mikudagur 6. september 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Leivur Hansen
Politiskur
blaðstjóri
á Fjúrtanda
Nú í summarfrítíðini
eru nakrar broytingar
hendar í blaðstjórnini á
14. September. Leivur
Hansen, sum hevur
verið fyribilsblaðstjóri
síðani Olavur Michel-
sen andadist 1. mai, er
nú settur sum ábyrgd-
arblaðstjóri. Men hann
er ikki einsamallur, tí
Fjúrtandi hevur eisini
fingið ein politiskan
blaðstjóra. Tað er Heð-
in M. Klein, legtings-
maður. sum skal halda
skil á politikkinum i
málgagni tjóðveldis-
floksins.
Heingibrúgv um
Vestmannasund
Vágatingmenninir
Haldor Hansen og Vil-
helm Nielsen hava lagt
uppskot fyri legtingið
um at gera eina heingi-
brúgv yvir um Vest-
mannasund. Í sam-
band við arbeiðið skal
eisini berghol gerast til
Vatnsoyrar. Brúgvin
og bergholið verða
1350 metrar hvert.
Vegurin um 5 km
Uppskotsstillarnir
siga. at farleiðin stytt-
ist við 7 km
Fekk heggu-
slokk á Nóls-
oyarbankanum
Juvel, KG 209, sum
roynir eftir makreli við
gernum undir Feroy-
im, fekk mánadagin Ó-
væntað fimm kassar,
ml. 400 pund. av
høgguslokki. Juvel var
tå å sunnara kantinum
av Nólsoyarbanka og
fiskifreðingum kunn-
ugt, er hetta fyrstu
ferð. hegguslokkur
fæst á hesi leið.
Juvel er leigaður av
landsstýrinum í tveir
mánaðir til makrel-
royndirnar. Men lítið
er at fáa, allan august-
mánað fekk hann 270
kassar, ella uml. 1l
tons. Makrelurin verð-
ur frystur til agn.
Heðin M. Klein
Fáa minni av
høgguslokki
Ur Árnafirði frættist,
at lítið verður roynt
eftir høgguslokki nú.
Onkur roynir kortini
enn, men lítið fæst
burturúr, í mesta lagi
50 hegguslokkar uppá
kveldið. Annars var
veiðan góð fyrr í
summar, tá vóru demi
um bátar, sum lógu
millum 600 og 800
pund. Hegguslokkurin
verður fiskaður við
pilki.
Tað hevur verið ó-
javnt við sild í Árna-
firði. Viðhvert fáa teir
lítið og onki, men til
aðrar tíðir eru teir
komnir uppí 400 pund
uppá bátin. Sildin
verður brúkt til agn.
Tveir maskinbátar av-
reiða fast til flakavirkið
Norðurfisk í Árnafirði.
Teir hava ligið úr 1100
uppi 2000 pund um
dagin. Triggir mans
eru við hverjum báti,
ein egnir í landi og
tveir rógva út.
Minni
av havhesti
Onkur bátur úr Kvivik
hevur verið eftir hav-
hestaungum, men lítið
hevur verið at fáa,
minni enn vanligt. Tað
er tó ikki harvið sagt,
at minni er til at fugli í
ár. Tað plagar at skula
ruskveður til at fáa
hann niður úr berg-
inum. Ein annar megu-
leiki er, at hann hevur
vorpið seint í ár.
Kvivikingar taka
havhest i Vestmanna-
sundi og ut i móti
Koltri.
Lærarar settir
Skúlastjórnin boðar frå,
at Jógvan Asbjern Skaale
og Sólbjern Mortensen
eru settir sum lærarar við
kommunuskúlan í Havn
1. august 1978.
sosialurin
Nr. 66 — 6. september 1978
I hesum månadinum skip-
ar Deyvafelag Føroya fyri
eini merkjasølu kring alt
landið. Merkjasølan sum
fer fram við dyrnar, er ein
liður í at fremja mentan-
ina millum tey deyvu. Ti
vónar deyvafelagið, at
fólk tekur væl undir við
tiltakinum.
Merkini, sum eru blá á
liti, kunnu setast á bræv-
bjálvar o.t.l. Tey eru á
stødd við eitt frímerki og
kostar eitt ark 10 kr. Hjá-
setta myndin sýnir merki.
Tveir grunnar
Í einum skrivi sigur
deyvafelagið, at peningur-
in, sum kemur inn, fer í
tveir grunnar. 75 pst. fara
í ein mentanargrunn og 25
pst. fara í ein spæligrunn.
Endamálið við mentan-
argrunninum er at stuðla
ymiskum mentanartiltek-
um fíggjarliga. Í hesum
sambandi nevnir deyva-
felagið meguleikan fyri at
fáa »Døves teater< hendan
vegin. Ein annar megu-
leiki er, at limir í føroyska
felagnum fara á mentan-
ar-skeið ella -stevnir aðra-
staðni.
Spæligrunnurin hevur
til endamáls at savna pen-
ing til spel o.a. í tí kom-
I Merkjasøla til frama
fyri »deyva-mentan«
andi deyvahúsinum.
Landsstevnan hjá Javna
verður um vikuskiftið
Sum vant fyrireikar Javni
landsstevnu í Havn i sep-
tember mánað. Fundirnir
verða allir í Hellini á
Landssjukrahusinum, og
eru teir fyri limir felags-
ins, og annars eru øll fólk
hjartaliga vælkomin til
fundirnar, tey sum áhuga
hava fyri ti arbeiði, felagið
Javni ger.
»Vi tør ikke dø«
Stevnan verður sett frigg-
jakvøldid 8. september kl.
19, og Jacob Lindenskov,
landsstýrismaður, setur
stevnuna. Beint aftaná,
um leið kl. 19.30, heldur
Tormóður Djurhuus, ad-
vokatur, fyrilesturin:
Hvussu verður steðan hjá
ofullførum børnum, tá for-
eldur falla frå? Hendan
spurning seta føroysk for-
eldur fram i dag, og hetta
munnu fleiri foreldur und-
an okkum hava spurt.
Serliga nógv verður eisini
sami spurningur júst nú
viðgjerdur i okkara
grannalondum. Í Dan-
mark er Albert Christen-
sen, landsrættarsakførari,
formaður í landsfelagnum
Evnesvages Vel, og hevur
hann sjálvur ferðast runt í
lokalfeløgunum og við-
gjørt spurningin saman
við foreldrum og avvarð-
andi. Seinasta ár sendu
110 foreldraper úr Oslo,
øll yvir 60 ára aldur og
limir í Norsk Forbund for
Psykisk Utviklings-
hemmede, skriv til mynd-
ugleikarnar vid yvirskrift-
ini: »Vi tør ikke dø«. Sami
spurningur, hvat verður
av okkara ófullforu børn-
um? Spurningurin er eins
viðkvæmur hjá okkum
sum hjá eðrum, og tí
hevur Javni nú heitt á ein
legfreðing um at koma og
greiða okkum eitt sindur
frá spurninginum.
Spurnartími
Leygardagin 9. sept. kl.
9.30 verður byrjað við
ljósmyndareðini um
svenska dreingin Magnus.
Tað er svenska foreldra-
felagið F.U.B., sum hevur
latið gjert myndareðina
og ljóðband við. Kl. 10—
11 verður spurnartimi.
Hetta hava vit ikki roynt
fyrr á fundi í felagnum, og
tað ræður jú um at gera
okkara fundir so fjøl-
broyttar sum gjerligt.
Ætlanin við spurnartim-
anum er, at fundarfólkið
skal koma við spurning-
unum, og vit kunnu
spyrja um, hvat vit vilja
innan almannaøkid. Klaus
Hermann, almannastjóri,
hevur lovað at svara
spurningum. Kl. 11—
11.30 kemur onnur ljós-
myndareðin frá F.U.B.,
og hon er um Jónas.
Síðan verður steðgur til
kl. 14, tá Diana í Punta-
byrgi fer at siga frá Norð-
urlanda foreldrasamgong-
uni. Tað eru foreldrafelog-
ini í øllum Norðurlondum,
sum hava stovnað for-
eldrasamarbeiðið og eru
komin ásamt um, at hvert
landið í eitt tveyáraskeið
hevur formannin og sekre-
tariatið, og tekur Javni
eisini sína ábyrgd her.
Diana fer at greiða nærri
frá hesum.
Aðalfundurin verður kl.
15, har formaðurin greiðir
frá felagsarbeiðinum -í
farna ári, grannskoðaður
roknskapur verður lagdur
fram til góðkenningar 0.a.
Eisini skal nýggj nevnd
veljast fyri komandi ar-
beiðsár, so tað ræður um,
at limirnir meta fjølment-
ir.
Um kveldið kl. 18 er
ætlanin, at vit skulu eta
nátturða saman. Og vit
hugna okkum eina letu
aftaná.
Aðalfundurin er fyri
limir. Allir hinir fundirnir
eru almennir, og eru øll
áhugað vælkomin.
Fiska svartkjaft
til matna
Leivur Qssursson
roynir nú eftir svart-
kjafti millum Ísland og
Føroyar, leigaður av
landsstyrinum. Hann
kemur inn einaferð um
vikuna at landa. Tað
feskasta verður landað
til Bakkafrost á Glyvr-
um, har royndirnar at
framleiða mannafødi úr
svartkjafti halda fram.
Tað, sum ikki kann
brúkast til royndirnar,
verður avreitt til Havs-
brún.
Leivur Øssursson
roynir vid einum
norskum troli, sum ny-
liga er framkomið.
Stórar = meskar eru
skoyttar uppi framm-
anfyri á trolinum, sum
roynist væl.
Stjólu
triggjar bilar
Friggjanáttina vórðu
tríggir mans tiknir av
politinum í Havn fyri
at hava stolið triggjar
bilar. Tað er óvist,
hvar tann fyrsti bilurin
er tikin, men hann
koyrdu teir útav á
Dalavegnum. Tá teir
vóru komnir oman í
Tróndargetu, tennt
tímdu teir ikki at
ganga longur, so teir
fingu sær ein annan bil
har. Hendan fingu teir
kortini ikki at starta,
men settu so í frigear
og rullaðu oman í
Vágsbotn. Haðani ætl-
aðu teir so víðari í
einum triðja bili, men
tað vardi ikki leingi,
áðrenn teir sótu í ti
fjórða — politibilinum.
sena
OE