Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin NL. 67 — 9. september 1978 Tummas í Dali: List — ein natúrligur og sjálvsagdur lutur í tilveru fólksins R. Broby-Johansen: Kunstvejviser. Med Broby í Vendsyssel og Hanherrederne. 96 s. Kr. 168, —. Forlag: Hamlet. Seinast i juli mánaða kom bókin »Kunstvejviser. Med Broby i Vendsyssel og Hanherrederne« eftir danska listagranskara- num, R. Broby-Johansen. Hetta er fyrsta bindið av eini rød um mentunar- og listasegu Danmarkar, hver landslutur viðgjerd- ur einsæris. Ætlanin er, at tað í alt skulu verða 10 bind, sum hesin 78 ára gamli knassin skal leggja til rættis og skriva! Í mai komandi ár kemur annað bindið: »Vestjylland — fra græn- sen til og med Thy«. Sjålvur inngangssetn- ingurin til bókina er vitni um, at vit her hava eina Handverks- lærlingar Aðalfundurin verður hildin á skúla- heiminum við Marknagilsvegin tann 25/9 kl. 19.30. Allir eiga at móta. Foroya Handverkslærlingafelag Havnar Badmintonfelag hevur ársaðalfund týsdagin 12. sep- tember kl. 20.00 í 'trottarhøllini. Dagsskrå samb. lågini. NEVNDIN Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt, at fólkaatkvgða um valrættaraldurin til fólkatingið fer fram týsdagin 19. september 1978 kommunuskúlans fyri z i samkomunhøll veljarar i Térshavnar byi, å Sundi, i Mjørka- dali og Tórshavnar uttanbíggjar kommunu (tó ikki Norðadalur og Syðradalur). Atkvødutidin verður frå kl. 10—13 og frå 15—20 og verður tå givið uppat, so skjótt stødgur kemur i. Valstýrið í Tórshavn, 5. sept. 1978 Marius Weihe fm. bók, ið er skrivað av ein- um manni, sum er sjáld- sama djarvur í sínum pá- standum: >Góð listaverk eru góð- ar søgur, ein fær slongdar upp í gronina, ikki nakað æstetiskt fjåkavesin«, skrivar Broby. Og tað må åsannast, at á leiðini gjøgnum Vend- syssel og Hanherrederne við Broby sum ferðaleið- ara finnast nógv sterk tekin um, at so er. Broby er kunnugur sum fáur við staðið. Hann er føddur i Álborg, og í tveytiárunum búði hann í Sviklev, og tey seinastu árini hevur hann fleiri summar á rað havt skeið um list á há- skúlanum í Vrá. Evnið er skipað í fýra partar. Sum inngangur til hvenn einstakan part er eitt kort í litum yvir tann ávísa landslutin, og ein reyð strika á kortinum vísir leiðirnar, Broby sjálvur hevur gingið, og sum hann mælir eðrum til at ganga, um tey ætla sær ein túr til hendan norðasta landslut Danmarkar. Aftaná fylgir ein topo- grafisk leksikon yvir øll staðarnevnini, og í sama viðfangi verður nevnt, hvat ein serliga eigur at leggja til merkis, um ein ferðast á hesum leiðum. Og tað er ótrúligt, sum tey proletarisku eyguni síggja nógv. Síðan koma Brobysa hugleiðingar, sum hann hevur gjørt sær á túri- num, sum tann reyða strikan á kortinum vísir. Sum altíð er Broby demokratiskur í sími skriving. Stílurin = er knappur og orðavalið beinrakið. Har finst ongin óneyðug uppramsan av orðum, nevnum, rithev- undum, listafólki. Onki prál, sum ein so ofta kann lesa millum reglurnar hjá akademiskum og borgar- ligum listaummælarum. Og so skrivar hann danskt — uttan byttisliga aka- demiska fjantan við frem- mandaorðum, sum fá skilja, og sum einans taka pláss. Bókin er á tremur við myndum — einar sjeyti, so at siga allar í litum. Og her sum altíð vísir Broby sitt demokratiska lyndi. Myndandi listafólk frá staðnum sleppa framat at bera fram sína hugsan um natúruna og lívið í lands- lutinum sidan steinøldina. Eisini slik listafolk, id Broby ikki heldur so nógv um. Myndirnar eru ein óg- vuliga týðandi táttur í bókini. Tær eru játtandi og noktandi til tekstina, og eru sambært Broby eins týðandi og hon. Fleiri av myndunum eru eftir navnframum listafólki sum Niels Larsen Stevns, Anna Ancher og Anna Maria Liitken. Í sínum hugleiðingum á ferðini greiðir Broby leyst og fast frá menniskjum á staðnum — teimum nú- livandi og forfedrum teir- ra. Rithøvundar og skald sum Hans Kirk, Holger Drachmann og Herman Bang eru knýttir at hesum landsluti og sleppa vit eis- ini at hoyra, hverjar tank- ar teir gjørdu sær um landslutin. Broby lurtar soleiðis ikki einans eftir »fakfolki«, men letur eis- ini onnur koma til orð- anna. Fólk á staðnum sleppa at greiða frá eins og rithevundar og skald. Men Broby sjálvur stig- ur eisini fram, og tað á ein slíkan hátt, at øll leggja merki til hann. Sum t.d., tá ið hann leiðir okkum inn á listasavnið í Ska- gen— sum annars er eitt væl umtókt listasavn og nógv vitjað — og sigur sína meining um, hvat er inni har: >Tað er summarfritidar- list. Heiðursverdugir minnislutar á einum gøv- ugum baðistaði. Við djarvum fiskimonnum, fá- tækum, men reiðiligum og við hjartanum á tí rætta staðnum undir oljudans- inum sum málandi statist- ar. Fiskimenninir fingu eina krónu um dagin fyri at standa model«. Ella tá ið hann vísir okkum Stevns-málning- arnar á gamla bókasavn- inum í Hjerring, sum nú er blivið gripasavn: >Tað er synd, bóka- savnið blivið til gripa- savn. Eins og ell góð lista- verk eru myndirnar gagn- list og ætlaðar sum nakað natúrligt og sjálvsagt í til- veru fólksins, ein sega, ein fær slongda upp í gronina, ikki = nakað æstetiskt fjåkavesin«. I bókini leggur Broby stóran dent á at lýsa lívið og støduna hjá arbeiðandi fólkinum. Bøndrunum og fiskimonnunum, arbeið- arunum og kvinnunum, og stríðið hjá hesum mót- vegis utpinarunum, stats- valdinum, kirkjuni og ognarmonnunum. Í samband við sínum kanningum av hesum við- urskiftum verður Broby noyddur at staðfesta, at: >Tá ið saman um kem- ur, er tað sum áður segan hjá ráðandi klassanum (ognarklassanum), tað snýr seg um«. Segan hjá arbeiðandi fólkinum er ikki skrivað enn. Sum eina roynd til at vísa danska fólkinum, at segan er so nógv annað enn tað, almenna segu- skrivingin stendur fyri, grevur Broby fram skjal, sum ein annar ravnur. Og nógvar alment góðtiknar fatanir = um søguligar hendingar missa teirra steði. Sum t.d. frásagnir- nar hjá Goldschmidt um degnin Martin Dietz, sum var dømdur og fongsladur í 1818, ti hann fór í part við bøndrunum; segan um Skipper Clement, sum m.a. leiddi bendurnar tii stríð í 1534. Ella søgan um Allerupdrengene, sum 1840'unum vórðu meiðsl- aðir til deyðis saman við systrini, sum var við barn — og aftanfyri stóð harra- maðurin á staðnum saman við fútanum og ødrum umboðum fyri tann hátt- virda yvirklassan. Onkur vil kanska halda, at hetta hevur onki við list at gera. Men list er ein ná- túrligur og sjálvsagdur lutur í tilveru fólksins. Og einans á hendan hátt — soleiðis sum Broby hevur gjørt tað, er tað gjørligt at fáa dýpd í søguna. Bert við at seta harragarðar- nar, kirkjurnar, grav- steinarnar, ja listaverk av ellum slagi í samband við dagligu tilveru fólksins, er tað gjørligt at skilja tydn- ingin av teimum, hverja uppgávu og meining hesi hava havt í samtíðini. Tekur ein heildarmynd- ina burtur, missur hver einstakur lutur, sum jú e við at skapa hana, sín týdning og verður í veru- leikanum onkisigandi. Ein kann vera ósamdur við Broby — og tað eru tað sanniliga nógv, ið eru — men tað skerst neyvan burtur, at hansara fram- løga er hugtakandi og bindir lesaran — eisini figgindar hansara — til at lesa, hvat hann hevur at siga. Og bøkur hansara verða lisnar! Fleiri túsund ein- tek av nevndu bók vórðu seld longu tvær tær fyrstu vikurnar. Hugaligt at vita sær, at hesin proletarurin, sum livdi undir slíkum neyð- arsligum umsteðum, sum nærmast kunnu saman- líknast við hvat USA hevur at bjóða sínum lit- aðu, og sum danska borg- araskapið eftir ferimuni hevur roynt at kvalt, skorið tunguna og hend- urnar av, jagstrað, fongsl- að og dømt, í dag verður avmyndaður í ellum blød- um tess. Tað man vera ein beisk- ur biti hjá hesum sama borgaraskapi, at noyðast at lata bern síni undirvis- ast í hesum proletarisku bókum. Tað er sjálvsagt, at for- oyingar, sum búgva í hes- um danska landslutinum keypa bókina. Men eisini fyri føroyingar í Føroyum er bókin ein dýrgripur. Tað er so nógv, sum fer- oysk listafólk skylda sin- um starvsfelagum í Dan- mark. Tað er eisini so nógv, sum arbeiðandi fólkið í Feroyum hevur felags við tað danska — umframt teir somu valds- harrarnar. Og kanska kundi hetta stásiliga verk kveikt áhuga fyri einum líknandi verki um Feroy- ar... Eg kundi ikki lata vera við at spyrja Broby, nær verkið um Feroyar kundi væntast at verða liðugt. Hann svaraði: >Ég havi satt at siga ætlanir um eina slíka bók um Feroyar. Fái eg um- steður til at seta hesar ætlanir mínar í verk, vildi eg gjørt tað meira enn fegin«. Vit kunnu ikki annað enn ynskja honum góða eydnu, ti hvat kundu vit ynskt okkum meira enn at fingið hendan glegga proletariska heilan at framlagt mentunar- og listasøgu okkara, eins og hann nú er farin undir við- víkjandi Danmark, og sett hana í eitt altjóðaligt sam- band, sum ongin føroy- ingur higartil hevur sæð seg føran fyri.