leygardagur 9. september 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 9. september 1978
sosialurin
Hoyvíkingar fáa fyri
Síða 5
fyrstu ferð handil
Hópur av fólki leitaði sær niðan í Hoyvíkarhósmorgunin
ja, kanska eini 800 tann fyrsta tíman — tá tann nýggja
keypssamtøkan læt upp. Men bert tey fyrstu 50 fingu
ein kaffimunn afturvið einum rundstykki og tað....
Hósdagin fingu hoyvik-
ingar fyri fyrstu ferð
handil. Og ikki var tað ein
vanligur handil. Haraftur-
ímóti stersti handilin í
landinum — tann nýggja
deildin hjá Føroya Keyps-
samteku.
3000 kvadratmetrar til
staddar og kostar 14 milli-
ónir, tá verugoymslan er
tald við. Sa kunnu fólk
kring landið gera sínar
metingar um stødd.
Og tå vit siga, at bygn-
ingur og høli taka seg stak
væl ut og likist hinum
FK-bygningunum i før-
oyskum byggisnidi,
kunnu fólk í huganum
mynda sær útsjóndina.
Ein handil
— fleiri deildir
Talan er um ein handil við
fleiri deildum. Sum nakað
nýtt innan keypsamtek-
una í Havn hevur tann
nýggja deildin stóra og
tekkiliga slaktaradeild við
fleiri køli- og frystidisk-
um. Eisini er ætlanin at
hava feskar fiskaverur,
men tað er enn ikki eydn-
ast at fáa nakran at taka
sær av ti.
Ein deild er við blóm-
um, ein vid jarnvørum —
isinkram — ein vid møbl-
um, ein vid klædum og so
er eisini eitt kafeteria i
erva, sum rúmar um 70
fólkum. Harumframt
kemur supermarknaðurin,
ið hevur eitt søluøki uppá
1000 kvm.
Alt er tekkiligt og noss-
OA
Áhugin var stórur fyri slaktaravørunum í teimum stóru frysti- og kølidiskunum
ligt. Men upplatingardag-
in var trongt.
Skulu vit koma við eini
lítlari viðmerking, so er
hon vend móti ti lítla
plássinum, sum er framm-
anfyri diskin við mjólkar-
verum og slíkum. Vørur,
ið øll altíð skulu hava —
og ti rennur alt seg saman
har eins og í ti gomlu
deildini! Annars eru helini
rúmlig og avgjørt ikki
kvalin. Serliga ljósskip-
anin ger eisini sítt.
Hita-endurbrúk
Endurnýtslutankin er
praktiseraður. Hetta er í
hitaverkinum.
Handilin og goymslan
verða upphitaði við spill-
hitanum frá frost- og
kuldakompressarunum
við at luftin verður leidd
gjøgnum filtur.
Onnur rúm eru hitað
upp við oljufýring, sum í
neydstødu kann taka sær
av øllum.
Roknað verður við eini
oljusparing uppá 11 tons
árliga. Ílegan til hetta
orkusparandi hitaverkið
er tó dýrari enn vanlig
oljufýring, men eftir
tveimum-trimum árum er
iløgan vunnin innaftur,
verður roknað við.
Góðar umstødur
Sjálvandi er ikki bara
hugsað um viðskiftafólk-
ini. Umsteðurnar hjá
starvsfólkunum eru fram-
úr góðar. Fyrireikingar-
og pakkirúmið er stórt og
praktiskt og hevur bein-
leiðis samband við ta
stóru goymsluna, har tað
mesta er á koyrandi veru-
vagnum.
Fyrireikingarrúmið,
sum liggur í miðjum
bygningi, hevur skriv-
stovur, kantinu, garder-
obu o.tl. á niðaru síðu,
meðan frysti- og kelirúm
eru á ovaru síðuni.
Datomerktar
slaktaravørur
Slaktarin, sum hevur 4—
5 fólk afturat sær, hevur
eisini góðar umstødur til
útskering av kjøti og við-
gerð av mati.
Og væla verur eru at
fáa. Oksakjetið hevur t.d.
bert verið í kulda og
verður ti dygdin betri enn
tá tað hevur verið fryst.
Í slaktaradeildini verð-
ur nýtt ein serlig elektron-
isk vekt, sum prentar
vekt, dato og hvussu
leingi veran heldur sær á
eitt ásettan lepa. Hetta er
ikki krav i Føroyum, men
keypsamtøkan roynir at
låka somu treytir sum
galda i Danmark.
Tilsamans eru 22
starvsfólk knýtt at handl-
inum. Harafturat koma
fýra starvsfólk á matstov-
uni, sum hevur fleiri dog-
urðar at bjóða fólki til ein
såmuligan pris, meðan vit
siga minni um sodavatns-
prísin.
Formaður í FK, Feroya
Keypsamteku, er Kjartan
Hoydal., Fyristeðumaður
er John Eshøj.
Trussurnar fingu góð bein at ganga á
kring oyggjarnar
Fleiri landingar
í Lorvík
Í hesi vikuni hava verið
fleiri = landingar til
flakavirkið í Lorvík.
Fyrst í vikuni land-
aði Bakkakristian
37.000 pund. Megin-
parturin var toskur.
Teir hevdu roynt
vestur úr Mikinesi.
Mikudagin landaði
Verðuklettur 32.000
pund. Hann hevur
roynt undir Íslandi.
Eisini hava Vestur-
skin og Morid landað í
vikuni. Báðir lógu um
30.000 pund.
Sigatindur leggur í
letuni um til línu, með-
an Oddver, sum hevur
verið á beding, fer út-
aftur at trola.
Landsbankin:
Skal skipa fyri
tryggum fíggjar-
viðurskiftum
Á tingfundi týsdagin
legði Atli Dam, løg-
maður, fram uppskot
um stovnsetan av fer-
oyska landsbankanum.
Endamál bankans
verður at >rekja sam-
felagslig áhugamál við
tii hyggju at varðveita
trygg figgjarvidur-
skifti i Føroyum og
eina javna utbygging
av teroyska samfelag-
num«.
Uppgåva bankans er
at vera bankasamband
landskassans, men
kommunurnar kunnu
eisini nyta hann sum
bankasamband.
Landsbankin skal
kunna taka imóti inn-
skotum frá landskass-
anum, þpeningastovn-
um og tryggingarfelog-
um. Harafturimóti
kann hann bert taka i-
móti innskotum frá
privatum, tá tað er lið-
ur í viðurskiftum við
almennan stovn.
Tað er eitt umsjón-
arráð við 15
sum skal
bankanum.
Ráðið verður valt av
landsstýrinum, løg-
tinginum og vinnufel-
øgunum.
Rådid velur sidani
eina sjey-mairnanevnd.
Tey tvey av landsstyr-
inum valdu umbod eru
fastir nevndarlimir.
Landsstýrið velur
stjóran í landsbanka-
num.
Talan er ikki um
stovnan av einum tjóð-
arbanka í fyrstu syftu.
Tað loyvir rikisrættar-
liga staða okkara við
Danmark ikki.
limum
skipa fyri
Landsbanka-upp-
skotið skuldi koma til
1. viðgerð seinrapartin
i gjár. og fara vit
mikudagin at viðgera
málið.
Fundur um
javnaðarpolitikk
Fundirnir og arbeiðið í
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag byrjar
nú aftur.
Týskveldið tann 12.
september verður tann
útsetti fundurin hildin,
har øll javnadarhugadi
eru vælkomin. Evni
hetta kveldið verður:
hvat er javnaðarpoli-
tikkur.
Teir sum leggja fyri
eru Atli Dam, Kári D.
Petersen og Vilhelm
Johannesen. Aftaná
verður kjak.
Nevndin heitir á fólk
um at meta fjølment:
»Ti nú stendur á!
Skulu vit stýrast av
borgarligum aftur-
haldskreftum tey
næstu fýra árini ella
skulu vit royna at
nærkast málinum
„Sosialistiska vælferð-
arsamfelagið Føroyar«
uppaftur meira«.
Fundurin verður
sum vanligt hildin á
Hotel Feroyum og
høvid verður at keypa
sær ein kaffi- ella ein
temunn
Nýtt fráhalds-
ungmannafelag
Unglingar í Sandavági
hava tikið seg saman
og hava stovnað eitt
ungmannafelag á frá-
haldsgrundarlagi. Fel-
agið hevur fingið navn-
ið Ungmannadeildin
Vakhús. Vakhús er
fráhaldsfelagið har
vesturi
Felagið hevur fingið
undirteku A
stovnandi aðalfundin-
40 fólk
koma
einaferð um
EX ða
um vóru um
Felagslimirnir
saman
vikuna og skiftast trý
og trý at skipa fyri í
samráð við nevndini,
sum telur fimm fólk
Vakhús heldur til í
i0s)uni.
Nýggir stólar
— bert dansur
Atlantis Bio í Klaksvík
hevur fingið nýggjar
stólar. Harafturat er
hugnað um helið. Eis-
ini er gólvið broytt, so-
leiðis at tað ikki verður
dansur í Atlantis Bio í
framtiðini.