Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 Leygardagin 9. september 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Hildu føroyingar vera terroristar Triggir føroyingar, sum herfyri sótu á eini matstovu í Esbjerg við einum kaffimunni, blivu ikki sert bilsnir, tá fýra alvåpnadir løg- reglumenn kringsettu borð teirra. Men tað vísti seg skjótt, at talan var um eina mis- skiljing. Logreglan tók seg aftur. Onkur hevði sagt henni, at teir tríggir føroyingarnir vóru eftirlýstir týskir terroristar, sum vóru á handilsferð í Esbjerg, skrivar Jyllands- Posten. Fullur vørubilur xolaðist Mikumorgunin kolað- ist ein lastbilur upp á veg frá Oyragjógv til Sandavágs. Bilurin, sum Landshandilin átti, var fullfermdur av veru og fór hon øll fyri skeyti. Orsøkin til eldin var eitt streymslit í ferara- húsinum. Ferarin, sum slapp óskalaður, leyp út. Sumbingar á Týsklandsferð Í samband við- at Sunnbiar Dansifelag fekk Europa-virdisløn- ina fyri fólkalist er fel- agið nú boðið til Týsk- lands, har dansararnir skulu vera gestir hjá stovninum F.V.S., sum heiðraði Sunnbiar - Dansifelag. Ferðin er sostatt ikki ein dansiferð burturav. Dansararnir úr Sumba fara við Ms. England hin 13. september og fara víðari til Týsk- lands við bussi. Í Týsklandi verður steðgað í eina viku. Á heimferðini skulu sumbingarnir dansa í Keypmannahavn. Við á ferðini verður Mortan Nolsee, fólka- livsfrødingur. Ferda- leiðari verður Poul Poulsen. Berar illgitingar — vit dálka ikki sigur Torkil Lindberg fyri taravirkið Hetta er aftursvar til tey mótmæli, sum íbúgvar á Skålafjørdinum hava sent tinginum. Íbúgvarnir mótmæla, at taravirkið verður bygt á Skålafjørd- inum, tí tað fer at oyða alt lív á fjørdinum. Ætlanin at byggja taravirki i Føroyum hevur elvt til nógv tjak um dålking av umhvørvinum. Sosial- urin hevur á opnu blaðsins í dag roynt at lýsa »taramålid« frá fleiri síðum. Vit meta, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa í gongd eitt tjak um DÅLKING yvirhøvur. Hetta er eitt alt ov álvarsamt mál til, at tað kann liggja á láni til seinni umrødu. Lesið á opnuni, síðu 8 og 9 Hava mist álitið á Læruráðnum — venda sær nú til løgtingið Føroya Handverkslærl- ingafelag hevur sent løg- tinginum skriv, har heitt verður á tað um at finna eina skjóta fyribilsloysn á lenarspurninginum hjá handverkslærlingum. Heitt verður eisini á løg- tingið um at seta eina nevnd, sum til næstu tingsetu kann gera eitt álit um lærlingaútbúgv- ingina í Føroyum. — Tá ið FHLF vendir sær til løgtingid, so er tað beinleiðis eitt úrslit av ti orkuloysi, sum Víðkaða læruráðið hevur vist, stendur í skrivinum frá felagnum. Víðkaða læruráðið hev- ur havt lenarspurningin hjá handverkslærlingum til viðgerðar á trimum fundum, men kom ikki til nakað úrslit. FHLF hevði sent Víðk- aða læruráðnum eitt upp- skot um lenarhækking. — Men hetta uppskotið varð bert skúgvað til viks og mótmæla vit harðliga teirri viðgerð, Viðkaða læruráðið gav ti, varð upplýst á einum tidinda- fundi, sum nevndin í FHLF hevði Formaðurin ein álvarslig hóttan Umboð fyri FHLF hevði fund við landsstýrið um málið mikudagin. Har gjørdu lærlingarnir vart við, at teir meta arbeiðs- háttin og framferðina hjá læruráðsformanninum, Framhald á síðu 12 Flakavirki á Strondum Flakavirkið hjá P/f Bátafisk á Strondum kann byggjast fyri góðar 8 mill. kr. Hetta varð greitt mikudagin, tá tilboðini vórðu opn- að. Virkið verður 1900 m' til støddar og kem- ur i fyrsta umfari at kunna arbeiða 4.000 tons av råfiski um árið. Lesið á síðu 3 William Heinesen evni til Nobel-v 5 (| Øe ” William Heinesen verður meguliga eitt evni til no- bel-virðislenina i bók- mentum. Tað eru nekur donsk mentafólk, sum sambært Ekstra Bladet hava við- mælt William Heinesen sum evni til virðislenina. Hesi mentafólk halda, at tað er uppá høgu tíð, at tann feroyski rithevundin fær hesa stóru virdisløn. Ein av undirskrivarun- um er kendi rithevundin og limur í Det Danske Akademi, Else Gress. Annars er tað Akademiið, sum velur tað danska irdislønina evnið til virdislønina Talan er ti um ein tvi- drått i akademinum. Aka- demiið hevur nevniliga skotið upp at velja heim- spekingin Villy Serensen sum evni. Millum mentafólkini sum halda uppá William Heinesen, tí hann hevur sterri alheims format, er Henrik Stangerup, Benny Andersen og Per Stig Møller. Ætlar at skriva »Kunstvejviser« um Føroyar — Eg havi satt at siga ætlanir um eina slíka bók um Føroyar. Fái eg umstødur til at seta hesar ætlanir mínar í verk, vildi eg gjørt tað meira enn fegin. Hetta sigur danski listagranskarin, R. Broby-Johansen í sambandi við, at hann hevur givið út ein »Kunstvejviser« um Vendsyssel og Hanherrederne. Tummas í Dali hevur ummælt bókina. Lesið á síðu 6