Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í A SE Nr. 67 — 9. september 1978 et Af) Bú Í 4 sosialurin Síða 7 Út við dómaranum At áskoðarar og dómarar mangan ikki semjast er ikki nakað nýtt fyribrigdi, hetta vita jú øll, men tað er serliga hesir seinastu mánaðarnar ein hevur uppdagað, hvussu galið tað veruliga er. Í 3. blaði av »Glugganum« fyri 1971, skrivaði n. áhugaverda grein, ið hevði heitið »DOMARAR«. Av ti at vit halda, at henda grein eisini í dag er sera hóskandi, loyva vit okk- um at endurprenta hana her. „Út við démaranum« og onnur tilik róp eru ofta at hoyra frá á- skoðarunum, tá hand- og fótbóltsdystur verð- ur spældur. Hevði ein dómari tikið sær slík rop nær, hevdu vit ikki havt nógvar at demt okkara dystir í lands- kappingini. Men ti- betur eru flestu dom- arar so mikið at sær komnir, at rópini koma inn gjøgnum annað oyrað og fara út aftur gjøgnum hitt. Aðrastaðni í heimi- num, har fólk helst eru lættari at esa enn vit her í Norðurlondum, hendir ikki so sjáldan, at legverjan má fylgja dómaranum út av vell- inum, skulu áskoðarar- nir ikki leggja hond á hann. Og tað eru sjálv- andi áskoðarar, ið halda við tí tapandi liðnum, ið vilja dóm- aranum til lívs. Dómarar, ið døma i hesum londum, eru tí ofta >heimadómarar<, t.v.s. geva heimaliðn- um leysari teymar enn ti vitjandi liðnum. Flestu áskoðararnir halda jú við heimaliðn- um. Ti gerast dystir í Ítalia, Grikkalandi, Spania 0.s.fr. ofta harðir og enda í roki; teir vitjandi gerast óðir inn á dómaran, og tað gongur tí ofta út yvir mótspælararnar. Tað er tí vanligt enn um okkara leiðir, at spæl- arar verða utvistir fyri hart spæl ella fyri at brúka seg móti dómar- anum. Heima hjá okkum kenna vit væl rópini eftir dómaranum, men ttibetur ógvuliga lítið til, at hond verður legd á hann. Einki er at ivast í, at dómararnir duga tær reglur, teir skulu døma eftir, men tað kann koma fyri, at lógirnar verða tolkaðar á ymsan hátt, sum allir kunnu vera líka rættir. Tað er hetta, áskoðararnir ikki duga at skilja. Onkur veit kanska, at ein maður er off-side, tá hann bara hevur málmannin í hinum partinum millum seg og málið. Men at tað onga ávirkan hevur, tá tað t.d. er innkast ella hornaspark, ella bólt- urin kemur frá einum mótspælara, mugu tað vera heilt fáir áskoð- arar, ið vita. Annars eru tað oft- ast tey, ið minst skil hava á lógunum, ið rópa harðast, meðan tey, ið kanska hava lis- ið tær igjøgnum, tiga og halda sum so, at soleiðis kunnu tær eis- ini tolkast, ella eisini duga at síggja, at tað kann koma so fyri, at dómarin sær ikki eitt brot verða gjørt, með- an áskoðarar, ið stóðu betur fyri, sóu tað skil- liga. Ein dómari kann ikki døma annað, enn tað hann sær, ger hann tað, er hann ein ringur dómari. Ti eini boð til tey, ið kunnu ikki lata vera við at rópa eftir dóm- aranum: lesið lógirnar væl og virðiliga: er tað okkurt, tit skilja ikki, spyrjið so ein dómara til ráðs og luttakið annars í teimum skeið- um, ið meguliga verða fyri hand- og fótbólts- dómarar. Føroyskt fáttaltsáskaðarin gerst vímahanni Hvat skal tað enda við? Tað sær út til at vera vorðin sigur millum feroyskar fótbóltsáskoðarar, at ein skal vera drukkin fyri at hyggja at dysti Eisini seinasta vikuskiftið vóru fleiri hendingar, ið sýndu, at gongdin innan áskoðararnar til føroysku fótbóltsdystirnar, er á skeivari leið. Ikki er meira enn hálv- onnur vika síðani vbit í Útvarpi Feroya hoyrdu, hvussu nakrir áskoðarar spiltu tað arbeiði, ein dómari ger, út. Hetta vikuskiftið var tað harafturímóti hend- ingar á ella fram við vall- unum ein legði merki til. Drukkinskapur Tað sær út til at tað gerst meira og meira vanligt, at skalt tú til fótbóltsdyst sum áskoðari, so skalt tú eisini vera drukkin. Hesir áskoðarar órógva mangan linjumenn, dóm- ara og spælarar somikið, at dystir mugu avbrótast í styttri ella longri letur. Afturat hesum oyðileggja teir dystin fyri teir áskoð- arar, sum hava goldið fyri at síggja ein fotboltsdyst, og ikki fullamannabeista- gerðir, og ikki minst kunnu teir oyðileggja kappingina. Hver minnist ikki fleskuna í Klaksvík? Floskukasting Eisini til dystin millum HB og KÍ leygardagin, hendi tað, at fløska varð kastað á vellin; um hon var ætlað at raka linju- verjan, leikara ella dóm- ara ella bert varð tveitt í fyllskapi er ringt at siga. Tibetur rakti hon ongan, men fór ístaðin í knús á vellinum, men hver veit um ikki okkurt av teim smáu skerum, ið enn ligg- ja á vellinum, ikki koma at skaða onkran seinni. Útihýstir Hesaferð hendi tað einki einki við áskoðaranum, ið tveitti fløskuna, men slík- ir skuldu fingið forboð at komi til nakra kapping hjá Ítróttarsambandinum í åvist tíðarskeið. Um ikki sæst hver fremur tílíkar beistagerð- ir, mugu aðrir áskoðarar, ið meta fótbóltin hægri enn bert til fullamanna- tvætl, syrgja fyri at heimaliðið fær at vita, hver hesin áskoðari er. VCit mugu vera meira at okkum komnir, enn vit lata tílíkt henda beint framman fyri nesina á okkum. Ikki er vert at vit lata fótbóltin /áskoðarament- alitetin enda sum í t.d. einstøkum enskum byt. jk. Byrja i morgin Finalurnar i fótbóltslandskappingini byrja i morgin Kappingarårid er farid at halla og eru nu fåir fot- bóltsdystir eftir at leika i teimum ymsu deildunum. Onnur deild er jú longu endað og har var tað jú sum kunnugt NSI, ið vann og tryggjaðu teir sær jú samstundis leik- rætt í fyrstu deild kom- andi leikár. Triðja deild Í triðju deild er eisini av- gjørt, hver hevur tryggjað sær uppflyting, men er hetta bert ti, at frá kom- andi leikári skal onnur deild telja átta lið og skulu ti tvey lið flyta upp úr triðju deild. Sostatt flyta bæði finaluliðini upp, men enn er ikki avgjert, hver vinnur deildina. Lutakast Fótbóltsdeild ÍSF's hevur havt lutakast um, hvussu finalurnar í triðju deild, dreingjadeildini, smá- dreingjadeildini og pilta- deildini skulu spælast. Samstundis varð avgjørt, hver skal dema ymsu dystirnar. Úrslitið av lutakasti- num varð hetta: 3. deild Fyrra finala 10/9 SI— GI dómari Nemus N. Djurhuus Seinna finala: 17/9 GI — SI dómari: Magnus Mikkelsen Dreingjadeildin Fyrra finala 10/9 TB —HB dómari: Levi Niclasen Seinna finala 17/9 HB—TB dómari: Jørleif Næss Smådreingjadeildin Fyrra finala 10/9 Skali — TB dómari Niclas Davidsen Seinna fi 17/9 TB — I „áli dómari Magni Kjærbo Piltadeildin Fyrra finala 10/9 HBa — NSla dómari Eyðfinn Hansen Seinna finala 17/9 NSIa— HBa dómari: Jåkup F. Joensen