leygardagur 9. september 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
egsialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Bladstjori: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf, 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Skúli
og fiskivinna
FYRI EINUM tveimum vikum síðani
var eitt norðurlendskt skeið sum so
mong onnur í Føroyum. Hesa ferð
var tó talan um eitt evni, sum má
sigast at vidvikja okkum í størri
mun enn so mong onnur. Talað varð
um fiskivinnuundirvísing og sam-
skipan av hesi undirvísing millum
tey norrønu londini.
SJÁLVT UM fiskivinnan hevur alt at
siga hjá okkum, so verður at kalla
einki lært um fiskivinnuna og okk-
ara tilverugrundarlag í fólkaskúla-
num. Sjålvt um tað er møguligt at
frálæra um fiskivinnu, so eru tað
bert heilt einstakir lærarar, sum
gera hetta. Úrslitið er so, at næm-
ingarnir fara úr skúlanum heilt
fremmandir fyri okkara høvuds-
vinnu, og tað er ikki so undarligt um
teir sostatt velja sær størv, sum
einki hava við fiskivinnu at gera.
Størv har vit ikki hava brúk fyri
teimum, meðan vit ikki fáa nóg
nógv fólk til at útbúgva seg innan
fiskivinnuna, har stórur tørvur er,
og tað serliga á landi í fiskiidnað-
inum og aðrastaðni.
TAÐ KOM heilt skilliga fram undir
hesum skeiði, at í einum samfelagi
sum okkara, eigur fiskivinna at vera
lærigrein frá fyrstu skúlaárunum,
og tað eigur at vera sjálvsagt, at
næmirgarnir fáa eina holla vitan um
t.d. týdningin av fiskivinnuni, hvar
fiskað verður, um reiðskap, um
fiskifrødi, hvussu fiskaprisir verða
útroknaðir o.s.fr. Og endamålid
eigur at verða at fáa næmingarnar
at meta fiskjvinnuna sum eina eins
nátúrliga vinnu og allar aðrar.
EISINI KOM fram á skeiðnum at
fiskivinna ikki er lærigrein á lærara-
skúlanum. Hetta halda vit vera løg-
ið. Tað má roknast fyri at vera av
avgerandi týdningi, at skil verður
fingið á her, tí vit kunnu neyvan
rokna við hollari fiskivinnuundirvis-
ing í fólkaskúlanum, so leingi teir
nýggju lærararnir ikki hava fingið
slíkan lærdóm eisini.
VIT KUNNU samantikid siga at
hetta var eitt hent skeið, og vónandi
fer tað arbeiði, sum verður gjørt í
framtíðini á hesum øki at vera bæði
okkum og hinum norðanlondunum
til nyttu. Vit kunnu í hvussu er siga
fyri okkara viðkomandi, at her er
stórur tørvur.
sosialurin
Pauli Ellefsen er nú byrj-
aður uppá sínar politisku
framhaldssegur í Dimmu
upp undir løgtingsvalid og
niðurstaðan í hvørjari ein-
astu grein er henda:
sambandsmenn hava pat-
entloysnir uppá nærum
alt millum himmal og
jørå, meðan landsstýris-
flokkarnir seinastu 4 árini
eru annadhvørt vilstir av
leið, hava broytt kós,
hava svikið egnu veljarar
sínar o.s.fr. Nógv verður
sagt upp undir eitt val,
serliga av andstøduni, og
soleiðis eigur tað vist eis-
ini at vera, men hesir
Brockmanslestrarnir sum
Pauli vartar upp við í
hverjari Dimmu, skal ein
leita leingi eftir fyri at
finna tess maka til inn-
antómt orðaskvaldur og
naivitet. Ein kemur at
minnast Shakespeare'sa
kendu orð úr Hamlet:
Words, words, words
(orð, orð, orð).
Seinastu 20 árini hava
øll landsstýri i Feroyum
havt javnaðarleiðslu,
burtursæð frá teimum 4
árunum undir tí sokallaða
sjálvstýrislandsstýrinum,
og latum okkum fyri alt í
verðini gloyma tey árini
bæði væl og virðiliga. Ikki
ti at javnaðarmenn ikki
Orð, orð, orð!
vóru við í tí landsstýri-
num, men tí tað legið
nokk »eydnadist« tí lands-
stýrissamgonguni at
seinka framburðinum,
sum var settur í gongd av
samgonguni, sum verið
hevði frammanundan!
Men heldur sláa fast, at
framburðurin hesi 20 ár-
ini, hóast mistek sjálv-
stýrislandsstýrisins, hev-
ur verið heilt ómetaligur,
líkamikið hvat samfelags-
oki talan hevur verið um.
Javnaðarflokkurin hev-
ur ongantið læst seg fast-
an í føroyskum politikki,
og hevur tessvegna kunn-
að samarbeitt við allar
flokkar á legtingi, sjálv-
sagt undir teimum treyt-
um, sum flokkurin helt
seg kunna ganga undir,
uttan at víkja ov langt frá
stevnuskránni. Javnaðar-
flokkurin hevur verið
noyddur at gjørt semjur
(kompromi'ir) við aðrar
flokkar á tingi ferð eftir
ferð av tí einfaldu orsøk,
at vit ikki hava megnað at
fingið meiriluta á tingi,
men vit altíð havt tað í
huganum, at veljarar
floksins kring landið ikki
velja javnaðarmenn inn á
ting bert fyri at sita og
einki gera. Tað lata vit
lesarabrøv
Nr. 67 — 9. september 1978
aðrar um, t.d. teir sum
dáma at sita í eini turr-
geldari andsteðu og rópa
út í tóman heim ella skriva
hålvvånalig lesarabrøv, so
sum hesin Pauli og fylg-
isneytar hava gjørt hesi
seinastu 4 årini, sum um
einki var meiri umrådandi
her i livinum? Nei, ein at-
kvøda til javnadarflokkin
er ein atkvøda til ein virk-
andi flokk, sum vil vera
vid til at skapa eitt betri
samfelag. Fyrst og fremst
grundað á okkara stevnu-
skrá. Og at tað hevur
eydnast okkara monnum
bæði á tingi og í lands-
stýri at draga hinar lands-
stýrisflokkarnar við á
somu leið, til frama fyri
tað arbeiðandi fólkið í
Feroyum, er bert at fegn-
ast yvir sum javnaðar-
maður. Onkur annar
kanska ger tað evugta,
men tað verður so teirra
høvudpina! At vit so ikki
eru komnir á mál, er so
nakað heilt annað, men
hverja ferð vit eru náddir
eitt fet framá, so fegnast
vit um úrslitið. Annað-
hvert talan er um longu
vunnin javnáðarmál, so
sum fólkapensjón, 60
milliónagrunn, bøtt sam-
ferðsluviðurskifti 0.s.fr.
ella um vit lita framå, so
Um reklamu
»Reklame er en organi-
seret psykologisk masse-
påvirkning af mennesker
for at få dem, af fri vilje,
at handle i en ønsket
retning.« (Max Kjær
Hansen).
Eg kom 46 hugsa um
hesar reglur, tá eg leyg-
ardagin las um bingo-
spælið í Sosialinum. Rekl-
ama er eitt kapitalistiskt
fyribrigdi fyri at fáa fólk
at handla í tann rætning,
kapitalurin ynskir tað.
Milliónir omanå milliónir
verða oystar út uppá rekl-
amu, og brúkarin má
gjalda við hækkaðum
veruprísum m.a. Í Dan-
mark t.d. verður orkurá-
veran seplað burtur til
neonreklamur samstundis
sum atomverk verða sett á
stovn, ti oljan fer at verða
uppi. Í Føroyum hava vit
verið afturhaldandi við
slíkari reklamu, tað verð-
ur lýst við tí krambúðir-
nar hava at selja og hvat
tað kostar og so ikki
meira, men nú er broytt.
Vit hava fingið eina stór-
handilsfyritøku, ið nýtir
øll tey mest ódámligu
reklamutrix fyri at lokka
brúkarin at handla í tann
rætning, hon ynskir. Teir
selja lutaseðlar, hava vitj-
an av gandakellum, o.s.fr
alt fyri at lokka, fyri psyk-
ologiskt at ávirka brúk-
aran. Eisini FØROYA-
VIKAN var lið í hesi re-
klamu, ikki fyri føroyskar -
verur, men fyri fyritøk-
una, og landsstýrið stuðl-
aði hesum.
Aðrastaðni roynir tað
almenna at koma hesum
formi fyri reklamu til lívs,
men her í Feroyum letur
alt seg gera.
Men tá ið Sosialurin,
málgagn javnaðarfloksins
nú eisini fer undir nýggjan
tátt, ið eitur ókeypis re-
klama fyri stórkapitalin
12—14 ferðir við stórum
stavum >GÁVUKORT
5000 KR. FRÁ SMS«, tá
er tað mær ovboðið.
S.D.
. segði,. at
Ráðið fyri
við-
merkingar
fáa vit vónandi í hesum
valskeiði samtykt m.a.
hesi hjartamál hjá javnað-
arflokkinum: dagpeninga-
skipan fyri verkafólkið,
landsbankamálið og húsa-
byggingarmálið. Og hóast
Pauli Ellefsen fýlist á skip-
aran á føroysku skutuni í
samband við m.a. gjøgn-
umferingina av hesum
lógaruppskotum, so skal
líka verða mint á,at javn-
aðarveljarar eins og føroy-
ingar yvirhevur hava so
sanniliga álit á okkara
skipara á Føroya skutuni,
sum fyri langari tid síðani
hevur prógvað, at har
hann er á odda, ræður vit
og skil, og farið er í góðum
og tryggum hondum —
vit eru mong, ið ræðast
um tú skuldi verið skip-
ari, ti hver ert tú, hvaðar
gongur leiðin, inn i EEC
ella hvussu? Tú hevur
gartað ófert um gamlar
roknimaskinur, um
skrokkar o.s.fr. men ann-
ars vita vit onki hvør tu
ert, ella hvat tu stendur
fyri politiskt, hoast tina
nogvu skriving og tvætl
um ymisk småmål, tær
stóru linjurnar eru ringar
at fáa eyguni á!
Johan Samuelsen
ferðslutrygd =
Parodi??
Tað vóru ivaleyst fleiri, ið
tóku undir við hugskot-
inum at skipa Ráðið fyri
ferðslutrygd, tá hetta kom
fram, men hvussu man
hendan undirtøka roynast
í dag. Tvær ferðir hevur
verið sekt eftir dagligum
leiðara, og tvær ferðir er
starvið sett. Hverjir um-
sekjarar vóru fyrru ferð,
veit eg ikki, men seinru
ferð vóru niggju umsóknir
sambært Sosialin. Niggju
umsóknir geva so niggju
evni, ið sjálvandi hava
ymiskar fortreytir at rekja
hetta starv. Mær er sagt,
at millum umsekjararnar
vóru tveir politistar og
tveir koyrilærarar, men
hver verður settur? Ein
radiomekanikari og sjón-
leikari!!! Mannagongdin
segðist eisini vera eitt
sindur legin, fimm min-
uttir fyri fundarslit
kom formaðurin upp og
starvsnevndin
hevði valt tveir burtur úr
og bað menn atkveða.
Teir tveir politistarnir og
teir tveir koyrilærararnir
komu als ikki upp á tal
sum valevni, hóast ein
skuldi mett at teir høvdu
tær bestu fortreytir til
júst eitt tílíkt starv. Hver
er nú uppgávan hjá hesum
råd? Hon tykist mær i
rættuliga stóran mun at
vera at breydføda ávísar
persónar, ið hava sam-
band við teir menn, ið har
ráða. Við eini tilikari
mannagongd vænti eg
ikki, at undirtøkan millum
almenningin verður at
standa við, tiansheldur
vaksa.
Ein av mongum
bilsnum
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
a
SE