og
B68 og hesin dysturin
endaði við 6—1 til B68
Men hetta var ikki nóg-
mikið at vinna 2. deild
Teimum vantaði eitt stig í
eisini.
Í Havn vóru tað HB og
EB, ið mettust. Dysturin
endaði við 4—1 til EB.
Annars vóru tey trý lið-
ini, NSÍ, B68 og Royn
sera jevn móti endanum.
Bert eitt stig frá NSÍ til
Royn og B68
Stødan
Endaliga stødan í 2. deild
gjerdist hendan:
NSI 12 23—14 18
Royn 12 35—12 17
B68 12 22— 7 17
EB 12 15—14 10
Fram '? rr? «
kl 12 14—29 8
HB 12 8—31 5
sastalurin
Hvalbingur:
Høvdu neyvan klárað
okkum i 1. deild
— gongst striltið at manna liðið
— Tað er nærum ógjerligt
at siga, hverjar leikarar,
vit hevdu havt til taks,
um vit komu upp í 1. deild
komandi ár.
Hetta sigur Trygvi
Midjord í einari stuttari
samreðu við Sosialin, eftir
at kappingin í 2. deild er
av. Trygvi sjálvur er ein
av elstu fótbóltsleikarun-
um í Feroyum, og tað
sama er við fleiri av spæl-
arunum hjá Royn
— Vit her í Hvalba ha-
va somu trupulleikarnar
sum onnur minni feleg í
Feroyum. Tá ein leikari er
liðugur við skúlan, fer
hann antin til skips ella
onkra aðrastaðni at læra
víðari. Sostatt veit ein
ikki, hvat fólk verður her
næsta ár, sigur Trygvi.
Hann heldur ikki, at
teir hevdu klárað seg í 1.
deild, sum stødan er nú.
Einki unglingalið, og
dringjaliðið hevur verið
noytt at givið dystir or-
sakað av manningatroti.
Vit spurdu hann eisini,
hvussu honum hevði dámt
venjaran, og til hetta sig-
ur hann, at Herður hevur
gjørt eitt stórt arbeiði, og
hava teir verið staka}
negdir við venjingina. Um
teir skulu hava venjara
næsta ár er ikki avgjert
enn, men verður roknað
við hesum. Annars hevur
Herður fingið fleiri fyri-
spurningar frá eðrum fel-
egum um venjing kom-
andi ár
At enda sigur Trygvi,
at hann er væl nøgdur við
úrslitið í ár
— Vit hava jú vunnið
steypakappingina og
blivu nummar tvey í
landskappingini Nógv
betur kann tað ikki blíva
Royn flutti úr 3. í 2. deild í
fjør